Um vikuskiftið var Flogbóltssamband Føroya vertur fyri fundi hjá norðurlendsku flogbóltsleiðarunum. Hesin fundur verður hildin upp á skift í teimum ymsu londunum, og í ár stóðu føroyingar fyri tørni.
Øll tey norðurlendsku flogbóltssambondini uttan tað grønlendska og íslendska høvdu sent umboð til fundin, sum tí var væl mannaður.
Nógv ymisk mál vóru á skránni á fundinum, sum byrjaði fríggjakvøldið og helt fram allan leygardagin. Størsta málið av føroyskum áhuga er norðurlendskur stuðul til uppskotið, sum verður lagt fyri aðalfundin hjá CEV, sum er evropeiska flogbóltssamgongan.
Tað uppskotið gongur út upp á, at CEV veitir fíggjarligan stuðul uppá 50 túsund CHF til hvørt av fyrireikaralondunum, sum átaka sær at skipa fyri C-undankappingini. Tað er tann kappingin, sum fyrr kallaðist smálandakappingin, men sum nú er vorðin ein almenn innleiðandi kapping til kappingina um evropeiska meistaraheitið í flogbólti.
Tað er sera dýrt at skipa fyri slíkum kappingum og tað er torført at fáa fíggjarligan stuðul til allar útreiðslurnar og tí halda londini í C-bólkinum at CEV eigur at lata fyrireikarunum fíggjarligan stuðul.
Norðurlendskt samstarv
Annað mál á fundinum var gjøgnumgongd av ársfundinum hjá altjóða flogbóltssamgonguni FIVB. Tann fundurin varð hildin í Seville í Spania í døgunum 2. til 4. august í ár, og tá vóru flestu norðurlendsku sambond, harímillum tað føroyska til staðar.
Tað hevur sermerkt norðurlondini, at tey hava havt eitt sera gott sínamillum samstarv í altjóða høpi. Tað hevur stóran týdning fyri londini, at tey halda saman, og tí tey gerast ein sera áhugaverdur partur í tí høga ítróttarpolitiska spælinum, sum m. a. fer fram í gongini, tá fundur er.
Næsta ár skal nýggjur formaður veljast í CEV, og tí varð á fundinum í Havn tosað um, hvussu norðurlond skulu fyrihalda seg í tí spælinum. Niclas Joensen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, sigur við Sosialin, at eingin norðurlendingur verður uppstillaður til formansstarvi, men kortini er tað ein áhugaverdur spurningur, hvørjum norðurlondini »halda við«. Núverandi formaðurin í CEV er týskari og eitur Rolf Andressen.
Norðurlond hava annars umboðan í bæði CEV, FIVB og í undirnevndum hjá báðum samgongunum. Finnin Santallainen situr í FIVB nevndini meðan Lasse Svensson, sum er sera áhugaður í føroyskum viðurskiftum, situr í CEV. Har situr eisini ein dani, sum eitur Max Kjær. Hann situr í dómaranevndini hjá evropeiska felagnum.
Opnar NM-kappingar
Niclas Joensen greiðir frá, at tey eisini tosaðu um, hvussu NM-kappingarnar í flogbólti skulu skipast framyvir.
Higartil dags hava bert norðurlond havt atgongd til kappingina, men tað er ikki óhugsandi at tað verður ein farin tíð, áðrenn langt um líður, sigur Niclas Joensen.
- Ein møguleiki er at gera NM til opnar kappingar. Her er ein møguleiki at hava átta lið við. Tá fáa norðurlond fyrst møguleika at tekna til, og eftir tað verður so fylt upp til átta við serliga innbodnum londum, greiðir Niclas frá.
Hesin háttur at skipa fyri »opnum« NM-kappingum upp á er ikki føroyingum ókendur. Fyri stuttum var kappaðust U-16 liðini í fótbólti um júst eitt slíkt opið NM, saman við Onglandi og Skotlandi.
Flogbóltslýsingar síggjast betri
Eitt av teimum minnu, men fyri flogbóltsfyrireikarar sera áhugaverdu evnunum, var finska framløgan av eini kanning av lýsingarvirðinum til ymsar ítróttir.
