Fleiri borgarstjórar valdir

Fleiri av teimum stóru kommununum hava ikki skipað seg enn, men nógva staðni eru kortini borgarstjórin valdur og eisini varaborgarstjórin.
Hóast nevndirnar heldur ikki eru skipaðar nógvastaðni er tað tó greitt, at borgarstjórin skal eisini altíð vera formaður í fíggjarnevndini.
Í Havnini er enn ikki gjørt av, hvussu býráðið skal skipast í samgongu ella andstøðu, men har er Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum, afturvaldur til borgarstjóra.
Í Klaksvík er samgonga skipað ímillum Sjálvstýrisflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi og har verður Jógvan Skorheim úr Sjálvstýrisflokkinum, nýggjur borgarstjóri og Steinbjørn O. Jacobsen úr Tjóðveldi verður varaborgarstjóri. Annars hava nevndirnar í Klaksvík ikki skipað seg enn.
Í Vága Kommunu er Rósa Samuelsen vald til nýggjan borgarstjóra og Dánjal Johansen verður varaborgarstjóri.
Heldur ikki har hava nevndirnar skipað seg enn.
Í Fuglafirði er eisini av av kommununum, sum fáa nýggjan borgarstjóra, tí har er semja um at velja Sonni í Horni til borgarstjóra og Magnus Midjord til varaborgarstjóra. Seinnapartin í gjár vóru teir ikki lidnir at skipa nevndirnar, men ætlanin er at skipa býráðið seinni í vikuni.
Í Hvalba eru nýggju bygdaráðslimirnir samdir um at velja Trúgva Gudmundarson til borgarstjóra og Rúna Thomsen til varaborgarstjóra.
Formliga verður bygdaráðið skipað seinni, men báðir listarnir hava gjørt avtalu um samstarv, so heldur ikki har verður nøkur samgonga og andstøða.
Avtalan førir eisini við sær at listarnir báðir fáa hvør sínar tveir nevndarformenn.
Fara vit so til onkra av teimum lítlu kommununum, er greitt, at Eydis Ellendersen heldur fram sum borgarstjóri í Fámjin og Jóanis Lisberg verður varaborgarstjóri.
Hini sum vóru vald í bygdaráðið í Fámjin, vóru Arni Nielsen, Arnbjørn í Smiðjuni og Lisbeth Jacobsen.


Nýggjur borgarstjóri í Vági
Í Vági hevur nývalda býráðið skipað seg við Dennis Holm sum borgarstjóra og Eydis Kjærbo sum varaborgarstjóra.
Hini í býráðnum eru Sirið Stenberg, Anna Brattaberg Samuelsen, Dánjal Bjarkhamar, Tórður Poulsen, Poul W. Augustinussen, Heri Hjelm og Conrad Gaard Joensen
Annars hava nevndirnar skipað seg soleiðis:

Fíggjarnevndin: ?
Dennis Holm, formaður, Eydis Kjærbo og ?Sirið Stenberg
Varalimur: Tórður Poulsen

Tekniska nevnd ?
Tórður Poulsen,?Danjal Bjarkhamar og Anna Brattaberg Samuelsen
Varalimur Poul W. Augustinussen

Havnanevndin: ?
Poul W. Augustinussen,?Danjal Bjarkhamar og Tórður Poulsen
Vara: Anna Brattaberg Samulsen

Mentunarnevndin ?
Sirið Stenberg, Anna Brattaberg Samuelsen og Eydis Kjærbo?
Varalimur: Poul W. Augustinussen

Sosiala nevnd ?
Danjal Bjarkhamar, Anna Brattaberg Samuelsen og Poul W. Augustinussen
Varalimur: Eydis Kjærbo

Nevndirnar hava ikki skipað seg enn.


Heðin nýggjur borgarstjóri
Í Sunda Kommunu hava tey eisini skipað seg og har er greitt, at Heðin Zachariasen verður nýggjur borgarstjóri og varaborgarstjóri verður Sonni Samuelsen.
Hini, ið manna nýggja býráðið, eru: Hans David Dam, Asbjørn Djurhuus, Elias Hammer, Thordis Dahl Hansen, Trygvi K. Joensen, Ulla Joensen, Sofus Debes Johannesen, Eyðgerð Mørkøre Kruse og Magnus Pauli Dahl-Olsen.

