Í vikuni var Hákun Andreas Hansen í Nólsoy ein túr við byrsuni. Eftir eina løtu var hann aftur við hús við 18 gomum nátum.
Tá fuglurin var komin í neystið at liggja, fór pápin, Julian Sonni Hansen, at royta, og síðan varð fuglurin sviðin, vaskaður og gjørdur grýtuklárur.
Gamal náti er óføra góður matur, men skal fuglurin gagnast væl á døgurðaborðinum, skal hann kóka leingi, helst tað mesta av trimum tímum.
At fleyga ella skjóta gamlan náta er vanligt í Nólsoy, men Guð viti, hvat tey høvdu sagt í høvuðsstaðnum, um maður kom eftir vegnum við byrsu í hond.
Enn livir veiðimentanin úti í Nólsoy, og tá nátungarnir eru fyri um mánaðarskiftið august/ september, er gjarna nógv lív í neystunum.
Tað var Evy T. Nielsen, sum mikumorgunin tók hesa myndina í Nólsoy. Myndin liggur úti á facebook-profilinum Nólsoy í myndum.