viðførisrúmið, er lítið og onki pláss eftir til viðførið. Tvær motorstøddir eru at velja ímillum, ein 1.6 litur við 110 hk, og ein 2.0 við 138 hk Smartur bilur Peugeot 206 CC er ein sera smartur bilur, sum [...] ein góðan summardag. Eftirspurningurin eftir 206 CC er sera stórur, og hann kostar kr.190.000,- hjá P/F Meinhardt Arge.
eindirnar: Eind 1. Heilsufrøðilig viðurskifti 31. jan., 1 og 2 feb.2000, Eind 2. HACCP 14., 15. og 16 feb. 2000 og Eind 3. Íverksettan og viðlíkahald av innaneftirlitinum 28., 29. feb. og 1. mars 2000 [...] av innaneftirliti. Skeiðið verður hildið á Hotel Føroyum og tey, sum undirvísa á skeiðnum eru: Janet F. Johannesen, Guðrið Andorsdóttir, Rakul B. Joensen, Dánjar K. Christiansen, Birna Mørkøre, Rókur í
Henrik Old C 265 208 -57 15 Edva Jacobsen B 225 191 -34 16 Djóni Nolsøe Joensen C 219 200 -19 17 Jaspur Langgaard B 205 195 -10 18 Hanna Jensen F 102 96 -6 19 Bjarni Hammer C 190 188 -2
Í dag fyllir Jógvan Arge, maðurin handan kendu útvarpsrøddina, sjeytifimm ár. Hann er sonur Petru f. Gregersenn úr Syðrugøtu, sum doyði 99 ára gomul í síðsta mánaði, og Niels Juel Arge, gamla útvarpsstjórn [...] týrinum, sum varð skipað í mai í 2002 og sum slitnaði í desember í 2003. Hann hevur eisini sitið í 16 ár í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi, tá var frá 2000 til 2016. Jógvan Arge giftist í 1965 við Maritu
Neistin stórsigur 38-21 á VB. Í steðginum var Neistin á odda 16-8. Erna Pajić og Bára K. Mortensen vóru toppskjúttar hjá VB við fýra málum hvør. Bjørk F. Joensen var toppskjútti hjá Neistanum við heili 13 málum
Jonna Gunnvør f. 1934, býr í Sveits. Jutta Thorgerd f. 1937 býr í Tórshavn. Var gift við Arna Petersen (1932-1989) úr Gásadali. Erling (1938-1939). Jógvan Erling f. 1940, býr í Tórshavn. Kirstin f. 1945, býr [...] Jacobinu Paulinu f. Andreasen (1858-1931) av Eiði. Onnur systkin vóru, ið ikki komu undan. Fyrra kona Jógvans var Johanne Jensine f. Rasmussen. Seinna kona Jógvans var Agathe Elisabeth f. Vang (1902-1987) [...] Jógvan Marius Emil Jensen var sonur Sigrid f. Nolsøe (1855-1891) og Jens í Skrivarastovu (1854-1926). Abbin í móðurætt var Jógvan Nolsøe, faktor í kongliga handlinum á Tvøroyri, sonur Djóna, bróður
Upprunaliga er talan um fimm tunlar tilsamans, harav P/F Bergfrost í 2012 keypti tríggjar teirra fyri 8 miljónir krónur. Feløgini, sum eiga P/F Bergfrost, eru Fram Invest (59,2%), Faroe Ship (18,3), Havsbrún [...] Havsbrún (10,9), Vónin (6,1), og haraftrat eru aðrir eigarar, sum tilsamans eiga 5,4% av P/F Bergfrost. Símin Pauli Sivertsen er stjóri í Bergfrost, og hann er eisini umsitingarleiðari hjá felagnum Framherja [...] tons, tunnil 3, sum tekur 5.000, og síðan er tað tunnil 1, sum tekur eini 3.000 tons - ella umleið 16.000 tons tilsamans. - Tað er eingin loyna, at vit hava áhuga í at keypa hesar báðar seinastu tunlarnar
A: Fólkaflokkurin 6102 6,22 B: Sambandsflokkurin 6046 6,16 C: Javnaðarflokkurin 8093 8,25 D: Sjálvstýri 1305 1,33 + 1 E: Tjóðveldi 6691 6,82 + 1 F: Framsókn 2241 2,28 H: Miðflokkurin 1779 1,81 + 1 Vald [...] tað, ið verður kallað størsti brøkur ella Hamilton hátturin, tá ið vit rokna úrslitið, sigur Petur F. Zachariasen. Tinggáttin Hann greiðir frá, at fyri at ein flokkur skal sleppa inn um tinggáttina, skal [...] kvotufast og tætt upp á kvotubýtið. Hátturin er eisini lættur at brúka og kennist rættvísur, sigur Petur F. Zachariasen. Men hann vísir eisini á, at ein vansi kann vera, at lutfalslig framgongd hjá einum flokki
í gjáramorgunin klokkan níggju, so varð tað útsett til klokkan 14, men tað var ikki fyrrenn klokkan 16, at hann var opin aftur. Sandvíkingar fegnast um, at tunnilin er asfalteraður. Men teir halda samstundis [...] kunningin frá Landsverki til bygdarfólki er undir alt lágmark. Landsverk hevði onkrar lýsingar í KvF, men tað, at arbeiðið dróg so nógv út, varð bara lýst á heimasíðuni hjá stovninum. Tað knípti eisini [...] ein partur av arbeiðnum at asfaltera, ikki heilt eftir vild, heldur. Hann sigur, at tað varð lýst í KvF og seinkingin varð lýst á heimasíðuni hjá Landsverki. Men tað eru eftir øllum at døma verri enn so øll
føddur í Havn, men vaks upp á Deild í Vestmanna. Pápin var Óli á Deild úr Vestmanna og mamman var Maria f. Mikkelsen úr Hovi. Dalli var næsteldstur av 11 børnum. Hugurin stóð til sjógvin, men fyrstu árini árini [...] árum síðani og hevur brúkt tíðina heima til ymiskt ítriv og familjuna. Dalli giftist við Paulu Mariu f. Jacobsen av Eiði í 1961. Tey fingu børnini Jytte, Óla og Magna. Í 1965 settu tey búgv á Suðuroyavegi [...] dagin, hevur Dalli opið hús í heiminum á Suðuroyavegi 5 í Havn leygardagin 23. august frá klokkan 16:00, har øll eru vælkomin. Vit ynskja babba hjartaliga til lukku við stóra degnum. ----- Børnini