Sandvíkingar sluppu ikki av bygdini

Í allan gjár lógu sandvíkingar avbyrgdir, og sluppu hvørki til arbeiðis, til Smyril, til lækna, ella nakað annað

Í allan gjár lógu sandvíkingar innibyrgdir, og sluppu ikki av bygdini.

 

Landsverk hevur asfalterað Sanvíkartunnilin og vegjaðaran, har kaðalir eru lagdir, men arbeiðið tók nógv longri tíð enn ætlað.

 

Úrslitið var, at í allan gjár, sluppu sanvíkingar ikki av húsum, hvørki við Smyrli, til arbeiðis, til lækna, ella nøkur onnur ørindi.

 

Fyrst skuldi tunnilin lata upp í gjáramorgunin klokkan níggju, so varð tað útsett til klokkan 14, men tað var ikki fyrrenn klokkan 16, at hann var opin aftur.

 

Sandvíkingar fegnast um, at tunnilin er asfalteraður. Men teir halda samstundis, at kunningin frá Landsverki til bygdarfólki er undir alt lágmark.

 

Landsverk hevði onkrar lýsingar í KvF, men tað, at arbeiðið dróg so nógv út, varð bara lýst á heimasíðuni hjá stovninum.

Tað knípti eisini við skeltingini uttanfyri, tí dømi vóru um bilførarar, ið ikki vistu av nøkrum, men vóru komnir langt inn í tunnilin, áðrenn teir varnaðust, at teir sluppu ikki ígjøgnum, og so máttu teir bakka allan vegin út aftur .

Annars er Sandvík so mikið lítil bygd, at tá ið okkurt skal gerast, er ikki óvanligt, at senda ein seðil í hvørt hús, ella at biðja ein óvita fara hús úr húsi at siga frá. Tað er ein mannagongd, SEV onkuntíð hevur brúk, tá ið tey taka streymin, ella sum hevur verið brúkt tá ið tey hava tikið vatnið í sambandi við ymsar ábøtur.  

 

Asbjørn Mortensen, økisleiðari hjá Landsverki í Suðuroy,sigur, at ein orsøk til seinkingina var, at báturin, sum skuldi føra asfaltið suður, varð seinkaður av tekniskum breki, og samstundis gekk ein partur av arbeiðnum at asfaltera, ikki heilt eftir vild, heldur.

 

Hann sigur, at tað varð lýst í KvF og seinkingin varð lýst á heimasíðuni hjá Landsverki.

 

Men tað eru eftir øllum at døma verri enn so øll, ið hava fingið tað við, tí tey flestu vórðu tikin á bóli og sjálvur hevur hann onga avgjørda meining um, antin hetta er nøktandi kunning ella ikki.

 

Landsverk hevði lýst, at tunnilin varð stongdur til klokkan níggju í gjáramorginin, ella so leingi arbeiddi vardi.

 

Hetta er í øllum førum eitt orðaljóð, nógv hava misskilt. Nógv hava fatað tað soleiðis, at tunnilin verður opin í seinasta lagið klokkan níggju, men Asbjørn Mortensen sigur, at tað skuldi fatast so, at tað kundi vara longri.

 

Annars sigur hann, at tað eru merkiliga fá, sum hava gjørt vart við sína misnøgd hjá Landsverki. Hann heldur eisini, at sjálv asfalteringin er væl frágingin, men nú skulu strikur málast í vegin, so er liðugt