Nevndirnar eru skipaðar soleiðis:

Fíggjarnevnd
Heðin Zachariasen, formaður
Hans David Dam
Ulla Joensen
Eyðgerð Mørkøre Kruse
Magnus Pauli Dahl-Olsen

Byggi-/ býarskipanarnevnd
Sonni Samuelsen , formaður
Hans David Dam, næstformaður
Elias Hammer
Eyðgerð Mørkøre Kruse
Magus Pauli Dahl-Olsen

Umhvørvisnevnd
Elias Hammer, formaður
Asbjørn Djurhuus, næstformaður
Thordis Dahl Hansen

Mentunarnevnd
Thordis Dahl Hansen, formaður
Sofus Debes Johannesen, næstformaður
Ulla Joensen

Sosiala nevnd
Asbjørn Djurhuus , formaður
Sonni Samuelsen, næstformaður
Trygvi K. Joensen

Artur heldur fram á Strondum
Nývalda kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu skipað seg og har heldur Artur Johansen fram sum borgarstjóri og Pole J. Hansen heldur fram sum varaborgarstjóri.
Hinir kommunustýrislimirnir eru: Pól Jákup Poulsen, Jens Kristian Rasmussen, Anfinn Gærdum, Lisa Frederilksberg og André F. Danielsen.

Nevndirnar verða skipaðar soleiðis:

Fíggjarnevnd:
Artur Johansen, formaður, Pól Jákup Poulsen og Pole J. Hansen.
Varalimir: André Danielsen og Lisa Frederiksberg

Trivnaðarnevnd:
Lisa Frederiksberg, forkvinna, Anfinn Gærdum og Jens Kristian Rasmussen.?
Varalimir:Pole J. Hansen og André Danielsen

Tekniska nevnd:
Pól Jákup Poulsen, formaður, André Danielsen og Lisa Frederiksberg. ?
Varalimir: Anfinn Gærdum og Jens Kristian Rasmussen

Vinnunevnd:
Jens Kristian Rasmussen, formaður, André Danielsen og Anfinn Gærdum.?
Varalimir: Pól Jákup Poulsen og Pole J. Hansen

Umboð í skúlastýrinum verða Pól Jákup Poulsen og Artur Johansen
Umboð í SEV verður Pole J. Hansen
Umboð í IRF verður Anfinn Gærdum
Umboð í Kongshavnar havn verður Jens Kristian Rasmussen
Umboð í Skálafjarðar sløkkiliðið verður Pól Jákup Poulsen
Umboð í Føroya Kommunufelag verður André Danielsen
Umboð í Eysturoyar røktar- og ellisheimi verður Lisa Frederiksberg
Umboð í skattakærunevndini verður Artur Johansen
Umboð í Skálafjarðatunnlinum verður Artur Johansen

Jóhannus Danielsen borgarstjóri
Í Nes kommunu er tað greitt, at tað verður Jóhannus Danielsen, sum verður nýggjur borgarstjóri og Suni í Hjøllum verður varaborgarstjóri.
Hinir kommunustýrislimirnir eru: Elin á Torkilsheyggi, Niclas Davidsen, Mortan Højgaard, Jákup Alfredson Olsen og Súnfríð Jacobsen

Í nýggja kommunustýrinum eru tey eisini samd um at skipa nevndirnar soleiðis

Fíggjarnevndin:
Jóhannus Danielsen, formaður, Súnfríð Jacobsen og Súni í Hjøllum

Tekniska nevnd: Niklas Davidsen, formaður, Elin á Torkildsheyggi og Mortan Højgaard

Mentanarnevnd:
Elin á Torkilsheyggi, forkvinna, Niklas Davidsen og Jákup A. Olsen