Finnar hava kannað, hvussu væl lýsingarnar kring vøllin síggjast meðan dysturin gongur, og har hava teir funnið fram til, at onkrar lýsingar síggjast í 70 prosent av senditíðini, tá lýst verður í flogbólti.
- Hetta er ein sera áhugaverd kanning, sigur Niclas Joensen, sum sigur, at hetta er eitt gott amboð at brúka í sambandi við landsdystir og í sambandi við steypakappingar.
Tá fundurin var liðugur fór ferðalagið við FBF á odda til Kirkjubøar, har føroyingarnir vóru vertir við ein døgverða. Fleiri av útlendsku gestunum høvdu verið í Kirkjubø áður, men tey spurdu um tey ikki kundu sleppa hagar einaferð afturar.
Norðurlendsku gestirnir fóru av aftur landinum sunnudagin.th;uni við tað drúgva fyrireikingarbeiðið, sum er gjørt undan fyrstu loyvisgevningini. Hann vísti á, at tað frá almennari síðu eru gjørdar nógvar fyrireikingar til oljuleiting, ikki bara í Oljumálastýrinum og Jarðfrøðisavninum, men í umsitingini sum heild. Her kann serliga verða nevnt arbeiðið, sum í løtuni verður gjørt í sambandi við tilbúgvingarætlanina. Talan er um eina rættiliga fjølbroytta verkætlan, ið flestu aðalstýrini onkursvegna eru uppí, t.d. verður ætlanin fyriskipað av Vinnumálastýrinum, Fiskimálastýrið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini til havs, Almanna- og heilsumálastýrið av m.a. sjúkrahústilbúgvingini, Løgmansskrivstovan av møguligum lógarbroytingum og millumlandaviðurskiftum, meðan Oljumálastýrið hevur ábyrgdina av tí partinum, sum beinleiðis hevur við frálandsvirksemið at gera. Sum heild gongur hetta arbeiðið væl, men talan er um eina stóra uppgávu, sum krevur gott samstarvsstev millum allar teir luttakandi partarnar segði landsstýrismaðurin.
Áðrenn uppskotið um fyrsta útbjóðingarumfarið varð latið løgtinginum seinasta heyst helt landsstýrismaðurin ein fund við reiðara- og manningarfeløgini, har greitt var frá útboðsøki og væntaðum virksemi. -Tað er sera umráðandi, at vit allatíðina kunna um oljuvirksemið, soleiðis at fiskivinnan og oljuvinnan kunnu samstarva so skynsamt sum møguligt. Ætlanin er tí seinni í heyst at skipa fyri líknandi fundi, har greitt verður frá, hvørjar avleiðingar oljuleitingin, t.e. bæði leitiboringar og seismikkur, kann hava fyri fiskiskap á leiðunum, har leitað verður. Møguliga eigur eitt fast samstarvsforum at verða skipað. Sambært kolvetnislógini skal ein endurgjalds- og skaðabótanevnd setast við umboðum fyri fiskivinnufeløgini og loyvishavarar til oljuleiting. Oljumálastýrið fer at taka stig til, at henda nevndin verður mannað skjótast møguligt.
Sambært kolvetnislógini skal landsstýrismaðurin annaðhvørt ár lata løgtinginum eina frágreiðing, ið skal vera grundarlag undir einum oljupolitiskum orðaskifti á løgtingi. Tá útbjóðingarlógin varð løgd fyri løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing, tá leitingarloyvini eru latin. Miðað verður eftir at gera eina frágreiðing, sum kann fevna eitt sindur breiðari enn bara um sjálva loyvisveitingina. Ætlanin er at greiða frá tí sum longu er hent á oljuøkinum, t.d. umhvørviskanningum, granskingarætlanum, útbúgvingum, vinnumenning o.s.fr. Í øðrum londum verður ætlað um ókendu kolvetnisnøgdirnar ? t.e. nøgdir, ið ikki eru staðfestar við boringum ? men nøgdir, sum mettar verða at fjala seg í undirgrundini. Slíkar metingar hava vit higartil ikki gjørt í Føroyum, m.a. tí torført er at ætla um hesi viðurskifti á basaltøkjunum. Frágreiðingin í heyst fer at geva eitt boð uppá, hvørjar kolvetnisnøgdir talan kann vera um í pørtum av føroyska økinum.