hjá landsstýriskvinnuni. Men greitt er, at Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, í øllum førum ikki tekur undir við lógaruppskotinum. Hann sigur, at kemur til dømis andstøðan við broytingaruppskoti [...] uppskoti, sum eisini fevnir um samkynd foreldur, so tekur hann undir við tí.
tvey ting: Gisting og matstovu, sigur hann. Og tað er eisini nógv sum bendir á, at fólk longu nú hava víst hesum nýggja hotellinum áhuga. Nógvir møguleikar Andreas sær nógvar møguleikar við rakstrinum av [...] Runavík: Tey eru ikki óvon við hotellvirksemi, - hjúnini Andreas og Kirstin Andreassen, sum nú hava tikið yvir á Runavíkar Sjómansheimi. Tey vóru fyri nøkrum árum síðani leiðarar á sjómansheiminum í g [...] nýggja arbeiðspláss sítt fyri Hotel Runavík og við undirheitinum Sjómansheimið. Bæði Kirstin og Andreas hava góðar vónir fyri framtíðina, og tey kunnu longu nú fegnast um, at bíleggingarnar so smátt eru
sigur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Suðuroynna og limur í samgonguni. - Smyril er bygdur fyri at gera umstøðurnar betri fyri flutningi ímillum Suðuroy og Havnina. Og so haldi eg eisini, at hann skal brúkast [...] Johan Dahl sigur, at tað, sum hevur størstan týdning,er at fleiri túrar verða ímillum og tí verður samgonga noydd til at kanna eftir, hvussu Smyril kann sigla tríggjar ferðir ímillum um dagin. Um hann ikki [...] ikki siglur tríggjar ferðir hvønn dag, so eigur hann at gera tað tríggjar dagar um vikuna. Hann vísir á, at um Leirvíksfjørð verður siglt alla tíðina. Vit eiga at veita Suðuroynni somu tænastur, ikki bara
Í vikuni var Hákun Andreas Hansen í Nólsoy ein túr við byrsuni. Eftir eina løtu var hann aftur við hús við 18 gomum nátum. Tá fuglurin var komin í neystið at liggja, fór pápin, Julian Sonni Hansen, at [...] grýtuklárur. Gamal náti er óføra góður matur, men skal fuglurin gagnast væl á døgurðaborðinum, skal hann kóka leingi, helst tað mesta av trimum tímum. At fleyga ella skjóta gamlan náta er vanligt í Nólsoy
Neystabø og Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum, Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum, og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum. Harumframt kom Eyðgunn Samuelsen inn sum tiltakslimur fyri Hans Paula Strøm. So
»skal liva«. Tær illu makirnar, vísir hann á, missa ein fyr og onnur eftir sítt harravald. Tí Guð spardi ikki sín son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki geva okkum alt við honum. Hvør [...] Hvør skal skilja okkum frá kærleika Krists! Trongd? Ella angist? Ella atsókn? ? Nei, einki av tí, sum hann roknar upp skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, Harra okkara. Soleiðis bar Jesus [...] yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur. Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum
heilivágurin móti øllum ótta. Soleiðis sang Jákup Dahl: Óttast ei, men ver tú glaður gakk í tolni hvønn tín veg, Harrin alvæl happi ræður, ikki vil hann gloyma teg. Um bert Harrin við tær er alt í besta [...] stúran ávarar Guðs orð. Óttist ikki sigur Várharra. Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg. Eisini sigur hann við hini kristnu: »Óttast ikki lítla fylgi, tí at faðirin hevur líkað at geva tykkum ríkið«. Ella [...] hesi orðini »Allir lutir samvirka til góða hjá teimum sum elska Guð«. Paulus apostul sær eina vón tá hann so vakurt sigur at »Eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív - kunnu skilja okkum frá Guðs
deyðskamp. Hann veit, at hann stendur í orrustuni millum Guð hin æviga, og tær óndu maktirnar. Hann veit, at skal menniskjað bjargast, er hann noyddur at ganga ta køldu og myrku krossleið, ið hann er komin [...] honum, og tí sigur hann við lærusveinar sínar: »Í hesi nátt munnu tit allir fáa meinboga av mær!« Løtu seinni í Getsemane urtagarðinum tekur hann Pætur og synir Sebedeusar við sær! Og hann sigur við teir: [...] sær at fylgja sær, svíkja hann ferð eftir ferð. Men við stríðnum vinnir hann okkum lívið. Og eru vit í honum, og trúgva vit, at hann er deyður og risin upp, og er farin til himmals at tilbúgva stað fyri
Hann, sum sær Jesus, sum kemur til hansara er kallaður at fylgja honum eftir. At síggja Jesus, at koma til hansara og at fylgja honum, er tað sama sum at trúgva á hann. Við Filippus sigur Jesus hesi bæði [...] trúgv er ikki at vera Jesus-tilhangari, at halda seg til hann, sum ein nú heldur fyri best. Trúgv er at vera ein Jesus-eftirfylgjari, og gera sum hann sigur. Bara sum eftirfylgjarar hansara gerast vit lærusveinar [...] tey at liva rætt og tæna sínum næsta. Fyrst kallaði Jesus lærusveinarnar at fylgja sær, og so sendi hann teir at boða evnageliið um syndanna fyrigeving og hjálpa menniskjum í neyð. Fyrst kallið at fylgja
Harran. Lærusveinarnir síggja Jesus. Andreas kallar hann Messias. Filippus lýsir hann sum tann, ið Móses og profetarnir hava skrivað og vitnað um. Nattanael kallar hann »Sonur Guðs og konga Ísraels«. Hetta [...] við eygunum, meðan hann livir og hevur yrki sítt her á jørðini. Mong síggja í honum ein vanligan mann. Tey kenna foreldur og systkin hansara og enn fleiri ilskast inn á hann, tí hann sigur seg at verða [...] ið hava majestetiskan dám. Og endaliga kallar Jesus seg sjálvan fyri hann, ið eina og aleina er mentur at frelsa okkum. Amen Andreas Andreasen