Frá yvirskoti til hall á Leirvíksleiðini

Siglingin hjá Strandferðsluni um Leirvíksfjørð fór frá 2,6 milliónir í yvirskoti í 1997 til 1,1 millión í halli í fjør

Tað gekk ein veg við rakstrinum av Leirvíksleiðini í fjør. Skeivan veg.

Ársroknskapurin hjá Strandfaraskip Landsins fyri 1998 vísir eitt hall upp á 1,1 millión krónur á Leirvíksleiðini. Hetta stendur í stórar andsøgn til eitt fitt yvirskot upp á 2,6 milliónir í 1997.

Men sambært stjóranum á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall, hevur hetta ein einfalda frágreiðing.

? Dúgvan var í 1998 gjørd klár at sigla alt árið um Leirvíksfjørð, og tað hevði nakrar heilt serliga útreiðslur við sær, sigur hann.

Dúgvan fekk nýggjan bógskrúvumotor fyri 1,8 millión krónur, og harafturat lá skipið leingi á Skála, har ymsar umvælingar vóru gjørdar.


Betri úrslit í ár

Hetta sæst aftur á útreiðslusíðuni, har tann parturin, sum kallast ?leiga, viðlíkahald og skattur? (tað er her umvælingararbeiðið varð bókað) vaks við fleiri milliónum í 1998. Í 1997 vóru hesar útreiðslur 1,3 milliónir krónur, meðan tær vuksu til heilar 5,395 milliónir í 1998.

Hesar útreiðslurnar á Leirvíksleiðini vóru í 1998 nærum eins stórar, sum tær á Suðuroyarleiðini, sum er tann tungasta leiðin at reka.

? Vit vóru noydd at gera Dúgvuna í stand, fyri at hon skuldi kunna sigla um Leirvíksfjørð alt árið. Men hetta vóru útreiðslur, sum ikki koma á hvørjum ári, og tí vænta vit eitt betri úrslit aftur í ár, sigur Reidar Nónfjall.

Ferðslan um Leirvíksfjørð er støðugt vaksin seinastu árini. Í 1993 flutti Strandferðslan 230.000 fólk og 60.000 bilar um Leirvíksfjørð. Í 1997 vóru 264.834 fólk og 79.228 bilar flutt um Leirvíksfjørð.

Tølini fyri 1998 eru ikki klár enn, men sambært inntøkunum á Leirvíksleiðini er aftur ein vøkstur í 1998. Í 1997 vóru inntøkurnar 11,6 milliónir, men vuksu upp í 12,3 milliónir í 1998.