Eitt krav at Smyril skal sigla fleiri túrar

Suðuroyartingmenn eiga at krevja, at nýggi Smyril fer at sigla fleiri túrar enn Smyril nú ger, sigur ein av tingmonnunum fyri Suðuroy, Johan Dahl

Suðuroyarsiglingin

Tað eigur at verða eitt krav, at túratalið ímillum Suðuroynna og Havnina verður økt, nú nýggi Smyril kemur.
Tað sigur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Suðuroynna og limur í samgonguni.
- Smyril er bygdur fyri at gera umstøðurnar betri fyri flutningi ímillum Suðuroy og Havnina. Og so haldi eg eisini, at hann skal brúkast til tað.
Johan Dahl sigur, at tað, sum hevur størstan týdning,er at fleiri túrar verða ímillum og tí verður samgonga noydd til at kanna eftir, hvussu Smyril kann sigla tríggjar ferðir ímillum um dagin.
 Um hann ikki siglur tríggjar ferðir hvønn dag, so eigur hann at gera tað tríggjar dagar um vikuna.
Hann vísir á, at um Leirvíksfjørð verður siglt alla tíðina.
 Vit eiga at veita Suðuroynni somu tænastur, ikki bara fyri at gera tað lættari hjá suðuroyingum at sleppa norðureftir, men eisini so at tað verður lættari hjá fólki og tænastuveitarum norðanfjørðs at koma til Suðuroyrar.
Hann sigur, at tí eigur samgongan at finna fíggingina, so at hann kann sigla ein túr afturat nakrar dagar um vikuna.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað kostar pening at fáa Suðuroy á føtur aftur og tað mugu vit so taka við.
- Vit hava brúkt hundraðtals milliónir fyri at gera umstøðurnar hjá vágafólki og norðoyingum betri og tí mugu vit eisini geva suðuroyingum betri sømdir. Vit hava lyft fleiri onnur øki í landinum fram á leið og tað mugu vit eisini gera við Suðuroynna. Kostar tað átta milliónir, so lat tað kosta átta milliónir, sigur Johan Dahl.
- Tað einasta, vit biðja um, er at fáa ein túr afturat um dagin so at vit hava tríggjar, og tað er lítið afturímóti tí, sum onnur øki í landinum hava, leggur hann afturat.