Bjarni Sørensen, Louis Houman, Heðin Mortensen, Jørgen Jacobsen, Høgni Egholm, Brynjolvur Jensen og Sjúrður Engskarð. Vanta á myndini: Hans Petur Joensen, Tórshavn. Mads Hansen, Glyvrar. Øssur T Simonsen, Tórshavn. Karl Oliver Bærentsen (sáli), Skopun og Sjúrður Cristiansen, Oyri. (Myndir: Álvur Haraldsen)

Stór samrøða við garparnar frá Havnarbátinum í 1973: – Soleiðis minnast vit gullárini

Vit vóru ein túr á gátt í "Beinisvørð", tá ein partur av manningini frá gamla Havnarbátinum hittust fyri at markera, at 50 ár eru liðin síðan teirra gylta ár í 1973.

Bjarni Sørensen, Louis Houman, Heðin Mortensen, Jørgen Jacobsen, Høgni Egholm, Brynjolvur Jensen og Sjúrður Engskarð. Vanta á myndini: Hans Petur Joensen, Tórshavn. Mads Hansen, Glyvrar. Øssur T Simonsen, Tórshavn. Karl Oliver Bærentsen (sáli), Skopun og Sjúrður Cristiansen, Oyri. (Myndir: Álvur Haraldsen)

70'ini vóru tey gyltu árini hjá Havnarbátinum (10-mannafar).

 

Teir blivu føroyameistarar í 1973, 1974, 1975, 1976, 1977, 1978 og 1979.

 

Manningin frá Havnarbátinum hesa tíðina heldur saman enn, og týskvøldið hittust nakrir teirra fyri at markera, at tað í ár eru 50 ár síðani gylta árið í 1973, tá teir byrjaðu at vinna.

 

Teir hittust inni í hugnaligu húsunum “Beinisvørð”, sum Brynjolvur Jensen hevur bygt uttan fyri hjá sær.

 

Her høvdu teir fínt smyrjibreyð og okkurt gott at drekka.

 

Vit vóru ein túr framvið og hoyrdu nakrar røvarasøgur og um góð minnir.

 

Brynjolvur Jensen, Sumba

 

##med2##

 

Í 1972 endaði Brynjolvur í Havnabátinum, tí táverandi manning fekk eitt fráfall beint upp undir ólavsøkuna. Tað var viktigt fyri Havnarbátin at vinna ólavsøkuróðurin, so teir máttu senda boð eftir einum manni, sum kláraði at lyfta ta uppgávuna og fáa sigurin heim.

 

– Eg hevði tað í høvdinum allatíð, meðan vit róði, at mín partur skuldi ikki liggja eftir. Tá blivu vit nummar 1.

 

Í 1973 róðu teir aftur.

 

– Tað, eg minnist best, var, at vit róðu uttan fyri molan, sum var øgiliga órættvíst í mun til streymviðurskiftini. Skálabáturin píndi okkum, tí hann var so trekur at fáa lagt afturum. Á ólavsøkuni í 1973 var hann fremstur allan vegin, inntil 200-150 metrar vóru eftir. Men knappliga rópar okkara góði róðursmaður av Oyri, Sjúrður Christiansen: “Minnist til avtaluna við Kjartan Mohr!”. Tað fór sum eitt sett í gjøgnum bátin. Hann fór upp á kjøl, og vit kláraðu at taka Skálabátin, fortelur Brynjolvur og minnir á, hvat Kjartan Mohr lovaði teimum:

 

– Hann segði: “Um tit vinna á ólavsøku, so lovi eg tykkum ein kassa frá Kattrup. Tað vil siga 12 fløskur - og tólvtu fløskuna skeinki eg til tykkum heim hjá mær privat í stovuni!”

 

Eitt annað minnið frá Brynjolvi, sum er sumbingur:

 

– Eg minnist eisini, hvussu tað skalv undir mær at møta sumbingum á ólavsøkuni, tí Sumbingur skuldi rógva. At koma úr eini bygd og rógva ímóti sínum samleika var ikki væl sæð. Eg minnist, at teir róptu hurra fyri Havnarbátinum. Har kom enntá telegram úr Sumba frá mammu míni til Havnar Róðrarfelag.

