Stór kórvitjan úr USA

Hósdagin 12. juni kemur eitt stórt amerikanskt sangkór á vitjan í Føroyum. Talan er um The Calvary Choir, ið er úr samkomuni Calvary Church í Kalamazoo. Pastorur í samkomuni er John Monro, ið er giftur við føroyskari konu

Amerikanska sangkórið, The Calvory Choir, vitjar í Føroyum frá 12. til 16. juni. 56 fólk eru í kórinum, sum fer at vitja í ymiskum samkomum í Føroyum. Pastorur í samkomuni er John Monro, ættaður úr Edenburgh í Skotlandi. Hann giftist í 1974 við Gudny, f. Gunnarsson, úr Havn, dóttir Jørghild, f. Thomsen, og Ingolf Gunnarsson. Gudny og John hava búð í USA síðan 1981, tey eiga sonin Christopher.
Calvary-sangkórið er úr samkomuni Calvary Church í Kalamazoo, Michigan í USA. Kalamazoo er býur við 70.000 íbúgvum í ein landsynning í statinum Michigan, góðar 100 km eystan fyri Chicago og vestan fyri Detroit. Her liggja læristovnarnir Western Michigan University og Kalamazoo College. Fleiri smærri býir liggja rundan um Kalamazoo, so fólkatalið í øllum økinum er oman fyri 300.000.
Calvary Bible-samkoman varð stovnað sum sjálvstøðug samkoma í 1929. Høvuðsmál samkomunnar er at vera og gera lærisveinar, sum sýna fram og kunngera Harran Jesus Kristus. Sangkórið er eisini kent fyri at halda fast við grundreglurnar í orði Guds. John Munro hevur verið leiðandi prædikumaður (pastorur) í Calvary Bible-samkomuni síðani í mai 1996.
Vanliga vitja fleiri enn 2000 fólk møtini hvønn sunnudag, og er hetta tal tvífaldað seinastu sjey árini. Samkomubygningar og aðrar eindir at virka frá umfata góðar 30.000 fermetrar á einum øki, ið er umleið 73.000 fermetrar til støddar.
At tilbiðja Gud er aðalmálið í lívinum í Calvary-samkomuni, og samkoman roynir at bera fram tilbiðjan og lovsong í einum bíbilskum, javnvigandi stíli, har Gud er miðdepil. Calvary-sangkórið umboðar hesa lívsáskoðan og er kjarnin í eini tónleikatænastu, sum eisini umfatar eitt orkestur, ið telur 30 limir, eins og fleiri lovsongsbólkar og ljómlið, handklokkukór og fleiri barnakór. Sangkórið syngur fyri tað mesta sunnumorgnar og hevur, ið hvussu er, tríggjar framførslur á eini árligari jólakonsert, ið er vorðið stak gott høvi til at røkka út til fólkið har um vegir. Calvary Bíble-sangkórið tók upp sína fyrstu ljómfløgu í mars 2001 við heitinum ?Worship at Calvary? Live!" Tim Hathaway er sang- og tilbiðjanar-pastorur í CBC (Calvary Bible Church). Partur av ábyrgd hansara er at fyrireika og leiða lovsongin og at stjórna sangkórinum og tónleikarunum. Hann og kona hansara, Vicki, eiga tríggjar døtur.
Kórið syngur í hesum støðum:
Fríggjakvøldið 13. juni kl. 19.00 í Betesta í Klaksvík
Leygarkvøldið 14. juni kl. 20.00 í Siloa í Fuglafirði
Sunnudagin 15. juni kl. 10.30 í Lívdini í Hoyvíkar Skúla
Sunnukvøldið 15. juni kl. 18.00 í Ebenezer