Farmaflutningur
- Tað at eitt gott flutningskervi nørir um vinnulívið, er ikki minst galdandi í einum oyggjasamfelag sum Føroyar. Jú, betri flutningsmøguleikarnir eru, tess størri verður aktiviteturin, og meira peningur kemur inn í landið. Hendan sannroynd var eisini fremsta orsøk til, at Skipafelagið Føroyar varð stovnað í 1919. Tá var sambandið við útheimin lítið og óregluligt.
Hetta sigur Tórheðin Jensen, sum er sølustjóri hjá Skipafelagnum Føroyar.
Hann vísir á, at tá ið Skipafelagið Føroyar og Eimskip løgdu saman í fjør, var málið at taka ábyrgdina av størsta flutningskervinum í Norðuratlantshavi.
- Meðan Føroyar og Skipafelagið Føroyar nú av álvara eru komin við í alheimsgerðina, stendur tó framvegis tað upprunaliga endamálið hjá Skipafelagnum eftir sum ein viti, ið vísir vegin, nevniliga at vera fremst innan alt, sum hevur við farmaflutning at gera - til og úr Føroyum, sigur Tórheðin Jensen.
Hann leggur aftrat, at í hesum liggur eisini eitt greitt mál hjá Skipafelagnum um at veita logistiskar heildarloysnir og at loysa allan flutningstørv hjá føroyskum inn- og útflytarum.
- Førleikin hjá felagnum skal gagnnýtast til frama fyri viðskiftafólkini, og tað merkir eisini, at tænastan verður skræddaraseymað eftir hesum tørvi.
Tórheðin Jensen sigur, at størsta virksemi hjá felagnum fer fram á farmaleiðini millum Norðurevropeiska meginlandið, Bretland og Føroyar.
- Men vit føra eisini farm kring allan heimin, leggur hann aftrat.
Skipafelagið hevur í dag deildir bæði í Seattle í USA og Qingdao í Kina, umframt at felagið hevur deildir á eysturstrondini í USA og Kanada.
- Hetta er við til at styrkja felagið í framhaldandi alheimsgerðini, sum fer fram rundan um okkum ? og nú eisini í Føroyum, sigur Tórheðin.
Hann vísir á, at kjarnin í Skipafelagnum Føroyar er viðskiftarin og starvsfólkini.
- Lykilin til eitt gott avrik og vinnuliga nyttu fyri viðskiftafólkini er og hevur altíð verið starvsfólkið umborð á skipunum, í bilunum, á bryggjuni, í goymsluhallunum og á skrivstovunum. Hesi skulu kenna seg sum ein týðandi og virdan part av felagnum; teirra arbeiði skal vera áhugavert og gevandi, soleiðis at tað verður mennandi, bæði fakliga og persónliga, sigur Tórheðin Jensen, sølustjóri.