 

 

 

Bjarni Sørensen, Húsavík

 

##med3##

 

Bjarni Sørensen, sum er úr Húsavík, minnist serliga, tá teir róðu í Fuglafirði.

 

– Tað var fyrsta árið, tað bleiv róð um stig. So vit máttu luttaka. Annars hevði Havnar Róðrarfelag boykottað fuglifirðingar í róðri. Onkur óheldig hending hevði verið, sum róðrarfelagið fekk skyldina fyri, og teir blivu fornermaðir. So vit luttóku ikki í róðri í Fuglafirði. Men tá vit nú skuldu rógva um stig, máttu vit luttaka.

 

– Vit koma so til Fuglafjarðar, og vit blivu øgiliga væl móttiknir. Tað hevði gingið væl hjá okkum, so tað var ein vissur spenningur. Vit fara so út á málið. Men á veg út á málið uppdaga vit, at ein ár er brotin. Tað setti ordiligan panikk í bátin. Men vit fingu samband við onkran, sum fór inn at finna okkum eina ár. Vit fingu so eina ár frá Kvívíkingi. So ein okkara róði við einari 8-mannafarsár, fortelur Bjarni Sørensen.

 

Havnarbáturin vann hóast alt.

 

– Niels Juul Arge varpaði út, og hann segði, at “tað sær út sum teir hava sett motor í Havnarbátin!”.

 

Eitt annað minnið um tað sama:

 

– Man hevði ikki loyvi at hava radio við í bátinum, tí man skuldi ikki kunna fylgja við, hvat hinir gjørdu. Eg minnist, at man snakkaði um, at Havnarbáturin skuldi hava havt radio umborð. Tað kann kanska samanlíknast við doping í dag.

 

 

 

Louis Houmann, Oyndarfjørður

 

##med4##

 

Louis Houmann lýsir hesa tíðina við Havnarbátinum sum heilt serliga. Bæði umborð og á sjónum – men tað, sum hendi aftaná róðrarnar, var eisini serliga stuttligt.

 

– Tað var ein deilig tíð. Man kom í eitt heilt annað miljø, tá man kom av bygd og til Havnar.

 

– Eg haldi ikki, tey ungu í dag trúgva, hvussu tað gekk fyri seg. Vit fóru allir í býin um kvøldið. Onkur segði, man róði bara fyri ballið skyld. Tí tað var ótrúliga festligt. Tað var tað. Har hendi nógv, sum ikki hendir í dag. Nú er alt meira sterilt, sum man sigur. Ítrótturin er jú eisini blivin meira professionellur. Hatta var okkara tíð, og nú er ein nýggj tíð. 
Louis hevur eina søgu, sum hann minnist serliga væl.

 

– Tað bleiv so trongt á Vaglinum, og eg og Martin Kúrberg (fyrrv. formaður) endaðu so einsamallir, vilstir frá hinum. Vit koma oman í Hafnia og síggja blitz-ljós. Martin kastar seg fram og fær fatur á kamera-apparatinum, sum vísti seg at hoyra til ein danskan pressu-fotograf. Hann svingaði tað tríggjar ferðir runt, og so slepti hann tí, so tað fór beint inn í garðin hjá Ríkisumboðnum. Hevði tú vitað, hvussu óður hesin danskarin bleiv, flennir Louis.

 

 

 

Jørgen Jacobsen, Havn

 

##med5##

 

Jørgen Jacobsen og Høgni Egholm vóru einastu havnarmenninir umborð á Havnarbátinum. Jørgen minnist serliga væl, tá teir róðu í Fuglafirði í 1973.

 

– Vit fóru út og skuldu finna útav, hvar vit skuldu taka endaspurtin, um tað stóð illa til. Vit fara út móti málinum. So skjýtur hann. Eitt tvey trý, so vóru allir bátarnir vekk. Vit vóru aftast. Tað vóru vit nokkso leingi.

