Fimta pláss í World Cup

Føroysku rógvararnir á danska landsliðnum rigga nú til HM kappingina, sum í næsta mánað verður í Milano

Enn eiga Føroyar ikki limaskap í altjóða róðrar sambandinum. Og sambært formanninum í RSF, Hannisi Joensen, so verður limaskapurin ikki veruleiki nú beinanvegin, sjálvt um tað verður arbeitt við málinum.
? Málið er at fáa limaskap í altjóða samtakinum. Um tað skal eydnast, so mugu vit fáa hjálp frá hinum norðurlondunum. Nú leygardagin vóna vit, at eitt stig verður tikið á tí gøtuni. Tá verður norðurlandafundur í Svøríki, og vit eru tveir, sum fara at umboða Føroyar. Saman við mær verður kappingarleiðarin, Hans David Hansen, við á fundinum, sigur Hannis Joensen.
Tað ræður um at knýta persónlig sambond og at liggja framvið og fáa at vita, hvat gongur fyri seg í altjóða róðrarhøpi, umframt at fáa lut í tilfari, sum hini sambondini á okkara leiðum luta millum sín.

Í fremstu røð
Men hóast tað framvegis tykist vera ein fittur teinur á mál í politisku rógvingini, so luttaka føroyskir rógvarar millum teir bestu í heiminum. Síðsta dømið um hetta var í vikuskiftinum.
Eitt umfar í World Cup var á Rotsee í Luzern í Sveis, og á danska landsliðnum vóru tær báðar føroysku kvinnurnar Sigrid Svartá, sum er ættað úr Saksun, og Katrin Olsen, sum er úr Havnini. Sigrid hevur áður róð við Hvessingi, har hon var við til at vinna FM í 1998, og Kartin var við Jarnbardi 1995?1999.
Saman við Maria Pertl og Lise Poulsen mannaðu tær fyri Danmark fýrara, sum tað verður nevnt. Fríggjardagin vórðu tær nummar trý í øðrum av bólkunum í innleiðandi umfarinum. Australia vann tað umfarið við tíðini 6.39.83 og kvalifiseraði seg beinleiðis í finaluna. Danski báturin, har helmingurin av manningini var føroyskur, endaði á triðja plássi. Tíðin var 6.44.88, og tær vóru aftanfyri Stórabretland, sum hevði tíðina 6.43.42, og frammanfyri Spania, sum hevði tíðina 6.50.02.
Í uppsamlingar róðrinum, sum tað verður nevnt, leygardagin, endaðu Sigrid, Katrin og hinar báðar á næstfremsta plássinum. Týskland vann við tíðini 6.41.15, og danski báturin hevði 6.42.81. Stórabretland var nummar trý við 6.46.03.
Í sovornum kappingum snýr tað seg í innleiðandi umførunum ofta um taktikk. Heldur enn at leggja alt í og vinna innleiðandi umførini, so ræður tað um at røkka endastøðu, sum ber kvalifikatión til endaumfarið við sær. Tí var tað rættuliga spennandi, tá ið finalan var á skránni sunnudagin.
Í Australia vann finaluna, og tíðin hjá teimum var tíggju sekund betri, enn hon var í innleiðandi umfarinum. Hesa ferð var tíðin hjá Australia 6.39.83. Holland var nummar tvey við tíðini 6.31.09, Týskland nummar trý við tíðini 6.33.01, Stórabretland nummar fýra við tíðini 6.36.05, og danska liðið við føroysku kvinnunum umborð var nummar fimm við tíðini 6.37.66. Tær megnaðu at halda Kina aftanfyri seg. Tíðin hjá teimum var 6.43.13.
Nú eru føroyksu kvinnurnar aftur í Danmark, har tær eru farnar undir fyrirreikingarnar til næstu og ovurhonds stóru avbjóðingina, sum stendur fyri framman. Tað er HM kappingini, sum í næsta mánað verður í Milano í Italia.