um náttina. Bjørn Patursson, bóndi, sigur, at hann á kvøldi hugsaði mest um vindin, tó at áarførið menti seg upp á fáar tímar. Men vindin metti hann at vera eini 30 til 35 metrar um sek., og harvið eitt [...] ógvusligu hendingina, at tey ikki eru komin so langt við at hugsa um fylgjurnar ella arbeiðið, sum nú skal gerast. Men bóndin ásannar, at har gerst onki við hond, tí har eru bøkkar komnir oman, ið eru eina manshædd [...] helst høvuðsorsøkin til at skriðan bleiv so ógvuslig. Tunlarnir hava ikki megnað at svølgt áarførið, ið kom so brádliga úr erva. Trístið frá vatninum hevur sprongt svørin oman av tunlunum sum síðani hevur
bíðilista Tað ringasta við at vera á listanum eru teir dagarnar, tá man hevur tað ordiliga keðiligt. Tá hugsar man, at man kanska ikki hevur tíð at bíða eftir teimum nýggju lungunum. At tað verður ov seint hjá [...] uppá, at eg má bíða leingi aftrat. Men eg vóni at tey koma. Tað eru tó nakrir dagar, ið eru lættari enn aðrir, tá tað einasta man ger er, at bíða eftir eini telefon at ringja. - Tað ringasta við at vera [...] soleiðis at hon í dag hevur ein lungavirkna, ið er einans 22 prosent av tí, ið frísk fólk hava. - Um fólk ynskja at vita hvussu tað er, so kunnu tey royna at seta klemmu á nøsina og síðan royna at anda gjøgnum
tíðina heldur saman enn, og týskvøldið hittust nakrir teirra fyri at markera, at tað í ár eru 50 ár síðani gylta árið í 1973, tá teir byrjaðu at vinna. Teir hittust inni í hugnaligu húsunum “Beinisvørð”, sum [...] Havnarbátin at vinna ólavsøkuróðurin, so teir máttu senda boð eftir einum manni, sum kláraði at lyfta ta uppgávuna og fáa sigurin heim. – Eg hevði tað í høvdinum allatíð, meðan vit róði, at mín partur skuldi [...] eisini, hvussu tað skalv undir mær at møta sumbingum á ólavsøkuni, tí Sumbingur skuldi rógva. At koma úr eini bygd og rógva ímóti sínum samleika var ikki væl sæð. Eg minnist, at teir róptu hurra fyri Havnarbátinum
ngmaðurin spyr eisini, hvussu tað bar til, »at stjórarnir beinanvegin sluppu at seta heilt upp í 7 milliónir krónur í bankan. Var tað tí, at teir vistu, at partabrøvini vóru yvirteknaði 26 ferðir og tí [...] stjórin seta seg fyri 181 milliónum, fyri til endans at fáa 7«. Tað er heldur ikki sørt, at John Johannessen rør framundir, at samband er millum, at Jákup á Dul Jacobsen setti fyrrverandi landsstýrismannin [...] ávarar John Johannessen ímóti at fremja aðrar einskiljingar, áðrenn sølan av Føroya banka er kannað: »Oman á allar hesar spurningar ber kortini tíverri til at staðfesta, at hendan fyrsta veruliga priva
ngmaðurin spyr eisini, hvussu tað bar til, »at stjórarnir beinanvegin sluppu at seta heilt upp í 7 milliónir krónur í bankan. Var tað tí, at teir vistu, at partabrøvini vóru yvirteknaði 26 ferðir og tí [...] stjórin seta seg fyri 181 milliónum, fyri til endans at fáa 7«. Tað er heldur ikki sørt, at John Johannessen rør framundir, at samband er millum, at Jákup á Dul Jacobsen setti fyrrverandi landsstýrismannin [...] ávarar John Johannessen ímóti at fremja aðrar einskiljingar, áðrenn sølan av Føroya banka er kannað: »Oman á allar hesar spurningar ber kortini tíverri til at staðfesta, at hendan fyrsta veruliga priva
Havnardali, har onkrar tónleikaframførslur vóru, og høvi var at fáa smakkiroyndir. Nú veðrið er so avbera gott í kvøld, er væntandi, at fólk vera at síggja leingi í býnum í kvøld og í nátt, nú tað er fríggjakvøld [...] fólk leitað sær oman í býin. Nógv ymisk tiltøk eru kring um í býnum, og handlarnir hava leingi opið. Hýrurin á fólki er góður, og kvøldið minnir mest um eina lítla ólavsøku. Fólk eru at síggja allastaðni
Kalamazoo, so fólkatalið í øllum økinum er oman fyri 300.000. Calvary Bible-samkoman varð stovnað sum sjálvstøðug samkoma í 1929. Høvuðsmál samkomunnar er at vera og gera lærisveinar, sum sýna fram og kunngera [...] aðrar eindir at virka frá umfata góðar 30.000 fermetrar á einum øki, ið er umleið 73.000 fermetrar til støddar. At tilbiðja Gud er aðalmálið í lívinum í Calvary-samkomuni, og samkoman roynir at bera fram [...] jólakonsert, ið er vorðið stak gott høvi til at røkka út til fólkið har um vegir. Calvary Bíble-sangkórið tók upp sína fyrstu ljómfløgu í mars 2001 við heitinum ?Worship at Calvary? Live!" Tim Hathaway er sang-
vestaneftir ger, at seinnapartin fløðir tað umleið hálvan triðja metur meiri enn tað vanliga við ta vesturjútsku strondina. Danska veðurstovan DMI hevur tí sent út ávaring og biðið fólk vera ansin, um tey [...] tey ætla sær oman á strondina. Tað hevur verið hvassur vindur av suðri og útsynningi við jútsku vesturstrondina allan dag við høðrum hvirlum, og tað hevur trýst nógvan sjógv inn at landi. Veðurmenninir siga
føroyskum. Í miðal 100 um árið. Og gongdin letur til at halda fram. Tíbetur, hugsa øll, ið dámar væl at fáa eina góða bók í hondina. Árið, ið nú er við at halla, er einki undantak. Høvundar og ymsu forløgini [...] er um hesa tíðina, stutt fyri jól, at so at siga meginparturin av bókunum kemur. Tær, ið koma út aðrar tíðir á árinum, detta onkusvegna burtur ímillum. Hyggja vit at úrvalinum av bókum, ið eru komnar út [...] Tey, ið eftir eru, gera av at flyta. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini. Tvey ár seinni ger hann av at fara út í heimin og brátt verður honum greitt, at hann skal eina langa, trupla
býarplanlegging - sigur mær, at Tvøroyrar kommuna eigur at vísa Varðanum Pelagic á eitt ídnaðarøki, har møguleiki er fyri at vaksa, so vinnan, Tvøroyri og Suðuroyggin eru tilreiðar at taka ímóti stóru møguleikunum [...] ráur stemningur, men eisini fjálgur, hóast tað kann vera nokkso droytt at koma í stívu saltfiskaklæðini um morgunin. Eg arbeiði í saltfiski heldur enn at ganga í 10. flokki, stakki saltfisk í gamla flakavirkinum [...] Pelagic staðsetta á serligum ídnaðarøki – fáa m.a. at vita, at vit á henda hátt steðga øllum framburði og liva í einum nostalgiskum hugaheimi. Eg haldi, at vit gera júst tað ØVUGTA, vit eru framskygd og taka