Eydna Skaale
??????????????
Tá tú trínur inn í handilin Basic í miðbýðnum, leggur tú fyrst til merkis sermerkta stílin, sum heilt avgjørt talar til ungu tannáringarnar. Veggirnir eru skríggjandi gulir og svartir og øll klædnastativ eru úr kromi. Hóast handilin er lítil til støddar, so eru vørur til nógvar ymiskar málbólkar at fáa, bæði til gentur og dreingir. Her eru klæðir í sonevnda skater-stílinum, undirklæðir til gentur, plakatir, neon nalva- og tunguringar, krúss o.m.a.
- Hetta eru sermerktar vørur, sum mær vitandi ikki verða seldar aðrastaðni í Føroyum. Hetta eru vørur, sum tey ungu hava verið noydd at keypt, tá tey hava verið uttanlands, sigur Anna Johansen, leiðari í Basic.
- Eg havi sjálv tvey børn, og eg kenni tað frá teimum. Tað eru júst hesi klæðini, sum tey hava keypt, tá vit t.d. hava verið niðri. Gentan vildi hava undirklæðir og drongurin vildi hava hesar musikktroyggjurnar við hettu, greiðir Anna frá.
Handilin læt upp 15. desember í fjør, men enn er ikki ordilig gongd komin á, t.d. er skiltið uttanfyri handilin ikki farið at lýsa enn. Men tað kemur.
- Tað tekur eisini langa tíð at fáa alt í rættlag við leverandørarnar. Eg havi bílagt onkra vøru úr Onglandi, men tey vistu ikki hvar Føroyar var, so tað tók mær næstan ein máðna áðrenn eg fekk vøruna, greiðir Anna frá.
Hóast hon er von at hava við kundar at gera, so hevur Anna aldri roynt at hava ein slíkan handil fyrr. Dagliga selir hon spreingievni í fyritøkuni C.C. Johansen.
- Teir kundarnir eg eri von við, eru eitt sindur øðrvísi enn tannáringarnir, ið koma inn í Basic, sigur hon.
- Her koma mest ungfólk úr 11 og upp í eini 16 ár. Tey hava tikið stak væl ímóti handlinum. Vit hava næstan ikki havt tørv á lýsingum, tí tey ungu hava tosað sínamillum, og sagt øðrum frá um handilin. Eg merki týðuliga, at tað hevur verið tørvur á einum slíkum handli, sigur Anna.
- Tey ungu eru so fitt at hava við at gera. Eg fekk nógvar ávaringar áðrenn eg lat upp, um at tey ungu stjala so illa og eru so ófólkalig, men tað hava eg einki merkt til, tvørturímóti. Eg haldi tey eru stuttlig at handla við. Tey koma inn á gólvið og hyggja og fjasa; eg havi bara gott at siga um tey.
Anna greiðir frá, at hon ein dagin stóð á eini bensinstøð og fylti á bilin, tá nakrir ungdómar komu framvið og veittraðu og róptu á hana.
- Hey Basic-konan, róptu tey og veittraðu. Man verður glaður av tí. Tey eru so fitt og full av lívi, sigur Anna.
Hon greiðir frá, at ætlanin upprunaliga var at fara at selja smart undirklæðir til ungar damur. Sum er, hevur hon tvey merki av undirklæðum: Pussy DeLuxe og Viva Maria.
- Eg havi næstan selt øll undirklæðini, sum eg fekk heim. Her er næstan einki eftir nú, tú sært, stativini eru næstan púra tóm. Men eg fái nýggja vøru mánadagin. Hetta er bara eitt tekin um, at eg veruliga havi rakt punktið, sum hevur manglað. Her koma ungar gentur, heilt niður í eini 11 ár, at keypa sær smart undirklæðir.
Anna leggur afturat, at hon í løtuni eisini leitar eftir einum bíligari merki av undirklæðum, so prísirnir kanska kunnu nærkast teimum í vælkendu og bíligu ketuni H&M. Tí tað er har, hesar genturnar vanliga keypa síni undirklæðir. Men Anna leitar ikki eftir vøru, sum flestu aðrir handla-eigarar.
- Eg tími ikki at fara niður á messu, og so bara keypa eina heila kollektión av onkrum merki, sum flestu aðrir handlar gera her heima. Eg vil heldur leita allatíðina og so fáa tað heim, sum er smart og sum mær dámar. Eitt sindur ymsastaðni frá og av ymsum merkjum.
Sum er, hevur hon merki úr m.a. Onglandi og Týsklandi, og hon fortelur, at tað næsta, sum hon fer undir at selja, er ótrúliga vælumtókta merkið SWEA, sum er hægsti móti bæði í Danmark og í Svøríki.
- Tað eri eg nokkso spent uppá. Øll ganga í hesum merkinum í grannalondunum, so tað verður spennandi um føroyngar eisini fara at taka tað til sín, sigur hon.
Spurd um tað ikki er eitt sindur vágið at lata handil upp, nú øll tosa um verri tíðir, svarar hon, at tað heldur hon ikki.
- Man má sjálvandi ansa eitt sindur eftir, men eg haldi man er noyddur at royna. Man kann ikki bara seta seg hendur í favn, tí at fólk tosa um verri tíðir. Hevði eg havt ein stóran handil, sum kostaði nógv í leigu, so var kanska øðrvísi hjá mær, men sum er, havi eg hetta lítla høli, sum ikki er so øgiliga dýrt at leiga. Men eg haldi avgjørt, at man má tora at satsa og royna okkurt nýtt, sigur Anna Johansen at enda.