Kundi hugsað sær at sloppið at tosa við bisp

Jógvan á Lakjuni heldur ikki, at tað er ein trupulleiki at hann umsitur kirkjumál í landsstýrinum, hóast hann er baptistur, tí hann hevur eitt samgonguskjal at halda seg til og er settur at umboða alt Føroya Fólk

Landsstýrismaður og fólkakirkjan

? Eg eri settur at umsita samgonguskjalið og tað ætli eg mær at gera.
Jógvan á Lakjuni, nýggjur landsstýrismaður í Kirkjumálum er ikki samdur við Hans Jacob Joensen, bisp um, at tað er burturvið, at ein limur í brøðrasamkomuni er settur at umsita kirkjumál í nývalda landsstýrinum.
Í blaðnum í gjár, fanst okkara ovasti kirkjuligi leiðari at avgerðini at seta ein landsstýrismann, sum ikki var limur í fólkakirkjuni at umsita kirkjumál.
Hann helt, at hetta var tekin um manglandi virðing fyri Fólkakirkjuni og hann helt eisini, at nýggi landsstýrismaðurin kundi koma í tvístøðu ímillum kirkjuna og sín natúrliga loyalitet ímóti teirri samkomu sum hann er limur í og sum er grundleggjandi ósamd við kirkjuna um nógv viðurskifti, eitt nú barnadóp og konfirmatión.

Kundi hugsa sær fund
Jógvan á Lakjuni vil ikki gera viðmerkingar til einstakar lutir í atfinngingunum frá bispinum.
Men hann sigur, at hann kundi væl hugsað sær at sloppið á fund við Bisp, kanska saman við løgmanni og onkrum leiðarum fyri kirkjuna, dómpróstin, til dømis.
À hesum fundinum kundi ymisk viðurskifti viðvíkjandi atfinngingunum hjá Bispi verðið útgreinað.
Hann vísir kortini á, at hann hevur eitt samgonguskjal at halda seg til.
Í samgonguskjalinum stendur orðarætt, at fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirútreiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum.
? Hetta er tann politiski málsetningurin hjá hesi samgonguni og hann ætli eg mær at halda meg til.
? Tað er samgongan, sum hevur sett meg at umboða alt Løgtingið og alt Føroya Fólk. Og eg ætli mær at gjøgnumføra løgtingsins vilja og ikki mín egna vilja. Og har havi eg eina púra greiða orðing í samgonguskjalinum at halda meg til, sigur landsstýrismaðurin.
Jógvan á Lakjuni leggur afturat, at hann ætlar sær at hava gott samstarv við nevndina, sum arbeiðir við yvirtøkuni av fólkakirkjuni.
Hevði tú góðtikið, at ein prestur varð ovasti leiðari fyri brøðrasamkomuna?
? Hasin spurningurin er so ómetaliga einfaldur. Sum Landsstýrismaður umsiti eg eisini allar fríkirkjurnar. Og teir landsstýrismenn undan mær, sum hava verið limir í fólkakirkjuni, hava sostatt eisini umsitið baptistarnar.Eg dugi ikki at síggja mun á tí, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann leggur afturat, at hann ætlar sær ikki at mótarbeiða nøkrum trúarsamfelagi og hóast at hann er limur í brøðrasamkomuni, ætlar hann at hevja seg upp um tað einstøku samkomuna og at umsita alt økið við tí politiska endamáli, sum samgongan hecvur sett sær fyri.
Hvat sigur tú til uppskotið frá bispi um at lata onkran annan landsstýrismann, sum er limur í fólkakirkjuni, umsita kirkjumálini?
? Tað havi eg onga viðmerking til, sigur Jógvan á Lakjuni