Stórur spenningur hevur verið í fleiri dagar, um hvat av londunum í bólki D fór at spæla seg víðari í kvøld. Undan umfarinum var heilt greitt, at Kroatia hevði spælt seg víðari, meðan øll hini trý londini – Ísland, Nigeria og Argentina kundu enda sum nummar tvey.
Og tað var ikki fyrrenn heilt móti endanum av dystunum í kvøld, at avgerðin fall. Við máli frá Manchester United verjuleikaranum, Marcos Rojo, tá fáir minuttir av dystinum móti Nigeria restaðu, tryggjaði Argentina sær í kvøld annað plássið í bólkinum, soleiðis at Kroatia og Argentina hava spælt seg víðari úr bólki D.
Í hinum dystinum í bólkinum tapti Ísland tepurt 2-1 móti Kroatia, har tað leingi stóð á jøvnum 1-1. Og tá tað stóð á jøvnum 1-1, skuldi Ísland bara hava eitt mál fyri at enda sum nummar tvey í bólkinum. Men eitt mistak á miðjum vølli í seinna hálvleiki, viðførdi at Ivan Perisic móti endanum tryggjaði Kroatia sigurin, sum merkir at Kroatia hevur vunnið allar tríggjar dystirnar til hetta HM-endaspælið.
Tí er greitt longu nú at áttandapartsfinalurnar aftaná dagsins dystir fara at vera Kroatia móti Danmark í aðrari, meðan hin verður millum stórtjóðirnar, Frakland og Argentina.
Nigeria – Argentina 1-2
Ísland – Kroatia 1-2