Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevur ongar ætlanir um, at lógin um foreldramyndugleika skal fevna um samkynd pør, sum tí ikki eru nevnd í lógaruppskotinum, sum hevur verið til hoyringar. Hoyringsfreistin var úti fríggjadagin.
Endamálið við lógaruppskotinum hjá landsstýrinum er at dagføra lógina um foreldramyndugleika, so børn fáa rætt til bæði foreldrini. Samkynd pør falla uttan fyri hesa lógina, staðfesti landsstýriskvinnan í samrøðu við útvarpið.
– Rættarligur foreldraskapur verður staðfestur í »lov om børns retsstilling«, og eg havi ongar ætlanir um at broyta ta lógina, segði landsstýriskvinnan.
– Og á familjurættarøkinum verður tað, sum stendur í samgonguskjalinum raðfest og sammóðurskapur er ikki partur av hesum, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Við Sosialin fyri ólavsøku segði landsstýriskvinnan soleiðis:
– Míni grundvirðir eru, at eitt hjúnarlag er millum mann og kvinnu.
Lesið eisini: Rættindi til samkynd foreldur hótta framvegis samgonguna
Enn vita vit ikki, um samgongan tekur undir við uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni. Men greitt er, at Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, í øllum førum ikki tekur undir við lógaruppskotinum. Hann sigur, at kemur til dømis andstøðan við broytingaruppskoti, sum eisini fevnir um samkynd foreldur, so tekur hann undir við tí.











