vænta, at fáa góðar 15 mió. krónur í ár, men vit settu okkum tá at fáa 13,3 mió. krónur inn, hetta samstundis, sum vit halda aftur at brúka í hesum villu tíðum. - So tað er nakað sum týðir uppá, at vit kanska [...] - Vit áttu kanska at tikið minni inn frá fólki, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi við Sandoyarportalin. Nú árið fer at halla, eru kommunurnar farnar undir at gera upp fíggjarárið 2017 og leggja [...] útlitini hjá Sands kommunu. - Jú, sambært framrokningunum hjá TAKS fer inntøkan hjá Sands kommunu eisini at økjast komandi ár, sigur borgarstjórin við miðilin. Eins og nógvar aðrar kommunur í landinum hevur
ið er eitt árligt tiltak á høgum politiskum stigi, er at varpa ljós á havið og at eggja lond, vinnulív og áhugafeløg at seta tiltøk í verk til tess at verja havumhvørvið og tryggja burðardygga gagnnýtslu [...] eru við at menna við onnur oyggjalond kring allan heim, ið hava líknandi avbjóðingar og møguleikar sum Føroyar at skapa fleiri virði burturúr havsins livandi tilfeingi. Meira um “Our Ocean” er at lesa á [...] oktober til tess at tryggja luttøku úr fleiri londum, ið eisini fóru til Our Ocean ráðstevnuna hjá Evropasamveldinum. Luttøkan hjá Høgna Hoydal á báðum tiltøkum í Malta var gott høvi til at byggja víðari
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at tað kann koma uppá tal, at gera eina skipan umboð á føroysku tyrlunum, ið hevur við sær, at ferðandi rinda ymiskar prísir. - Vit mugu spyrja okkum [...] verður talan kanska um at hava eitt kort við hondina, ið sigur hvør tú er. - Tað er kanska eitt sindur keðiligt at gera tað so, men vit mugu gera okkurt, sigur Henrik Old. Hann sigur, at tað eru alt fleiri [...] útlendingar, ið nýta møguleikan at flúgva túrar á útoyggjar í Føroyum, tá tey eru her sum ferðafólk. Í nógvum førum hava tey eisini bílagt langt frammanundan, ið hevur við sær, at tað gongur ofta útyvir fer
frá, at hóast kona hansara fór úr Føroyum og heim til familju sína, so er tað við sorgblídni at lítla familjan sigur farvæl á hesum sinni. - Vit fara at sakna Føroyar nógv, men júst nú sakna vit at búgva [...] og tá møtti hann eisini konu síni, sum er úr Kambodja. Tey fluttu tá til Føroyar at búgva, men høvdu ætlanir um einaferð at flyta aftur til heimland hennara. Kona Reimund flutti aftur til Kambodja við dóttur [...] framtíðini eru í tí støðu, at vit sakna Føroyar meir, so koma vit aftur, leggur hann afturat. Les alla samrøðuna við Reimund í Sosialinum, sum er í sølubúðunum í dag. Eisini ber til at keypa og lesa blaðið talgilt
Marjus Dam. Hann hevur verið íðin at føra fram, at bummgjaldi í undirsjóvartunlunum skal verða avtikið, tá ið lánini í tunlinum eru goldin. Hann og onnur halda, at landið skal ikki krevja pengar inn fyri [...] panini: – Ikki er loyvt at krevja serstakt gjald frá borgarum fyri at koyra eftir vegakervinum hjá landi og kommunum (landsvegum, brúgvum, tunlum og undirsjóvartunlum (eftir at lánið(ini) eru útgoldin)) [...] pening aftur skal landið lata peningin sum lán og ikki partapening. Marjus Dam heldur, at hendan lógargrein skal tryggja, at politiski myndugleikin ikki ger mismun á landafrøðiligum økjum í landinum. – Útjaðarin
