Kvinnurnar streyma til HF-skúlan í Klaksvík

Fyri fyrstu ferð í 15 ár verða tveir flokkar upptiknir á HF-skúlanum í Klaksvík

Tey fimm mannfólkini, sum byrja á HF-skúlanum í Klaksvík um tvær vikur, fara at verða í minniluta mótvegis konufólkunum so tað stendur eftir.

Av teimum 47 næmingunum, sum eru upptiknir á skúlanum, eru 42 konufólk. Og í flokkinum, sum skal byrja upp á seinna árið um tvær vikur, ganga 4 mannfólk og 20 konufólk, so mannfólkini koma at rúgva lítið í teimum trimum flokkunum á skúlanum.

62 móti 9 ljóðar sannførandi sigurin hjá konufólkunum.

Tað er fyri fyrstu ferð síðani 1985, at tað verða tveir flokkar upptiknir á HF-skeiðnum í Klaksvík sama ár. Tað merkir, at bert ein HF-flokkur byrjar á Kambsdali í ár. Har hava annars stundum verið tveir flokkar í sama árgangi.

? Tað ber illa til at flyta HF-næmingar nakað serligt, tí ofta eru tað fólk, sum eru bundin á einum staði, sigur Sigrun Skálagarð, sum er leiðari á HF-skeiðnum í Klaksvík.

? Tí kunnu vit ikki flyta næmingar úr Klaksvík og á Kambsdal ella øvugt. Flokkarnir mugu leggjast har fólkini eru.


Ungar kvinnur

og mammur

Í fjør hevði HF-skeiðið í Klaksvík fleiri enn 30 umsøknir, men tá fingu tey ikki loyvi at gera tveir flokkar. Men nú umsøknirnar nærkast teimum fimti, er avgerðin tikin um at taka tveir flokkar upp hetta skúlaárið.

? Ein stórur partur av teimum, sum byrja á skúlanum nú, eru ungur kvinnur, serliga í 18 og 19 ára aldrinum. Fleiri av teimum eru mammur og síggja sær ein góðan møguleika at brúka HF-skúlan fyri at koma í gongd við eina útbúgving, sigur Sigrun Skálagarð.

? Eg havi eina hóming av, at nógvar av kvinnunum ætla at brúka HF-prógvið fyri seinni at hava betri møguleika at sleppa inn á skúlar, til dømis sjúkrasystra-, lærara- og pedagogskúla.

Sigrun Skálagarð heldur, at fittur partur av kvinnunum, sum velja HF-skúlan í Klaksvík, høvdu farið í studentaskúla, um ein slíkur var í Klaksvík. Nú nærmasti studentaskúlin er á Kambsdali, eru tað mong sum velja at taka eitt ella tvey ár frí frá skúla og so leggja fyri aftur á HF-skúlanum.

Tað ber ikki longur til at fara beinleiðis úr 10. flokki í fólkaskúlanum og á HF, tí umsøkjararnir skulu fylla 18 ár innan árslok í árinum, tá teir byrja á HF.

?Í Klaksvík er nógv fiskivinna, og ein tekniskur skúli er eisini á staðnum. Tað kann verða, at mannfólkini serliga velja teir vegirnar, meðan konufólkini síggja ein møguleika í HF-skúlanum, og tí eru tær so nógvar í tali, heldur Sigrun Skálagarð.


Nóg mikið pláss

Tá skúlaklokkurnar ringja innaftur mánamorgunin 16. august verða sostatt tríggir HF-flokkar í Klaksvík. Harafturat eru eisini vallærugreinar, har fólk, sum taka stakgreinar, eru við.

Men hóast fleiri fólk nú verða á skúlanum, verður ikki trupulleiki við plássi, tí tað er tað nóg mikið av á skúlanum.

Summarfrítíðin er tó nýtt til at gera minni umvælingar, so triðja flokshøli verður klárt. Hetta fyri at allir tríggir flokkarnir skulu hava sítt egna høli, og næmingarnir tí sleppa undan at flyta runt á skúlanum.

Fleiri læraratímar skulu í ár brúkast á HF-skúlanum í Klaksvík, men sambært leiðaranum á skúlanum hevur tað bara við sær, at lærarar, sum eru búsitandi í Klaksvík, koma at ferðast minni á Kambsdal og ístaðin brúka meira undirvísingartíð í býnum.