- Vit áttu kanska at tikið minni inn frá fólki, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi við Sandoyarportalin.
Nú árið fer at halla, eru kommunurnar farnar undir at gera upp fíggjarárið 2017 og leggja ætlanir fyri 2018. Sandoyarportalurin hevur fingið orð á borgarstjóran, Brand Sandoy, um útlitini hjá Sands kommunu.
- Jú, sambært framrokningunum hjá TAKS fer inntøkan hjá Sands kommunu eisini at økjast komandi ár, sigur borgarstjórin við miðilin.
Eins og nógvar aðrar kommunur í landinum hevur Sands kommuna fingið væl fleiri skattainntøkur í ár enn í fjør.
Sambært yvirlitinum frá TAKS hevði Sands kommuna fingið 9,9 milliónir krónur inn í skatti fram til og við august í ár. Tað er 814.629 krónur meiri enn í fjør, ein vøkstur á 8,9 prosent. Einans í mai mánað hevur skattainntøkan hjá Sands kommunu verið minni í ár enn í fjør.
- Vit vænta, at fáa góðar 15 mió. krónur í ár, men vit settu okkum tá at fáa 13,3 mió. krónur inn, hetta samstundis, sum vit halda aftur at brúka í hesum villu tíðum. - So tað er nakað sum týðir uppá, at vit kanska áttu at tikið minni inn frá fólki, segði Brandur Sandoy við Sandoyarportalin.