Rithøvundurin við róðrið

Estlendski forsetin Lennart Meri var sjálvur virkin í estlendska frælsisstríðnum í 1980-unum

Ein tann størsta ímyndin av estlendska frælsisstríðnum, sum í 1991 elvdi til loysing frá Moskva, er landsins higartil einasti forseti síðani loysingina, tann nú 69 ára gamli Lennart Meri.

Gongdin í heiminum við at hava ungar og framfýsnar leiðarar, eitt nú Bill Clinton og Tony Blair, ger eisini um seg í Estlandi, har ung fólk í stóran mun manna týðandi størv í vinnulívinum. Men sjálvur forsetin er eitt undantak.

Lennart Meri er ein serligur maður. Sum rithøvundur og útbúgvin filmsstjóri líkist hann meira einum professara enn einum forseta.

Hann varð borin í heim í Tallinn í 1929 ? í tíðarskeiðnum frá 1918 til 1940, tá Estland eisini var sjálvstøðugt.

Pápin Georg Meri er ein av fremstu estlendsku diplomatunum, og hetta merkir, at familjan hjá Lennart ferðast nógv runt um í heiminum. Árini upp til seinna heimsbardaga gongur Lennart í skúla í eitt nú Berlin og Paris, har pápin arbeiðir.

Í 1941 verður øll Meri-familjan deporterað til Sibiria av sovjettiskum herdeildum, men fimm ár seinni sleppa tey heim aftur til Estlands.

Í sekstiárunum ger Lennart Meri vart við seg sum rithøvundur. Bøkurnar hjá honum snúgva seg um hansara upplivingar í Sibiria, sovjettiska fjareystri og Arktis umframt filosofiskar hugsanir um tilveruna og alheimin.

Í sjeytiárunum verður hann eisini kendur fyri sínar dokumentarfilmar um finno-ugriskar ættbólkar í Sovjetsamveldinum. Lennart Meri verður ein av teimum fáu estlendingunum, sum frá statinum fær loyvi at ferðast til vesturheimin regluliga.

Sum áttatiárini ganga, verður Meri alsamt meira virkin innan rørsluna fyri estlendskt sjálvræði, og í 1990 verður hann óvæntað tilnevndur uttanríkisráðharri í nýggju loysingarsinnaðu stjórnini í landinum.

Í august 1991 verður kvett framt í Kreml. Meri spáar, at kvettið fer at miseydnast, tí generalarnir ikki hava nóg hollan búskaparligan kunnleika til at halda USSR koyrandi.

? Eg havi enn ongantíð enn hitt ein general, sum dugdi so mikið sum at mjólka eini kúgv, sigur Lennart Meri.

Hann fær rætt, kvettið miseydnast, og somu nátt loysir Estland frá Sovjet.

Í september 1992 fær leiðarin frá Sovjettíðini Arnold Rüütel flest atkvøður á forsetavalinum, men fær ikki neyðuga avgjørda meirilutan. Forsetavalið fer tí í tingið, har Meri í oktober vinnur ein tepran sigur og verður forseti í Estlandi.

Fýra ár seinni, í september 1996, atkvøður tingið sera tepurt ímóti Meri sum forseta í enn eitt fýra ára skeið. Síðani fer avgerðin til eina serliga valnevnd, sum velur Meri inn til enn eitt valskeið.


Sovjettiska fasadan

Lennart Meri hevur sagt um tíðina í 1991, tá Estland gjørdist sjálvstøðugt, at tað fyri honum ongantíð var nakar ivi um, at totaliteri staturin fór at falla saman fyrr ella seinni ? tað var bert ein spurningur um tíð.

Og um hendingarnar í 1992, tá hann gjørdist forseti, sigur Lennart Meri millum annað um, tá hann fyri fyrstu ferð kom inn í forsetaborgina, sum skuldi vera hansara heim í øllum førum fyrstu komandi fýra árini:

? Eg fann eina hurð, sum var læst. Og eftirsum eg havi eitt sindur av Tom Sawyer í mær, vildi eg sera fegin vita, hvat var hinumegin læstu dyrnar. Eg spurdi ein embætismann, sum var við mær, hví henda hurðin var stongd. Hann svaraði, at KGB (sovjettiska fregnartænastan, blðm.) hevði brúkt rúmið sum »samskiftishøli«.

Lennart Meri greiðir frá, at tað enntá var eitt KGB-sigli á hurðini, eins og í Sovjettíðini.

? Eg bað embætismannin læsa hurðina upp, men hann sýtti og segði, at tað hevði hann ikki myndugleika til. Eg segði: »Alt í lagi, far eftir eini øks til mín, so bróti eg sjálvur hurðina inn.« Hann hugdi eftir mær í eitt sekund, men læsti so hurðina upp.

Og hvat var so hinumegin hurðina?

? Als einki. Tað var typiskt. Sovjettarnir dugdu sera væl at byggja illusiónir upp ? teir bygdu alt upp til at vera loyniligt. Alt í Sovjetsamveldinum tyktist vera so sterkt, at tað ikki kundi oyðileggjast, sum um tað fór at vera standandi í allar ævir. Men tað snúði seg altíð bert um at hyggja inn um hurðina. Aftan fyri sovjettisku fasaduna var tað vanliga tað, tú fann ? einki.


Umvælir alt sjálvur

Lennart Meri er eisini kendur fyri sjálvur at hava umvælt nógvar smálutir í forsetaborgini, og tað sigst, at hann altíð gongur runt við einum felliknívi uppi á sær.

? Eg ivist ikki í, at tú við einum av hesum schweizisku knívunum kann byggja eitt heilt flogfar, um tú hevur hug, so nógvar hentleikar hava teir, hevur Lennart Meri einaferð sagt.

? Eg kendi á mær, at fyri at trívast skuldi alt umvælast, sum um tað var í mínum egnu húsum. Hevði tað verið í sovjettíðini, at ein pera var brostin, høvdu teir sagt: »Lat okkum skifta allar perurnar út um ein mánað og seta eina nevnd til at taka sær av tí.« Men tað tekur bert ein minutt, og tú eigur at gera tað beinanvegin, um tú kanst. Tí sóu almennu bygningarnir í sovjettíðini eisini altíð út, sum teir gjørdu. Privatu húsini vóru nógv snøggari. So tað var eisini mín hugburður, tá eg flutti inn í forsetaborgina.