Óhappið hendi tá ið ein býbussur í Havn kom koyrandi eystur eftir Vegnum Langa, men beint við Djúpagilsveg var bilførarin á einum persónbili, sum kom koyrandi ímóti honum, so óskettin, at hann kom ov langt yvir í sína vinstru síðu. Fyri at sleppa undan at bilarnir rendu beint á hvønn annan, sneiddi bussførarin undan, og koyrdi út av.
Men har er púra slætt, so hann koyrdi eitt lítið strekki eftir slættum bøði, áðrenn hann steðgaði. Úrslitið av tí var eisini, at ístaðin fyri at rena beint á, sniddu bussurin og persónbilurin hvønn annan í vinstra horni á akfarinum.
Hevði óhappið hent nakrar metrar longur frammi, hevði tað ikki verið so slætt hjá bussinum, tí so hevði hann farið í Djúpagil, og fór hann út av har, kundi tað verið ein verri søga.
Ongin fólkaskaði hendi í óhappinum, eini 10 ferðafólk vóru í bussinum, og tey fingu ein hvøkk. Bilførarin í persónbilinum var einsamallur og hann fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hevði ikki fingið mein.
Løgreglan sigur, at hann dugur ikki at siga, hví hann endaði ov langt yviri í vinstru síðu, soleiðis at samanstoyturin hendi.
Trýst á pílin á myndini og síggj eitt stutt videobrot, vit tóku beint eftir, at óhappið varð hent. Niðan fyri hava vit eisini fleiri myndir frá óhappinum.