“Hvat er serstakt fyri Føroyar? Jú vit drepa grind, vit hava seyð gangandi í brattastu skorum, og landsliðið tapir hvørja ferð. Og so snakka vit, uttan at handla!” Fyrimynd og ræðumynd Sum stjóri í Kaupthing [...] ræðumynd. Men tá tað kemur til tað vinnuliga, og tá tað kemur til altjóðageringina er Ísland ein fyrimynd fyri Peter. Teir hava fingið nógv ting í lag, sum føroyingar bara ganga og snakka um. Føroyskir [...] niðri við sandin og í fjøruni høvdu sín nátúrliga lut hjá bygdardronginum. GÍ fylti eisini nógv barna- og ungdómsárini. Fyri ein smádrong var tað ein langur spákitúrur at ganga úr Syðrugøtu, og til Norðragøtu
sett fram og dúkur á borðinum. Nú vantaðu bert teir fegnu gestirnir. Klokkan er 22:58 og Jenis gongur óttafullur í stovuni og í gongini, fer onkutíð upp á loftið har tveir synir hansara sita og lurta eftir [...] fyri Sosialin og Rás 2 koma á gátt. Klokkan er 23:01 og uppteljingin hevur enn einki broytt. Bara Karstin og Bill koma inn. 16 ørkymlaðir mánaðir Samrøðan við umboðini fyri tíðindatænastuna fer beinleiðis [...] triði sonur er í trúboðaratænastu í Noregi og fylgir við valinum umvegis alnetið. Hjartað á pápa teirra leikar í, pulsurin er høgur og spenningurin er til at føla og merkja. Sum uppteljingin stendur beint
tropiskar plantur og fruktir. ? Føroyar eru eitt dýrt land at liva í. Og tað er ógvuliga dýrt at ferðast útum landið, vísir hon á. Men henni dámar væl landið og vøkru náttúruna. ? Her er vakurt og jomfrúuligt [...] borðið situr Susana Mojica de Durhuus. Hon er 30 ára gomul og kemur úr Meksiko. Seinasta hálva árið hevur hon búð í Føroyum saman við manninum Jón. Og nú er hon eisini farin í holt við at læra seg at tosa føroyskt [...] Susana og Jón rokna ikki við, at Føroyar verða staðið har tey altíð fara at búgva. Heldur vænta tey, at tey fara at ferðast nógv aftur og fram ímillum londini bæði, sjálvt um ferðaseðilin ikki bara kostar
Fólkaflokkurin. Javnaðarflokkurin sigur, at teirra uppskot er væl og virðiliga gjøgnumhugsað – og at Taks hevur gjøgnumroknað og váttað, at tølini eru røtt. Fólkaflokkurin hevur ikki gjørt slíkar [...] men hann sigur, at øll skulu gjalda minni í skatti, og harvið kemur meira inn í skatti, tí tá øll gjalda minni, so fara tey at arbeiða meira og harvið rinda meira í skatti. Eitt bjart politiskt mál [...] skulu trúgva teimmum flokkum, sum bjóða seg fram. Og tað er ikki hvørs um helst, sum lovar skattalætta: Flokkarnir hjá fíggjarmálaráðharranum og formanninum í fíggjarnevndini ganga á odda. Tað
sum Føroyar. Jú, betri flutningsmøguleikarnir eru, tess størri verður aktiviteturin, og meira peningur kemur inn í landið. Hendan sannroynd var eisini fremsta orsøk til, at Skipafelagið Føroyar varð stovnað [...] var sambandið við útheimin lítið og óregluligt. Hetta sigur Tórheðin Jensen, sum er sølustjóri hjá Skipafelagnum Føroyar. Hann vísir á, at tá ið Skipafelagið Føroyar og Eimskip løgdu saman í fjør, var málið [...] í USA og Qingdao í Kina, umframt at felagið hevur deildir á eysturstrondini í USA og Kanada. - Hetta er við til at styrkja felagið í framhaldandi alheimsgerðini, sum fer fram rundan um okkum ? og nú eisini