Trivnaðarnevnd:
Súnfríð Jacobsen, forkvinna, Mortan Højgaard og Jákup A. Olsen

Vinnunevnd:
Jákup A. Olsen formaður, Mortan Højgaard og Súni í Hjøllum



Magnus Rasmussen heldur fram
Runavíkar Býráð hevur skipað seg soleiðis, at Magnus Rasmussen heldur fram sum borgarstjóri og Tórbjørn Jacobsen verður varaborgarstjóri.
Hini í býráðnum eru Helgi L. Petersen. Bárður Kass Nielsen, Kári Egholm Jacobsen, Jónleyg Hammer, Karl M. Rasmussen, Terji B. Vestergaard, Hallur Ellingsgaard, Arnfinn Langaard og Jonhard Danielsen.
Í Runavík hava tey ikki samgongu og andstøðu og sostatt eru nevndarsessirnir býttir so javnt um tilber.

Annars eru nevndirnar skipaðar soleiðis:

Fíggjarnevnd:??
Magnus Rasmussen, formaður, Helgi L. Petersen, næstformaður og Bárður K. Nielsen.??
Varalimir:?1. Kári E. Jacobsen?2. Hallur Ellingsgaard???

Tekniska nevnd:??
Tórbjørn Jacobsen, formaður, Hallur Ellingsgaard, næstformaður og Karl Rasmussen.??
Varalimir:?1. Jónleyg Hammer,?2. Jonhard Danielsen??

Vinnu- og havnarnevnd:?
Arnfinn Langgaard, formaður, Kári Jacobsen, næstformaður og Jonhard Danielsen.??
Varalimir:?1. Karl Rasmussen,?2. Bárður K. Nielsen??

Sosiala nevnd:??
Bárður K. Nielsen, formaður, Jónleyg Hammer, næstformaður og Hallur Ellingsgaard.??
Varalimir:?1. Terje B. Vestergaard?2. Tórbjørn Jacobsen??

Mentanarnevnd:??
Kári E. Jacobsen, formaður, Helgi L. Petersen, næstformaður og Terje B. Vestergaard.??
Varalimir:?1. Bárður K. Nielsen?2. Arnfinn Langgaard??

Byggi- & býarskipanarnevnd:??
Terje B. Vestergaard, formaður, Jónleyg Hammer, næstformaður og Arnfinn Langaard.??
Varalimir:?1. Helgi L. Petersen?2. Jonhard Danielsen





Kristin Michelsen afturvaldur
Býráðið á Tvøroyri hevur skipað seg og har varð Kristin Michelsen afturvaldur til borgarstjóra, men nýggjur varaborgarstjóri er Bjarni Hammer.
Hini í býráðnum eru Jens Johannesen, Malla Dam, Hallur í Heiðunum, Anita Vibergsdóttir og Marjun Olsen.

Nevndirnar hava skipað seg soleiðis:

Fíggjarnevndin:
Kristin Michelsen, formaður, Bjarni Hammer og Hallur í Heiðunum.
Varalimir: Malla Dam, Jens Johannesen og Anita Vibergsdóttir

Havnanevnd:
Bjarni Hammer, Jens Johannesen og Anita Vibergsdóttir.
Varalimir: Malla Dam og Hallur í Heiðunum.

Mentanarnevnd:
Anita Vibergsdóttir, Malla Dam og Jens Johannesen.
Varalimir: Hallur í Heiðunum og Bjarni Hammer.

Vinnu- og trivnaðarnevnd:
Hallur í Heiðunum, Anita Vibergsdóttir og Bjarni Hammer.
Varalimir: Malla Dam

Sosialu nevnd:
Malla Dam, Hallur í Heiðunum og Anita Vibergsdóttir.
Varalimir: Jens Johannesen og Bjarni Hammer

Tekniska nevnd/umhvørvisnevnd/ferðslunevnd:
Jens Johannesen, Bjarni Hammer og Hallur í Heiðunum.
Varalimir: Malla Dam og Anita Vibergsdóttir fyri Hallur. Umboð fyri politiið og koyrilærarir vera eisini í ferðslunevndini

Brunanevnd:
Kristin Michelsen, formaður (Borgarstjórin er føddur formaður í nevndini).
Nevndarlimir: Jens Johannesen og Hallur í Heiðunum, umframt umboð fyri politiið og umboð fyri Hvalba.
Varalimir: Bjarni Hammer, Malla Dam og Anita Vibergsdóttir.