 

– Tá tað nærkast 1.000 metrum, so begynna vit at hoyra áratøkini og stýrimenninar frá hinum bátunum. Sjúrður var stýrimaður hjá okkum. So sigur hann, at vit skulu spurta. Tað bleiv ein langur endaspurtur. Vit komu framum nokkso væl, men móti endanum begynti at dragna aftur. Tað stóð nógv á, men vit kláraðu tað, fortelur Jørgen.

 

– Tá sigur Niels Juul Arge í útvarpinum, meðan vit róðu, at tað var okkurt snedigt við hesum bátinum. “Tað er sum fuglamál. Stýrimaðurin sigur okkurt, og so eru allir í takt. Har má vera okkurt serligt millum stýrimann og menninar”.

 

Eisini minnist hann róðurin á ólavsøkuni árið eftir í 1974.

 

– Tá stóð nógv á. Vit og Skálabáturin komu um málið í senn. Tað var fyrstu ferð, vit róðu innan fyri molan. Teir funnu ikki útav, hvør var tann fremri. So ein frá hvørjum báti bleiv tikin upp at hyggja eftir, meðan teir dømdu út frá filminum frá kameranum. Niðurstøðan bleiv, at Havnarbáturin vann.

 

– Har var ógvuliga javnt. Tað var ein harður róður. Skálabáturin var ringur at taka.

 

Samanhaldið minnist Jørgen eisini væl.

 

– Vit hildu so væl saman. Tá í tíðini gistu vit, tá vit róðu. Fóru leygardag og heim aftur sunnudag. So vit vóru nógv saman ta tíðina. Og eingin var bundin av børnum og øðrum. Eg haldi, man í dag fer nokkso skjótt aftur til húsar aftaná hvønn róður.

 

 

 

Heðin Mortensen, Havn

 

##med6##

 

Heðin Mortensen bleiv valdur til formann í Havnar Róðrarfelagi í 1973, og hann hevur eisini verið partur av manningini í Havnarbátinum onkuntíð. Manningin er honum takksom fyri at hava gjørt so stórt arbeiði fyri róðrarfelagið.

 

– Eg stillaði upp til býráðið fyri at fáa betri umstøður til Havnar Róðrarfelag og bleiv valdur upp á tað í 1972. Longu í 74-75 stóð neystið við sera góðum umstøðum liðugt til allar hesar hørðu dreingirnar her, sigur Heðin, sum legði frá sær í 1978 fyri síðan at fara víðari til ÍSF sum skrivari og seinni formaður.

 

– Neystið gav teimum fantastiskar møguleikar. Teir kláraðu tað bara betri og betri. Onkur segði, at tað kanska var eitt sindur órættvíst, at Havnar Róðrarfelag skuldi hava so góðar umstøður.

 

– Havnarbáturin var Føroyameistari í eini 10 ár út í eitt. Eingin annar hevði klárað tað fyrr.

 

Tað eina árið blivu allir bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag føroyameistarar. Tað var stuttligt, sigur Heðin, sum eisini royndi at rógva við hesari somu manning frá 1973.

 

– Í 1977 manglaðu teir fólk umborð. Tá fór eg umborð. Vit vunnu ólavsøkuróðurin og blivu føroyameistarar. Tað var saman við hesum guttunum her, sum eru her í kvøld, sigur hann.

 

– Fyri at blíva róðursmaður mátti man ikki viga for nógv. So eg mátti venja og renna fyri at sleppa av við nøkur kilo. Men tað gekk skjótt.

 

– Eg fekk skotið í skógvarnar, at um vit ikki vunnu á ólavsøku 77’, so var tað mín skyld. So har stóð nógv á. Men tað gekk. Vit vunnu. Tað var ein fín løta.

 

 

 

##med7##

 

##med8##

 

Bjarni Sørensen, Louis Houman, Heðin Mortensen, Jørgen Jacobsen, Høgni Egholm, Brynjolvur Jensen og Sjúrður Engskarð. Vanta á myndini: Hans Petur Joensen, Tórshavn. Mads Hansen, Glyvrar. Øssur T Simonsen, Tórshavn. Karl Oliver Bærentsen (sáli), Skopun og Sjúrður Cristiansen, Oyri. (Myndir: Álvur Haraldsen)