angar av søgu og skeivum vinklum og tað ríkir í gamla træ gólvinum, tá gingið verður á tí. Nú ljóðar úr fartelefonini. Eitt fangandi og melodiskt country-lag spælir. Hetta er røddin hjá Peturi og klangurin [...] sangin fyri stuttum og tað er bert eitt av mongum løgum, ið hann sjálvur hevur skrivað og innspælt. Eitt studio er innrættað í kjallaranum heima við hús uppi á Hamarinum á Argjum, har hann og konan Elsa búgva [...] síðsta ár, aftan á at Petur og Jákup prátaðu um, at stuttligt hevði verið at gjørt okkurt saman. “ Eg ringdi til Jákup og vit fóru oman til Niels Winther (advokat, blðm) og stovnaðu felagið upp á standandi
á eini bensinstøð og fylti á bilin, tá nakrir ungdómar komu framvið og veittraðu og róptu á hana. - Hey Basic-konan, róptu tey og veittraðu. Man verður glaður av tí. Tey eru so fitt og full av lívi, sigur [...] heldur leita allatíðina og so fáa tað heim, sum er smart og sum mær dámar. Eitt sindur ymsastaðni frá og av ymsum merkjum. Sum er, hevur hon merki úr m.a. Onglandi og Týsklandi, og hon fortelur, at tað næsta [...] Veggirnir eru skríggjandi gulir og svartir og øll klædnastativ eru úr kromi. Hóast handilin er lítil til støddar, so eru vørur til nógvar ymiskar málbólkar at fáa, bæði til gentur og dreingir. Her eru klæðir
millum Føroyar og Danmark tey seinnu árini. Henda ávirkanin úr umheiminum kann samanfatast undir tí ofta misnýtta hugtakinum ?globalisering?. Føroyar og globaliseringin Globalisering merkir, at Føroyar í nógv [...] okkum nógv størri kunnleika til umheimin og fremmand mál (fyrst og fremst enskt). Harafturat kunnu vit keypa eina rúgvu av útlendskum bløðum og tíðarritum. Og ikki minst hevur internetið givið einstaklinginum [...] traditionella framleiðsluvinnu (t.d. skó- og møbilframleiðslu) til globala veruleikan; og Baden-Würtenberg í Týsklandi, ið serliga er kent fyri sínar smáu og miðalstóru fyritøkur. Orsøkin til umskipanina
ella á náttklubbinum vóru troytt, og vit skilja tey so væl. Tónleikurin spenti frá Santana til Freddy Mercury og aftur til Skeyk og The Who, og haðani til Eric Clapton og Billy Joel, bert fyri at geva eina [...] leysliga lýsing av, hvussu frálíkur og djarvur tónleikurin var, og fólk hugnaðu sær rættiliga, bæði ung sum hálvung og hálvgomul, og sanniliga var eisini onkur eldri enn eg og Kolbein, sum onkur helt hevði fingið [...] Bridge og London Bridge og ímillum tær liggja HMS Belfast og Norrøna. So verður loyst og øll ljós lýsa, klokkan er um 23, kanska meiri. Siglt verður við lítlari ferð móti brúnni, Tower Bridge, sum fer upp
endurnýggjað seg, og fólkatalið er minkað, og lond,eru sum hava endurnýggjað seg, og byrjað at vaksa aftur. Dømi eru Hetland og Hebridurnar, sum minkaðu niður eina helvt eftir eini øld, og Írland, har helvtin [...] gongd heldur fram og eingin kreppa kemur inn í millum er burðaravlopið komið niður á null í Føroyum í 2037, tvs. at eins nógv børn verða fødd, sum fólk doyggja. Um ein kreppa kemur, kemur hetta sjálvandi [...] røktarheimi, og merkir hetta, at 5000 fólk skulu starvast á røktarheimum og ansa eftir teimum gomlu. - Um 10-15 ár síggja vit tað, og um 30 ár eru vit inni í prosessini, sigur Magni Laksáfoss. Hetta fer at krevja