Nevndirnar skipað seg seinni.



Sune heldur fram í Sørvági
Í Sørvági er semja um, at Sune Jacobsen heldur fram sum borgarstjóri og varaborgarstjóri verður Jóhan á Ørg.
Hini í kommunustýrinum eru Thordis Skaalum, Hendrik Olsen, Jákup á Stongum og Ragnar í Haraldsstovu.

Annars eru nevndirnar mannaðar soleiðis:

Fíggjarnevndin:
Sune Jacobsen, Jóhan á Ørg og Jákup á Stongum

Tekniska nevnd:
Hendrik Olsen, Jákup Suni Lauritsen og Ragnar í Haraldstovu

Trivnaðarnevndin:
Thordis Skaalum, Jóhan á Ørg, og Ragnar í Haraldstovu

Vinnunevndin:
Jákup Suni Lauritsen, Hendrik Olsen og Thordis Skaalum

Havnanevndin:
Jákup á Stongum, Hendrik Olsen og Thordis Skaalum

Brunanevndin:
Jóhan á Ørg og Jákup Suni Lauritsen

Umboð í SEV:
Jákup Suni Lauritsen og Jákup á Stongum

Umboð í IRF:
Jóhan á Ørg

Umboð í sjálvsognarstovnin Á Sýnini:
Hendrik Olsen og Thordis Skaalum

Umboð í Føroya Kommunufelag:
Sune Jacobsen


Jóhan Christiansen enn einaferð
Nývalda býráðið í Eysturkommunu hevur eisini skipað seg og tey hava einmælt samtykt at velja Jóhan Christiansen til borgarstjóra, og Oluffu Joensen til varaborgarstjóra.
Hini í nývalda kommunustýrinum eru: Hanus Jacobsen, Brandur Jacobsen, Árni Jacobsen, Ólavur Olsen, Hanna Jensen, Hjalti H. Dalheim og Emma Rasmussen.
Í Eysturkommunu hava tey ikki samgongu og tey eru eisini samd um at manna nevndirnar soleiðis:
Fíggjarnevndin:
Jóhan Christiansen, formaður, Brandur Jacobsenog Hjalti Dalheim

Byggi- og býarskipanarnevndin:
Hanus Jacobsen, formaður, Ólavur Olsen og Hanna Jensen

Trivnaðarnevndin:
Emma Rasmussen, forkvinna, Ólavur Olsen og Oluffa Joensen

Vinnunevndin
Árni Jacobsen, formaður, Hanus Jacobsen og Brandur Jacobsen

Mentanarnevndin:
Hanna Jensen, forkvinna, Hjalti Dalheim og Emma Rasmussen

Eisini hava tey samtykt at Árni Jacobsen skal umboða Eysturkommunu í IRF og í SEV.





Nýggjur borgarstjóri í Vestmanna
Vestmenningar fáa nýggjan borgarstjóra á nýggjárinum. Nývalda kommunustýrið hevur gjørt av at velja Paula T. Petersen til borgarstjóra og borgarstjórin, sum situr nú, Karl A. Olsen, verður varaborgarstjóri í nýggja kommunustýrinum.
Hinir kommunustýrislimirnir eru: Hilbert Elisson, Durita á Heygum, Malan Stórá, Herit Magnussen?og John Zachariassen.

Í Vestmanna verða tær størstu nevndirnar mannaðar soleiðis:

Fíggjarnevndin:
Pauli T. Petersen, formaður, Karl A. Olsen og Hilbert Elisson

Havnanevndin
Karl A. Olsen, formaður, Durita á Heygum og Hilbert Elisson.

Tekniska nevnd:
Hilbert Elisson, formaður, John Zachariasen og Herit Magnussen

Mentanarnevndin:
Durita á Heygum, forkvinna, John Zachariasen og Malan Stórá

Trivnanarnevndin
Malan Stórá, forkvinna, Herit Magnussen og John Zachariasen