Peugeot 206 CC - cabriolet og coupéPeugeot 206 CC - cabriolet og coupé

Tað sermerkta við Peugeot 206 CC, er at man faktiskt fær tveir ymiskar bilar í einum. Ein opnan cabriolet til summar og sól, og ein smartan coupé, til ein lutfalsliga lágan prís.

 



Peugeot 206 CC er ein 2+2 bilur. Tað vil siga at tvey fólk sita væl framman, meðan baksetrini eru at rokna sum barnasetur. Á bilum sum hava sjálvberandi karossarí, er takið við til at halda bilinum saman. Tí er 206 CC væl styrktur undir dúrkinum, og millum kabinuna og viðførisrúmið, eins og stálrør eru í rútarammuni til forrútin, so hann tolir harðan stoyt, um bilurin skuldi bólta runt.

Takið í viðførisrúmið

Bókstavirnir CC, standa fyri Coup de Coeur, ið merkir - hjartans útvaldi - á fronskum, ella Coupé Cabriolet, sum bilurin í roynd og veru er. Tí takið kann uttan trupulleikar leggjast niður í viðførisrúmið. Takið er lætt at leggja saman, við at loysa tvey handtøk, og trýsta á ein knøtt millum setrini. Hetta tekur eini 25 til 30 sekund. Tá takið er lagt saman í viðførisrúmið, er lítið og onki pláss eftir til viðførið. Tvær motorstøddir eru at velja ímillum, ein 1.6 litur við 110 hk, og ein 2.0 við 138 hk

Smartur bilur

Peugeot 206 CC er ein sera smartur bilur, sum fæst í fleiri nútímans litum, sum passa væl saman við intrekkinum. Hetta er ein bilur sum hóskar væl til okkara veðurlag, við tað at man hevur ein smartan coupé at koyra við alt árið, og lætt er at taka takið av ein góðan summardag. Eftirspurningurin eftir 206 CC er sera stórur, og hann kostar kr.190.000,- hjá P/F Meinhardt Arge.