Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu, kundu sjey kvinnur finna sær sess, tá ið Løgtingið varð sett í morgun. Og við eykavaldari kvinnu, sita í alt átta kvinnur á tingi í løtuni Tá tingið varð sett fyrrapartin vóru fyri fyrstu ferð sjey av tinglimunum kvinnur. Hesar vóru:
Annita á Fríðriksmørk,Bjørt Samuelsen,og Bergtóra Høgnadóttir Joensen úr Tjóveldi, Helena Dam á Neystabø og Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum, Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum, og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum.
Harumframt kom Eyðgunn Samuelsen inn sum tiltakslimur fyri Hans Paula Strøm. So í alt vóru átta kvinnur á tingið í morgun.