Greinarøð: Hjúnabandið í søguligum høpi Er hjúnabandið søguliga støðugt og óbroytiligt?

Partur 1

Eiler Fagraklett
-----

Er hjúnabandið æviga støð­ugt? Hevur tað altíð verið so­­leið­is sum vit kenna tað í dag? Eru samkynd hjúna­bond eitt nýtt fyri­brig­di? Søg­an sigur øðr­vísi frá. Í hes­ari greina­røð­i­ni verð­ur hugt nærri í søgu­bøk­ur­nar eftir hjúna­bandi­num gjøg­num tíðirnar.
Vit kenna bara eitt sam­felag í allari mann­søgu­ni, sum ikki hevur nýtt hjúnabandið sum høvuðs­hátt til at samskipa tað sosiala og persónliga lív­ið hjá menniskjanum. Tað er Na fólkið í Kina. Annars hevur hjúnabandið søgu­liga altíð verið ein uni­ver­sal sosialskipan. Í djóra­heimi­num hava vit tó einki, sum líkist hjúnabondum. Søgu­liga hevur familjan og grannalagið havt stóra ávirkan á, hvørjum vit mennisk­ju giftast við og hví. Hjúnabond, ið eru bygd á kærleika, eru hinvegin eitt nýtt vesturlendskt fyribrigdi. Í djóraheiminum liva flest djór ikki saman í giftum ella mono­gam­um sambondum og hitt­ast bara fyri at gita egg o.t. Tey djór, ið halda saman í longri tíð ella alt lívið, gera hetta, fyri at uppala ungarnar trygt og ikki fyri at økja um sítt fíggjarliga- ella politiska vald, sum søguliga hevur ver­ið mest vanliga orsøkin hjá menniskjum at gifta seg. (Stepha­nie Coontz, Marriage, a History, 2005)

Tey fyrstu hjúnabondini
Hóast menniskju altíð hava sam­starv­að og livað saman í ymisk­um sløgum av bólkum ella stammum, verður mett, at menniskjan veruliga byrjar at nýta hjúnabandið sum eitt am­boð at skapa ella styrkja vinar­bond millum ymiskar grann­ar ella stammur í eldri stein­øld­ini. Hetta gjørdi tað munandi lættari og friða­lig­ari og minkaði um kapp­ing­ina, tá ferðast skuldi millum vatn­hol, fylgjast skuldi við plantu­vøkstrinum og við djóra­flyt­ingini. Hjúnabond tvørt­ur um ymiskar stamm­ur, høvdu eisini við sær, at børn­ini, sum á hendan hátt høvdu eitt bein í hvørjari stam­mu, ikki longur kendu seg noydd at berjast hvør móti øðrum. Hjúnabandið kundi á henda hátt gera fígg­ind­ar til vinir og ókend til familju­lim­ir. (Brian Hayden, Archae­olgy: The Science of Once and Future Things, 1993). Í steinøldini vóru øll tætt knýtt hvør at øðrum og treyt­aði av tí avmarkaða til­feingi­num, ið var til staðar og til taks. Hetta broyttist, tá tey fyrs­tu samfeløgini byrjaðu at framleiða avlop, fólkatalið fór at vaksa munandi og sam­felagið gjørdist meira fjøl­broytt.

Yvirstættin verður kræsnari
Við tíðini góvust familju­bólk­ar við at flyta seg við føðini. Tey búsettu seg heldur eitt fast stað og byrjaðu at dyrka jørð­ina. Soleiðis byrjaðu summ­ir familjubólkar at eiga fasta jørð, ogn og annað til­fein­gi. Skjótt fingu summar familj­ur, meira enn aðrar, og um hetta mundið byrjaðu tær ríku og valdmiklu familj­ur­nar at missa áhugan fyri at deila sítt tilfeingi, arbeiðs­byrðuna og annars at sam­star­va við aðrar familjur við minni tilfeingi ella ogn. So­leið­is gjørdist hjúnabandið ein nýggjur máti til tess at økja um valdið og at leggja enn meira inn undir seg. (Law­rence Strauss et al., Hu­mans at the End of the Ice Age, 1996). Tann nýggja yvir­stætt­in gjørdist meira og meira kræsin í mun til hvønn tey vildu gifast við. Tær rík­astu familjurnar vildu helst sleppa undan at býta sítt vald og ognir við nakran ann­an, og tí fóru summar rík­ar og valdmiklar familjur held­ur at gifta seg við egnum familju­limum, so arvurin ikki skul­di hvørva úr familjuni. Hetta var eitt nú vanligt hjá yvir­stætt­unum í Eyptalandi. Egypt­ar fóru enntá so langt fyri at sleppa undan at býta vald sítt við onnur, at summ­ir faraoar ”giftu seg” við lokal­um gudum. Bæði í In­dia og hjá jødum var somu­leið­is siðvenja at einkja, ið ikki hevði fingið ein son, tá mað­u­rin doyði, var tvungin at gifta seg við bróðrinum hjá manninum.

