Í dag, 24. juni klokkan 18, verður fernisering í Gallarí Glæmuni í Norðragøtu, tá Bessi Bjarnason og dóttirin, Sóley Wen, saman lata upp framsýning.
Tey, sum standa aftan fyri Gallarí Glæmuna, siga, at Bessi fer at sýna fram umleið 25 málningar, málaðir við akryl, har øll myndevnini eru úr Føroyum, og Sóley Wen fer at sýna fram umleið 25 anime-tekningar, sum tær verða róptar.
Bessi Bjarnason er føddur í Íslandi í 1963, men hevur búð í Føroyum síðan 2002. Hann arbeiðir sum familju-og psykoterapeutur, men dámar væl at mála í frítíðini.
- Bessi Bjarnason er sera hugtikin av føroysku náttúruni, og hetta sæst eisini aftur í hansara málningum. Hann hevur havt nakrar framsýningar í Íslandi og í Føroyum.
Sóley Wen er 14 ára gomul, men hevur longu víst, at hon hevur góð listarlig evnir. Hon hevur altíð dámt væl at tekna, men seinastu 4-5 árini hevur hon gjørt nógv av at tekna anime-tekningar.
- Hetta er onnur framsýningin hjá Sóley Wen, verður lagt aftrat.
Í Gallarí Glæmuni lata tey heilsa og siga, at øll eru vælkomin til ferniseringina klokkan 18, eins og øll eru vælkomin at vitja felags framsýningina hjá Bessa Bjarnasyni og dóttrini, Sóley Wen.










