Meirilutin, sum sat í Fuglafjarðar býráði við borgarstjóranum á odda, situr í dag sum minniluti í býráðnum. Ósemja hevur verið um ymisk mál, og eitt av málunum er tunlarnir í beninum omanfyri Havsbrún og Bergfrost, sum kommunan enn eigur eftir.
Upprunaliga er talan um fimm tunlar tilsamans, harav P/F Bergfrost í 2012 keypti tríggjar teirra fyri 8 miljónir krónur. Feløgini, sum eiga P/F Bergfrost, eru Fram Invest (59,2%), Faroe Ship (18,3), Havsbrún (10,9), Vónin (6,1), og haraftrat eru aðrir eigarar, sum tilsamans eiga 5,4% av P/F Bergfrost.
Símin Pauli Sivertsen er stjóri í Bergfrost, og hann er eisini umsitingarleiðari hjá felagnum Framherja, sum umframt at eiga síni 59,2% í Bergfrost um felagið Fram Invest, eisini eigur og rekur skip.
- Vit eiga tríggjar tunlar, tunnil 1, 3 og 5, meðan Fuglafjarðar kommuna framvegis eigur tunnil 4 og tunnil 2. Hesir tunlar, sum Havsbrún langtíðarleigar til mjølgoymslu, hava ikki frystiinstalatiónir. Miðgongdin inn til tunlarnar, sum er koyribreyt, er felags.
Stjórin í Bergfrost sigur, at verandi tunlar hjá felagnum eru tunnil 5, sum tekur 8.000 tons, tunnil 3, sum tekur 5.000, og síðan er tað tunnil 1, sum tekur eini 3.000 tons - ella umleið 16.000 tons tilsamans.
- Tað er eingin loyna, at vit hava áhuga í at keypa hesar báðar seinastu tunlarnar eisini, og kommunan hevur eisini bjóðað okkum at keypa. Trupulleikin er, at vit nú sita yvir av einum býráði, har meirilutin, sum var, ikki er meiriluti meira.
Hann sigur, at Bergfrost keypti teir tríggjar fyrru tunlarnar í 2012 fyri 8 miljónir krónur, og teirra boð upp á teir eftirverandi tveir tunlarnar, er 7 miljónir krónur.
- Vit hava skilt, at nýggi meirilutin er nøgdur við henda prísin, men minnilutin, sum borgarstjórin situr eftir við, heldur, at hetta er alt ov lítið í mun til íløguna, sum kommunan hevur gjørt.
Men, Símin Pauli Sivertsen er als ikki samdur við minnilutan og borgarstjóran um, at 7 miljónir krónur ikki er eitt nøktandi boð, og hann er púrasta sannførdur um, at Fuglafjarðar kommuna væl og virðiliga hevur fingið pengarnar aftur fyri íløguna.
- Alt eftir, hvussu tú hyggur upp á roknistykkið, hevur kommunan við sølu av báðum eftirverandi tunlunum fyri 7 miljónir krónur samanlagt fingið íløguna nærum tvífalt aftur, leggur hann aftrat.
Stjórin vísir á, at tá P/F Bergfrost í 2012 keypti teir tríggjar tunlarnar, sum vóru á tilsamans 8.300 fermetrar, fyri 8 miljónir krónur, var hetta ein fermetraprísur á 963 krónur. Teir báðir tunlarnir, sum nú eftir eru, eru á tilsamans 3.300 fermetrar og við sama fermetraprísi, sum teir tríggir fyrru vórðu keyptir fyri, hevði hetta givið 3,1 miljónir krónur.
- Siga vit, at miðgongin, sum er ”alfaravegur” inn til tunlarnar, eisini skal keypast, verður talan um 5.300 fermetrar tilsamans, og tá hevði eitt keyp fyri sama fermetraprís sum í 2012 kostað stívliga 5,1 miljónir krónur.
Men, tann parturin av Fuglafjarðar kommunu, sum við borgarstjóranum á odda nú er í minniluta, sigur, at eftirverandi tunlar og miðgongd skulu seljast fyri meira enn hetta.
- Vit hava bjóðað okkum at keypa hesar tunlarnar fyri 7 miljónir krónur, og tað gevur ein fermetraprís á 1.321 krónur í mun til 963 krónur, sum vit keyptu teir fyrru tunlarnar fyri.
Símin Pauli Sivertsen vísir á, at íløgan hjá Fuglafjarðar kommunu í sínari tíð fyri at gera hesar tunlar var á umleið 26 miljónir krónur. Harav var grótið, sum fekst úr tunlunum og varð brúkt til havnarútbygging í Fuglafirði, vert 14 miljónir krónur. Soleiðis er nettotalið fyri íløguna longu niðri á 12 miljónum krónum.
Í tíðarskeiðnum, meðan kommunan átti allar tunlarnar, leigaði Bergfrost fyri 7,3 miljónir krónur, og Havsbrún hevur leigað fyri 17,5 miljónir krónur. So, nú er knappliga eitt avlop til kommununa á 12,8 miljónir krónur.
- Við okkara keypi í 2012 fyri 8 miljónir krónur, eru vit nú uppi á 20,8 miljónir krónur í avlopi til kommununa. Taka vit so hesar 7 miljónir krónurnar við, sum vit vilja keypa hesar seinastu tveir tunlarnar fyri, eru vit uppi á einum avlopi til kommununa á heilar 27,8 miljónir krónur, sigur stjórin í Bergfrosti.