Tað eru tey, sum ikki geva upp, hóast mótgongd og niðurlag hótta.
Og tað eru tey, sum at enda standa upprætt og errin, hóast tey onkuntíð hava kent seg kroyst og kúgað.
Tekniski skúli í Klaksvík hevur havt oddsini ímóti sær og hevur verið noyddur at stríðast fyri hvørjum lítlum frambroti.
Tekniski skúli í Klaksvík kennir til mótgongd og hóttandi niðurlag, men góð og dugnalig fólk hava noktað at givið skarvin yvir.
Og Tekniski skúli í Klaksvík kann í dag standa spelkin og stoltur, nú farið undir eina umfatandi út- og nýbygging av skúlanum.
Hetta er ein stórur dagur fyri skúlan, lokaløkið og allar Føroyar, nú spakin verður sett í fyri einari útbygging, sum fer at skapa nýggjar møguleikar fyri skúla og skúlaskap her í økinum.
Ein av teimum, sum hevur verið undangongumaður fyri hendan skúlan, er Asbjørn Joensen, sáli, og hann hevði verið ein fegin maður, hevði hann upplivað hendan dagin, nú eitt yngri ættarlið hevur tikið við eftir hann og hevur gjørt eina stóra útbygging av skúlanum til veruleika.
Eg eri fegin um, at eg sum tá sitandi løgtingslimur, havi verið við til at sett sjøtil á verkætlanina. Nú er so hendan spennandi útbygging sett á skinnarar, og vil eg gjarna nýta høvi til at takka tykkum, sum hava staðið fyri hesari verkætlan. Eisini skal ein serlig tøkk latast Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, sum hevur havt ein sentralan leiklut í hesari útbygging. Hann hevur miðvíst arbeitt og tryggja, at vit í dag, kunnu seta spakan í til eina spennandi framtíð fyri lestrarumhvørvinum í Klaksvík.
Klaksvík hevur seinnu árini fingið alt fleiri møguleikar fyri útbúgvingum í lokaløkinum, og býurin stílar veruliga eftir at verða ein lestrarbýur. Hendan útbygging verður eitt stórt framstig fyri miðnámsskúlaøkið her í økinum, og vit gleða okkum til, at nýbyggingin stendur liðug næsta ár, og starvsfólk, lesandi og onnur veruliga fáa gleði av útbygda skúlanum.
Eg fari at ynskja tykkum, sum skulu standa fyri byggingini, góða eydnu við verkætlanini, og tykkum, sum skulu standa fyri innihaldinum, blíðan byr í komandi tíðum.
Í dag hava vit fingið enn eitt dømi um, at hóast oddsini eru ímóti, ber til at vinna fram á leið og avrika nakað serstakt.
Takk fyri!