august vann 2-1 á heimavølli ímóti EBS/Skála, sá tað út til, at KÍ enn einaferð fór at vinna FM. KÍ kvinnurnar hava framvegis møguleika at vinna átjanda FM heitið á rað, men eftir dagsins dystir er spenningur [...] uppaftur størri av tí, at tað í Gundadali endaði 1-1 millum HB og KÍ. HB legði seg framum, KÍ javnaði, og fram ímóti dystarenda var trýtstið stórt ímóti HB málinum, uttan at tað eydnaðist KÍ at skora sigursmálið [...] eigur EBS/Skála heimavøll ímóti KÍ. Tað kann væl fara at vísa seg, at talan verður um finalu um FM heitið, sum KÍ kvinnurnar hava vunnið seytjan ferðir á rað. B36 hevði í dag vitjan av B68, og har var úrslitið
Altjóða miðlar sum L'Equipe og Liverpool Echo skriva, at læknakanningin vísti, at spælarin hevur møguligar trupulleikar við knænum. Hetta skal hava elvt til, at Liverpool vildi broyta treytirnar fyri gjaldingini [...] Fríggjadagin tóktist púra vist, at Liverpool hevði keypt Nabil Fekir frá Lyon. Altjóða miðlar skriva, at franski landsliðsspælarin hevði valt nummar til troyggjuna, og gjørt samrøðu við sjónvarpsstøðina [...] milliónum krónunum, men at Lyon ikki vildi spæla við. Tað er ógreitt, um Liverpool enn hevur eyguni eftir franska landsliðsspælaranum. Forsetin hjá Lyon, Jean-Michel Aulas, er tiltikin fyri at verða tvørur og
hava eitt mál fyri at enda sum nummar tvey í bólkinum. Men eitt mistak á miðjum vølli í seinna hálvleiki, viðførdi at Ivan Perisic móti endanum tryggjaði Kroatia sigurin, sum merkir at Kroatia hevur vunnið [...] spenningur hevur verið í fleiri dagar, um hvat av londunum í bólki D fór at spæla seg víðari í kvøld. Undan umfarinum var heilt greitt, at Kroatia hevði spælt seg víðari, meðan øll hini trý londini – Ísland [...] allar tríggjar dystirnar til hetta HM-endaspælið. Tí er greitt longu nú at áttandapartsfinalurnar aftaná dagsins dystir fara at vera Kroatia móti Danmark í aðrari, meðan hin verður millum stórtjóðirnar
sigur, at hann dugur ikki at siga, hví hann endaði ov langt yviri í vinstru síðu, soleiðis at samanstoyturin hendi. Trýst á pílin á myndini og síggj eitt stutt videobrot, vit tóku beint eftir, at óhappið [...] bilførarin á einum persónbili, sum kom koyrandi ímóti honum, so óskettin, at hann kom ov langt yvir í sína vinstru síðu. Fyri at sleppa undan at bilarnir rendu beint á hvønn annan, sneiddi bussførarin undan, og [...] koyrdi eitt lítið strekki eftir slættum bøði, áðrenn hann steðgaði. Úrslitið av tí var eisini, at ístaðin fyri at rena beint á, sniddu bussurin og persónbilurin hvønn annan í vinstra horni á akfarinum. Hevði
standa aftan fyri Gallarí Glæmuna, siga, at Bessi fer at sýna fram umleið 25 málningar, málaðir við akryl, har øll myndevnini eru úr Føroyum, og Sóley Wen fer at sýna fram umleið 25 anime-tekningar, sum [...] Wen er 14 ára gomul, men hevur longu víst, at hon hevur góð listarlig evnir. Hon hevur altíð dámt væl at tekna, men seinastu 4-5 árini hevur hon gjørt nógv av at tekna anime-tekningar. - Hetta er onnur [...] verður lagt aftrat. Í Gallarí Glæmuni lata tey heilsa og siga, at øll eru vælkomin til ferniseringina klokkan 18, eins og øll eru vælkomin at vitja felags framsýningina hjá Bessa Bjarnasyni og dóttrini,