Tað er mentanarnátt í Havn, og í góðveðrinum í kvøld hevur nógv fólk leitað sær oman í býin. Nógv ymisk tiltøk eru kring um í býnum, og handlarnir hava leingi opið.
Hýrurin á fólki er góður, og kvøldið minnir mest um eina lítla ólavsøku.
Fólk eru at síggja allastaðni í miðbýnum - á Bursatanga, eftir Áarvegnum, á Vaglinum, eftir Niels Finsensgøtu, Tórsgøtu, Vágsbotni, Skálatrøð, og rættiiga nógv fólk eru eisini í Dr. Jacobsensgøtu við síðugøtum.
Fyrr í kvøld skipaðu tey eisini fyri tiltøkum úti í Akranesgøtu í Havnardali, har onkrar tónleikaframførslur vóru, og høvi var at fáa smakkiroyndir.
Nú veðrið er so avbera gott í kvøld, er væntandi, at fólk vera at síggja leingi í býnum í kvøld og í nátt, nú tað er fríggjakvøld, og mong hava frí í morgin.










