á annan bógv. Avtalað er fingin í lag við Føroya Banka um restskuldina og Suðuroyar Sparikassi hevur latið felagnum 10.000 krónur í stuðuli um árið, sum verða brúkt til rentur og avdrátt, so skuldin í Suðuroyar
Talan er nevniliga um, at Johanna fer til Hetlands at vísa føroyska flaggið á heimsins størstu stevnu fyri seglskip. Talan er um stevnuna ?Cutty Sark Tall Ships? Races?, sum í ár gongur um Hetland. Hetta er [...] minst annaðhvørt ár. Men áhugin hevur síðani vundið so nógv uppá seg, at nú er minst ein stevna um árið. Umframt at savna heimsins seglskip, er eisini eitt endamál at geva ungdómi úr øllum heiminum møguleika [...] verður upp framvið vesturstrond Bretlands, upp til Greenock í Skotlandi. Haðani verður siglt norður um Skotland til Lerwick í Hetlandi og loksins haðani til Ålborg í Danmark, har stevnan endan. Johann fer
eru 42 konufólk. Og í flokkinum, sum skal byrja upp á seinna árið um tvær vikur, ganga 4 mannfólk og 20 konufólk, so mannfólkini koma at rúgva lítið í teimum trimum flokkunum á skúlanum. 62 móti 9 ljóðar [...] Tey fimm mannfólkini, sum byrja á HF-skúlanum í Klaksvík um tvær vikur, fara at verða í minniluta mótvegis konufólkunum so tað stendur eftir. Av teimum 47 næmingunum, sum eru upptiknir á skúlanum, eru [...] fingu tey ikki loyvi at gera tveir flokkar. Men nú umsøknirnar nærkast teimum fimti, er avgerðin tikin um at taka tveir flokkar upp hetta skúlaárið. ? Ein stórur partur av teimum, sum byrja á skúlanum nú,
skuldi kunna sigla um Leirvíksfjørð alt árið. Men hetta vóru útreiðslur, sum ikki koma á hvørjum ári, og tí vænta vit eitt betri úrslit aftur í ár, sigur Reidar Nónfjall. Ferðslan um Leirvíksfjørð er støðugt [...] Reidar Nónfjall, hevur hetta ein einfalda frágreiðing. ? Dúgvan var í 1998 gjørd klár at sigla alt árið um Leirvíksfjørð, og tað hevði nakrar heilt serliga útreiðslur við sær, sigur hann. Dúgvan fekk nýggjan [...] seinastu árini. Í 1993 flutti Strandferðslan 230.000 fólk og 60.000 bilar um Leirvíksfjørð. Í 1997 vóru 264.834 fólk og 79.228 bilar flutt um Leirvíksfjørð. Tølini fyri 1998 eru ikki klár enn, men sambært inntøkunum
bólkurin oman fyri 15 tons, við heilum 56 veiðiloyvum og 4461 fiskidøgum, t.v.s. 80 dagar í part um árið. ? Um man framroknar nýttar fiskidagar í hesum fiskiárinum, verða 31. august 2282 nýttir dagar, t.v [...] útróðrarflotanum til stór skip, økja vit munandi um veiðutrýstið. Verða hesi rættindi seld til ognar, er stórur vandi fyri, at útróðrarflotin verður burtur um nøkur fá ár. Herafturat kemur, at bólkurin av [...] Ólavur í Beiti Eftir 1. viðgerð 3. august varð uppskotið um vinnuligan fiskiskap beint í vinnunevndina, sum 4. august 1999 legði fram álit eftir at nevndin undir viðgerðini hevði havt fund við landsst
stillføri, rennir við sorgblídni fram fyri meg mong skemtilig løtan hetta eitt hitt hendingarríkasta árið á ævini, har vit allir vóru ungir og viðkvæmir, hvør við sínum dreymum og við langa, játtandi, men [...] dagin funnu vit starvsfelagar hansara saman við seinasta hvíldarstaðið og gjørdist hetta í minnunum um Jógvan meira ein hugnaløta enn jarðarferð, sum tikið varð til aftaná - heima í hugnaligu stovu teirra [...] øllum tykkara fari eg við hesum ískoyti til góðu orðini hjá presti í kirkjuni at lýsa frið yvir minnið um vinin og starvsfelagan Jógvan Isaksen. Heini Olsen
ferðina niður og at brúka nógva tíð um deyðbóltsstøðurnar. Hvussu tað fer at eydnast veldst nógv um, hvussu tað verður við sinniliga yvirskotinum. Men tað snýr seg eisini um klaksvíkingar, bæði teir á vøllinum [...] hagtølunum, so vinnur ÍF í Fuglafirði, meðan sumbingar vinna, tá teir hava heimavøll. Um hetta heldur, fer Sumba upp um ÍF á stigatalvuni, og í so fall sleppa sumbingar av niðasta plássinum fyri fyrstu ferð [...] teir í dag snøgga rundanum vøllin, áðrenn gestirnir av Toftum koma inn. Í NSÍ droyma teir um altjóða fótbólt, og um tað eydnast teimum av vinna í morgin, og HB samstundis tapir í Gøtu, so verða hesi bæði
Felagið fyri føroyskar fiskimenn í Canada, Svøríki, Danmark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Bahá?í Miðstøðin í Gundadali Fyrsta leygardag hvønn mánað: [...] myndaframsýning av gomlum myndum í Tilhaldinum í Tórsgøtu 21. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomnin. Inngongd frá Grasagarði [...] fríggjadag kl. 10-12. Frítíðarklubbin hevur ymiskar aktivitetir í kjallaranum hjá Javna. Nærri fæst at vita um hetta, við at venda sær til skrivstovuna. Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag
kunnandi í sambandi við ætlanir um samstarvsavtalu millum Tórshavn og Aberdeen, sum væntandi verður undirskrivað á oljuráðstevnu í skotska oljubýnum komandi mánaða. Talan er ikki um vanligt vinabýasamstarv. Havnamenn [...] hevur dagligt samband við oljufeløgini, sum hava sýnt Føroyum ans í oljuhøpi. Spurdur um hann veit okkurt at siga um úrslitini av umfatandi og drúgvu seiskismu kanningum her á leiðini, sigur hann seg ikki [...] útbúgvingarøkinum. Vit fara at hava aðalfund á hvørjum ári, og á hesum fundum skulu vit taka avgerðir um, hvørji mál vit skulu fremja. Eg veit væl, at í mun til samstarvsavtalurnar, vit hava við hinar býirnar
plátu fyri Sonet. Tá hann kom aftur av ferð, var hann »kult« í Danmark, har dúgligt kjak var, um talan var um list, ella ikki, sum Dissing hevði sungið inn. Undir øllum umstøðum helt hann áfram at syngja [...] konsertbólkurin, ið ger um seg á mongum festivalum, summarmánaðarnar. Góður »livebólkur« Grundarsteinurin til bólkin varð lagdur, tá Peter Viskinde og Anders Blichefeldt hittust um tónleik saman við øðrum [...] ognað teimum yngru. Hálvanannan tíma hetta kvøldið fer danski stjørnbólkurin Big Fat Snake at gera um seg í Norðurlandahúsinum. Á sama pall hetta kvøldið fer fløguaktuelli bólkurin, Sirm, við Tór Verland