Hurðin gloppar fyri semju

Løgtingsmaðurin Poul Michelsen gloppar dyrnar og bjóðar Javnaðarflokkinum inn í hitan. Tíðin er komin at finna eina semju í sjálvstýristilgongdini, heldur hann, og staðið at finna semjuna er Grundlógarnevndin. Fæst ein semja fer at bera til at føra politikk í Føroyum, har breiðar semjur eru grundarlagið undir politikkinum

Tíðin er komin at fáa Javnaðarflokkin inn aftur í hitan.
Tað heldur løgtingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum, Poul Michelsen, sum eisini er limur í Grundlógarnevndini. Hann undirstrikar, at hetta ikki er viðgjørt í Fólkaflokkinum, men hann heldur tíðina vera búnað til, at í minsta lagið Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin finna eina breiða semju í sjálvstýristilgongdini.
Javnaðarflokkurin hevur gingið oyðimarkargongd í føroyskum politikki í sjey ár, og tað er óhoyrt fyri flokkin. Líka síðan fullveldislandsstýrið tók við í 1998 hevur tann breiða semjan verið eftirlýst í tjóðskaparmálinum, men so leingi Javnaðarflokkurin hevur verið uttanfyri, hevur meirilutin fyri fullveldi verið tepur. Landsstýrið hevur gjørt fleiri miseydnaðar royndir at fáa Javnaðarflokkin við. Eitt nú varð samráðingaruppleggið broytt, so tað líktist sjálvstýrisleistinum hjá Javnaðarflokkinum, men líka lítið hjálpti.
Hví skal tað so bera til nú?, spyrja vit Poul Michelsen. Hann vísir til síðsta útspælið hjá Javnaðarflokkinum við yvirskriftini »Tjóðskaparlig semja í sjálvstýrismálinum«.
? Eg taki hetta sum eitt tekin frá Javnaðarflokkinum um, at flokkurin er til reiðar at endursamráðast um eina møguliga felags niðurstøðu. Javnaðarflokkurin er í eini lyklastøðu, og tað hevur verið ótrúliga lítil munur á honum og okkum. Útspælið hjá flokkinum hevur eitt skap, sum vísir, at vit í allari fordragiligheit eiga at finna eina tjóðskaparliga semju í eini tíð, tá onnur realpolitisk mál rópa eftir at vera loyst, sigur Poul Michelsen.

Semja í nevnd
Sjónarmiðini hjá Poul Michelsen eru áhugaverd, tí hann er sannførdur fullveldismaður, og kortini heldur hann tað bera til at gera semju við flokkin, sum hevur stríðst harðliga ímóti fullveldisætlanini hjá landsstýrinum.
Staðið at finna semjuna er Grundlógarnevndin, har allir politisku flokkarnir eru umboðaðir, heldur Poul Michelsen. Tíðin hevur longu mýkt partarnar nógv, og í Grundlógarnevndini er góð fatan millum partarnar.
Javnaðarflokkurin hevur longu sett Grundlógarnevndini stólin fyri hurðina. Er eingin tjóðskaparlig semja orðað í nevndini innan 1. januar 2004, so tekur flokkurin seg úr nevndini. Poul Michelsen heldur tað eigur at bera til. Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin eru hugaðir at finna eina semju, Tjóðveldisflokkurin noyðist eisini at spæla við, um alt ikki skal detta á gólvið, men Sambandsflokkin heldur hann ikki vera áhugaverdan, tí hann grundar allan sín politikk á danskan stuðul.
? Sjálvstýrisneistin kódnar ongantíð, og hann heldur fram at nørast. Tað mugu vit gera okkum greitt. Í Javnaðarflokkinum eru fólk, sum leggja trýst á leiðsluna um, at hon finnur eina loysn í tjóðskaparmálinum, ið peikar frameftir. Onnur fólk vilja ikki hava broytingar. Vit eru í somu støðu í Fólkaflokkinum. Tjóðveldisflokkurin vil hava fullveldi, og onkursvegna mugu vit samansjóða øll tey sjónarmiðini, so vit kunnu frígeva orku at fara undir stórar realpolitiskar uppgávur í Føroyum, sigur Poul Michelsen.
Lykilin til eina semju liggur í Grundlógarráðstevnuni, heldur Poul Michelsen, har Hans Pauli Strøm, skrivari í Javnaðarflokkinum, gjørdi seg til talsmann fyri einari tvíbýttari loysn.
Í stuttum snýr tað seg um at gera ein sáttmála, sum staðfestir, hvussu vit virka í einum felagsskapi við Danmark, og hevur greiðar mannagongdir fyri, hvussu føroyingar taka fullveldi. Sostatt skal ein partur snúgva seg, hvussu vit virka í verandi støðu, og ein partur skal snúgva seg um, hvussu vit bera okkum at, tá vit fara úr ríkinum. Sáttmálin skal fráboðast ST, so tað er greitt, at danski staturin stuðlar føroyska leistinum. Eisini um vit velja fullveldi.

Smáir flokkar valda
Tá tjóðskaparmálið er loyst, verður lættari at føra politikk í Føroyum, heldur Poul Michelsen. Hann sigur, at fíggjarlógarviðgerðin avdúkaði, at samgongan hevur selt seg ov dýrt við at geva teimum smáu flokkunum so stórt vald.
? Hvør maður er averandi atkvøðan hjá samgonguni, og tí ber til í tíð og ótíð at hótta við at taka sín stuðul aftur. Fíggjarlógin var tað bera møsn og kegl, har serliga teir smáu flokkarnir hóttu við sliti, um teir ikki fingu sín vilja. Tað forðar fyri einum breiðum føroyskum konsensuspolitikki. Fáa vit frið í tjóðskaparmálinum, so verður tíðin búgvin at gera semjur, sigur Poul Michelsen.Hann sær tvær myndir fyri sær, tá ein tjóðskaparsemja er fingin. Onnur er, at Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin skipa eina breiða samgongu, ið skal virka fyri at gera Føroyar sjálvbjargnar. Hin er ein minnilutastjórn millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, har Tjóðveldisflokkurin er stuðulsflokkur. Men tað er alt gitingar, viðgongur hann.
? Kjarnin er, at vit fáa frið í Føroyum at føra politikk. Tað gerst bara við semju í tjóðskaparspurninginum. Vil Javnaðarflokkurin upp í aftur, so má hann eisini vísa sín vilja í verki og ikki bara krevja sítt. Eg havi onki ímóti at rætta teimum hondina, sigur Poul Michelsen.


*******
FAKTA

Útspæl Javnaðarfloksins:
* Semja skal gerast við Danmark um ein politiskan sáttmála millum tvey sjálvstøðug lond, ið viðurkenna hvørt annað sum javnbjóðis tjóðir í einum felagsskapi ? ríkisfelagsskapi, samveldi ella frælsum felagsskapi.
* Sáttmálin staðfestir, at føroyinar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætitt, og Føroya løgting og landstýrið eru hægsti myndugleiki í Føroyum.
* Sáttmálin ásetir ávísa mannagongd, um Føroyar vilja taka seg úr samveldinum. Hann skal fráboðast ST, so hann fær altjóðarættarligt gildi.