Kvinnan og hjúnabandið
Javnstøðan í hjúnabandinum mill­um menn og kvinnur mink­aði í grundini heilt nógv, eftir at plógvin var upp­funn­in. Áðrenn hetta vóru mað­ur og kona tætt knýtt hvør at øðrum og tørvaðu hvønn annan fyri at yvirliva. Men nú var ikki longur sami tørv­ur á kvinnuni til at dyr­ka jørðina, tí hon var ikki hil­d­in at megna hetta tunga ar­beið­ið. Í staðin skuldi hon taka sær av heiminum og uppala børn­ini.
Við stovnanini av londum og býum fyri umleið 5.000 ár­um síðani, gjørdust veru­lig kríggj eisini partur av ger­andisdegnum. Hetta førkaði kvinnuna, sum ikki var mett at vera før fyri at fara í kríggj eins og maðurin, enn longri niður eftir stigveldisskipanini í samfelagnum. (Brian Hayden, Archaeolgy: The Science of Once and Future Things, 1993). Henda samfelagsbroytingin førdi eisini við sær, at menn fóru at krevja heimafylgju fyri at noyðast at giftast kvinnu í staðin fyri at lata eina gávu til hennara familju fyri at sleppa at giftast henni. Kvinnan var vorðin ein byrða fyri mannin.
Kvinnan gjørdist somuleiðis ogn hjá pápanum, og tá hon var gift, ogn hjá manninum. Moydómur gjørdist nú eisini týdningarmikil og fekk eitt stórt sosialt virði. Hetta síggja vit m.a. í lógum hjá assyrarum frá 12. og 11. øld f.k., sum sigur, at kvinnur, ið vóru manninum ótrúgvar, skuldu drepast. Í Gamla testamenti stendur eisini skrivað, at brúður, ið ikki er moyggj, kann vera steinað til deyðis. Í Kina visti Confucius at siga, at orðið hústrú merkir “ein, ið gevur seg undir ein annan”. (Patricia B. Ebrey, The Inner Quarters, 1993). Í Grikklandi vóru ríkmannakvinnur væl goymdar burtur innandura ella í læstum økjum, har restin av húsarhaldinum og almenningur ikki sá tær. Gomlu grikkarnir sóu hjúnabandið sum eitt politiskt amboð, og sum ein máta at føra ættina víðari meðan hin sanni kærleikin varð hildin at kunna kykna millum ein eldri og ein yngri mann.
Í mun til onnur samfeløg í Evropa, so var munandi størri javnstøða í hjúnabondunum hjá víkingunum. Øll ogn, sum kvinnan hevði við sær í hjúnabandið, var serogn, og hon kundi lata seg skilja og taka egnu ognina við sær aftur. Hetta var næstan óhoyrt um hetta mundið í restini av Evropa. Eitt hjúnaband hjá víkingunum var í grundini ein
sølusáttmáli millum familjur ella ættir, sum lovaðu at hjálpa hvør øðrum. (Stephanie Coontz, Marriage, a History, 2005)

