seinna hálvleik økti liðformaðurin Rúni Nolsøe um leiðsuna. Hann kom at standa púra leysur í brotsteiginum eitt sindur høgrumegin málið. Hann ivast ikki, men langar til framvið einum hjálparleysum René [...] høgra borði, og John Petersen kom at standa púra leysur frammanfyri málinum. Hann skuldi bara seta høvdið á bóltin, men hann brast í stongina. Tá var hálvur tími eftir, og eitt mál tá hevði avgjørt givið [...] (2-0) 1-0: Uni Arge 2-0: Uni Arge 3-0: Rúni Nolsøe HB: Bárður Johannesen ? Jan Dam, Jóhannus Joensen, Hans á Lag ? Tór-Ingar Akselsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen (Nicu Dogaru) ? Andrew
varð biðin um at greiða frá, hvørjar trolarar hann meinti við, tá hann segði fólkaflokstrolarar. Ein spurningur var til fólkafloksumboðið, Petur Hans Joensen, um útlendingapolitikk. Anfinn Kallsberg, løgmaður [...] er eitt valevni. Fyrireikararnir høvdu heitt á hann um at syngja ein tátt áðrenn spurnarrunduna. Hann sang ein góðan valtátt og millum ørindini, hevði hann eitt skot til hvønn flokkin. Beinrakin skot vóru [...] hjá fólki var nakað, sum Meinhard Hansen, valevni hjá sambandsflokkinum segði. Hann helt ikki nakra langa røðu, men hann endaði við einum øðrvísi vallyfti. ? Nú fari eg at koma við einum vallyfti, sum
tveir, sum fara at umboða Føroyar. Saman við mær verður kappingarleiðarin, Hans David Hansen, við á fundinum, sigur Hannis Joensen. Tað ræður um at knýta persónlig sambond og at liggja framvið og fáa at vita [...] Enn eiga Føroyar ikki limaskap í altjóða róðrar sambandinum. Og sambært formanninum í RSF, Hannisi Joensen, so verður limaskapurin ikki veruleiki nú beinanvegin, sjálvt um tað verður arbeitt við málinum.
fyri hendan skúlan, er Asbjørn Joensen, sáli, og hann hevði verið ein fegin maður, hevði hann upplivað hendan dagin, nú eitt yngri ættarlið hevur tikið við eftir hann og hevur gjørt eina stóra útbygging [...] Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, sum hevur havt ein sentralan leiklut í hesari útbygging. Hann hevur miðvíst arbeitt og tryggja, at vit í dag, kunnu seta spakan í til eina spennandi framtíð fyri
NSÍ. Hann var ikki millum teir fyrstu ellivu, og tað tykist sum hann er eitt sindur darvaur av skaða. Um hann kemur á vøllin í morgin, so fer Allan Mørkøre at spæla fyri 50. ferð á landsliðnum. Hann hevur [...] og heilt á landsliðnum, har hann hevur talst millum álitini í øllum 44 dystunum, sum hann hevur spælt. Í Íslandi er lagið einki serligt í Leiftri. John Petersen, Sámal Joensen og Jens Martin Knudsen hava [...] Christian Høgni Jacobsen var stóri maðurin í Gundadali sunnudagin, men hann er ikki á landsliðnum. Um hann fer at halda fram, sum hann gjørdi sunnudagin, so er eingin ivi um, at tað skjótt verða landsliðsboð
situr í CEV. Har situr eisini ein dani, sum eitur Max Kjær. Hann situr í dómaranevndini hjá evropeiska felagnum. Opnar NM-kappingar Niclas Joensen greiðir frá, at tey eisini tosaðu um, hvussu NM-kappingarnar [...] tí varð á fundinum í Havn tosað um, hvussu norðurlond skulu fyrihalda seg í tí spælinum. Niclas Joensen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, sigur við Sosialin, at eingin norðurlendingur verður uppstillaður [...] kappingina, men tað er ikki óhugsandi at tað verður ein farin tíð, áðrenn langt um líður, sigur Niclas Joensen. - Ein møguleiki er at gera NM til opnar kappingar. Her er ein møguleiki at hava átta lið við. Tá
mun á tí, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann leggur afturat, at hann ætlar sær ikki at mótarbeiða nøkrum trúarsamfelagi og hóast at hann er limur í brøðrasamkomuni, ætlar hann at hevja seg upp um tað einstøku [...] eg mær at gera. Jógvan á Lakjuni, nýggjur landsstýrismaður í Kirkjumálum er ikki samdur við Hans Jacob Joensen, bisp um, at tað er burturvið, at ein limur í brøðrasamkomuni er settur at umsita kirkjumál [...] ann, sum ikki var limur í fólkakirkjuni at umsita kirkjumál. Hann helt, at hetta var tekin um manglandi virðing fyri Fólkakirkjuni og hann helt eisini, at nýggi landsstýrismaðurin kundi koma í tvístøðu
Hans Jacob Joensen biskupur Í viðtali við Dimmalætting hósdagin 12. februar 2004 sigur Sigmundur Poulsen, advokatur: »Tað stendur beinleiðis í grundlógini, at øll, eisini tey, ið virka innan politikk, [...] landsstýrismaður kann umsita kirkjumál fyri alt landið, so kann hann tó ikki sambært galdandi lóg um kirkjuráð vera limur í kirkjuráðnum, har hann býr, og vera við til at umsita tey mál, sum kirkjuráðini umsita [...] skulu frítt njóta øll tey njótilsi av øllum borgarligum rættindum.« Hann sipar ivaleyst til § 70 í grundlógini, har sagt verður: Ingen kan på grund af sin trosbekendelse eller afstamning berøves adgang
dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 3800 gr. 30. apríl fingu Súsanna Kelduberg og Hans Andreas Joensen, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3725 gr. 1. mai fingu Vónbjørt Sørensen og Bogi Petersen [...] Sólhey og Sjúrður Klakk, Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3300 gr. 22. apríl fingu Durita Poulsen og Niels Pauli Tausen Bech,Vágur, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3460 gr. 23 [...] Elin Nolsøe og Martin Øster, Tvøroyri, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3700 gr. 26. apríl fingu Bergtóra og Vagn í Geil, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3900 gr. 26. apríl
Tórshavn. Hann varð settur skúlaráðgevari 1. august 1973, til hann 1. desembur 1979 varð settur sum deildarleiðari í Landsskúlafyrisitingini. Hann virkaði eina tíð sum landsskúlastjóri, til hann fór úr starvi [...] áhugaður í RFF, at hann næstan altíð er at síggja á tiltøkum, sum RFF skipar fyri. Eingin ivast í, at Petur Jacob framvegis brennir fyri hugsjónini og tað letur hann okkum eisini vita, tá hann tekur orðið á [...] 1976 og hann verður nevndur sum maðurin, ið átti hugskotið til navnið Ráðið fyri Ferðslutrygd, RFF. Petur Jacob var næstformaður í starvsnevndini fyri RFF øll árini frá 1976 fram til 1993, tá hann varð valdur