Ein av teimum, sum hevur gjørt viðmerkingar til uppskotið um Stjórnarskipan Føroya, er fyrrverandi løgtingsmaðurin Marjus Dam.
Hann hevur verið íðin at føra fram, at bummgjaldi í undirsjóvartunlunum skal verða avtikið, tá ið lánini í tunlinum eru goldin. Hann og onnur halda, at landið skal ikki krevja pengar inn fyri partapeningin í tunlunum. Hetta hevur Marjus Dam eisini gjørt vart við í viðmerking til stjórnarskipanina.
Hann vil hava hetta ískoyti gjørt til grein 7 í stjórnarskipanini:
– Ikki er loyvt at krevja serstakt gjald frá borgarum fyri at koyra eftir vegakervinum hjá landi og kommunum (landsvegum, brúgvum, tunlum og undirsjóvartunlum (eftir at lánið(ini) eru útgoldin)). Partapeningur hjá landinum skal ongantíð rindast aftur. Um Landið skal hava pening aftur skal landið lata peningin sum lán og ikki partapening.
Marjus Dam heldur, at hendan lógargrein skal tryggja, at politiski myndugleikin ikki ger mismun á landafrøðiligum økjum í landinum.
– Útjaðarin kann við serstøkum nýtslugjaldi á vegakervinum fáa álagdar eykaútreiðslur, og verður tí ikki javnsettur við borgarar í landinum annars. Við nýtslugjaldi kann t.d. centralistiskur politiskur myndugleiki t.d. áleggja ella nokta at avtaka ósolidariskt gjald til útjaðarar (dømi; Vágatunnilin/ Norðoyatunnilin), ið sostatt ger øki/økir til avgjaldsøkir, so borgarar ikki verða javnsettir í landinum, skrivar hann í viðmerkingini.