Vanlig fólk og hjúnabandið
Tey fyrstu mongu tús­unda­­­tals árini av okk­ara sið­mentan, var fíggj­ar­ligi fyri­­mun­urin við hjúna­bandi­­num nógv meira týð­andi fyri einstaklingin í miðal- og lágstættini, enn tann persónliga nøktanin, sum er í hásæti í dag. Har­aft­ur­ímóti var tann polit­iski fyrimunurin við hjúna­bandi­num altavgerandi fyri yvir­stættina og valds­havar­ar­nar. Gjøgnum øldirnar hava flestu yvirstættir brúkt megin­partin av lívinum til at berjast, giftast, drepa og skilj­ast í einum óendaligum stríði, fyri at vinna meira ella varð­veita núverandi vald og ríki­dømi. Hinvegin gekk tað mun­andi meira friðaligt fyri seg millum vanliga fólkið.
Tað var ikki vanligt, at lógvaldið blandaði seg upp í hjúnabondini hjá miðal og lágstættunum, uttan so, at viðkomandi átti onkra týð­andi ogn. Annars var hjúna­bandið eitt privatmál, sum familjan sjálv tók sær av. Lóg­gávu­valdið tók sær hvørki av at góðkenna hjúnabond ella hjúnaskilnað. (Elizabeth Abbott, A History of Marriage, 2010). Í Eyptalandi varð eitt hjúnaband góðkent, ”tá ein maður hevði stovnað eitt heim saman við eini kvin­nu”. Henda rættiliga óneyva al­lýs­ingin av hjúnabandinum var eisini galdandi í Rómverska ríki­num. Sera fáar lógir vóru galdandi i Rómverska ríki­num viðvíkjandi hjúna­bandi­num fram til Jesu føðing. Tað varð einans álagt, at ein skuldi hava eyka loyvi, fyri at gifta seg við einum út­lend­ingi, og tað var ikki loyvt at gifta seg við trælum ella skøkjum. (Annie Forgeau, The Survival of the Family Name and The Pharaonic Ord­er, 1996)

Fyrsta átakið fyri betri ”familjuvirðum”
Octavian (63 f. k. - 14 e. k.), sum seinni gjørdist Agustus keisari í Rómverska ríkinum, var tann fyrsti heimsleiðarin, sum byrjaði eitt veruligt politiskt átak fyri at verja um hjúnabandið og at betra um “familjuvirðini”. Hetta var gjørt í eini roynd at økja um barnsburðatalið í ríkinum. Keisarin ásetti lógir, sum m.a. søgdu, at allir borgarar skuldi gifta seg áðrenn ein ávísan aldur. Ein ógiftur persónur kundi ikki arva nakran undantikið næstringum. Fólk, ið ikki áttu børn, máttu siga helvtina av møguligum arvi frá sær. Menn, ið vóru politiskt áhugaðir, høvdu størri møguleika at sleppa framat valdinum, um teir vóru giftir, og møguleikarnir vuksu fyri hvørt barn teir fingu. Hjúnaskilnaður var tvungin, um ein kvinna var mett at vera ótrúgv, og um maðurin ikki skilti seg frá konuni, var eisini hann revs­að­ur. Ein ótrúgv kvinna varð dømd at missa sína heim­fylgju, ein triðing av síni ogn, hon mátti flyta út á eina oyggj at búgva og henni varð bann­að nakrantíð at gifta seg aftur. (Stephanie Coontz, Marr­i­age, a History, 2005)
Men á sama hátt sum ávísir politikarar í dag, hevði Agus­tus keisari als ongan trupul­leika við at tvinga onn­ur at fylgja nýásettum moralsk­um reglum, hóast hann sjálvur ikki fylgdi teim­um. Áðrenn hann setti hol á stóra átakið fyri at økja um moralin hjá fólkinum, valdi hann t.d. at skilja seg frá síni fyrstu konu, tí hon ikki hevði megnað at føtt honum ein son, men bara eina dóttir, Juliu. Síðan gifti hann seg við Liviu, sum longu var gift við Claudius Nero, men Nero, ið var tvíkyndur og sein­ni gjørdist keisari, hevði einki í móti at lata Agustus konu sína í umbýti fyri størri polit­iskt vald. Hann var enntá við til brúdleypið. Agustus og Livia fingu tó eingin børn. Keisarin valdi tí at útnevna Ti­beri­us, sonin, sum Livia longu átti saman við Nero, til kom­andi keisara. Síðan gav Agust­us Tiberius boð um at skilja seg frá síni núverandi konu, ið samstundis var við barn. Tiberius var tí - móti sín­um vilja - tvungin at gifta seg við Juliu, sum Agustus hevði fingið í sínum fyrsta hjúna­bandi.