var við til at byggja bilin. Schønning sigur í samrøðu við Dimmalætting, at hetta var tann fyrsti bilur í Føroyum sum hevði bandavspælara og hátalarar við musikki. Tað kom ikki væl við at hava bilin standandi [...] Almar Nordhaug, sum kom til Føroya at hjálpa til við at fáa tunnuvirkið hjá Christiani Holm Jacobsen í gongd yviri við Strond í Havn, sum kom við hugskotinum um at byggja bilin. Tá tunnuvirkið var komið [...] tíð á fyritøkuna, har Almar Nordhaug arbeiddi. Hann var so mikið heppin, at hann fleiri ferðir slapp at læna heimagjørda bilin at koyra í. Hesin sami Nordhaug var eisini hann, sum útvegaði Einari Joensen
við Seaman í nøkur ár samanlagt, og hann fekk alt at tykjast so einfalt. Eg elskaði hansara máta at spæla, og eg haldi tað er eitt kynstur at fáa alt at tykjast so einfalt, tí valdi eg hann. Hann fekk ró [...] nýtist ikki at siga meira. Miðverji Franco Baresi Baresi var ikki eins sterkur kropsliga, og man kanska trúði at ein miðverji er – hann spældi vanliga sum sweepari – men hann var so góður, at man kundi hyggja [...] viðhaldsfólki, um eg haldi at Thierry er besti Arsenal leikarin nakrantíð. Tað er ógjørligt at svara, men hann er besti spælarin á planetini í dag. Hann hevur so leikandi lætt við at súsa, ella dribbla framvið
so nógv eru komin at heilsa uppá Axel, sigur Linda, sum ikki letur seg stressa av, at jólini eru í hondum. Heima hjá Lindu fara tey at halda eini heilt traditionel jól, har tey fara at eta føroyska gás [...] samfelagnum. - Í fyrstuni kendist tað sum, at føroyingar eru sera opnir uppá ein lukkaðan máta, soleiðs at skilja, at fólk eru øgiliga fitt og vinarlig, men geva fatan av, at tey ikki hava brúk fyri nýggjum vinum [...] Danmark. Tað hjálpir sjálvandi at tosa í telefon við tey, og so havi eg tíbetur so nógv annað at gleðast um her í Føroyum, sigur Linda, sum heldur tað vera serliga deiligt at síggja gleðina í eygunum á børnunum
Hesir menn og hesar kvinnur megnaðu at stríðast fyri, at dansinum var lív lagað. Fyrst royndu teir við telgimuddi at kryvja harmonikubjólgarnar. Tað vísti seg ikki at vera mátin. Síðani tóku teir seg saman [...] víða: Ert tú komin at leika her, ella ert tú komin at stríða?" Martin Tórgarð og hansara ættarlið, ið nú reikar um kempualdur, hava vunnið eitt megnarstríð, og tað eiga vit Føroyingar at vera takksamir fyri [...] arvagullið. Spurningurin er, um vit megna at varða tað? Flestu okkara, sum luttaka í føroyskum dansi, síggja, at dansifeløgini vikna. Dansifeløgini orka ikki einsamøll at varða dansin sum fólksins ogn. Her má
framtíðina, uttan at ein rørsla er, sum tekur undir, finnist at og trýstir fram. Og tað er ein stórur tørvur á og saknur í, at fleiri tora at traðka fram í almenna orðaskiftinum. Vilja vera við at skipa eina [...] setningur og stríð, sum ongantíð endar, er at standa í støðugum samskifti og sambandi við heimin, at læra heimin at kenna, at læra heimsins mál og mentanir gjøgnum støðugt at menna og nútímansgera føroyskt og føroyska [...] uppgáva er at berjast ímóti og at stríðast fyri at fáa okkara hugsjónir og nýggju leiðir lagdar fram. Men vit gera tað ikki einsamøll. Hvørki sum flokkur og heldur ikki megna vit valdu politikarar at flyta
og skrivað sangir um tað at vera. Tjúgu ár áðrenn eg var borin í heim, sang tú um, at tíðirnar broytast, og nú fimogfjøruti ár seinni ber til at líta aftur um bak og staðfesta, at heimurin ongantíð áður [...] vísir tú, at alt byrjar við egnari sjálvsmensku, at tað loysir seg at vera trúgvur móti sær sjálvum og vera á rundferð alt lívið. Tú vísir somuleiðis – á sama hátt sum amerikanski dreymurin – at vit menniskju [...] skilt. Hvussu kennist tað, at ávirka onnur á so ítøkjuligan og máttmiklan hátt? Hvussu kennist tað at vera fremsta og vísasta røddin hjá fleiri ættarliðum? Hvussu kennist tað at geva so nógvum so nógv, og
umleið 60 km/t, at koyra á eina aðra motorsúkklu við tí úrslitið at hann verður slongdur av súkkluni og dettur í eina veit so harðliga at ryggurin brotnar. Tá hann raknar við og fær at vita, at hann er lammaður [...] so langt niðri sálarliga at ein dagin, eftir at genta hansara, sum hevði verið og vitjað hann, var farin heim, ætlaði hann sjálvur at sløkkja fyri respiratorinum. Jason sigur at tíbetur kom læknin honum [...] segði teimum at hann ætlaði sær at koyra kapp aftur sum skjótast, og hann mátti fáa ein umbygdan bil, so hann kundi koyra uttan at brúka beinini. Teir flestu ristu bara á høvdinum og hildu at hann hevði
sendi Olivur Øster norður at stjórna honum. Hann var ommubeiggu Marnu, og Marna plagdi at fara norður til Eiðis at ferðast hjá ommubeiggjanum. So er lætt at gita restina! Tað sigst, at aftanfyri ein góðan mann [...] koma at kenna fólk. Ì mínum gamla arbeiði kom eg javnan á fundi í fiskivinnustovuni. Har kom eg fyri 30 árum síðani at kenna Óluvu, dóttir Marnu. Hon var “bitin” av fiski, so hon var løtt at koma at kenna [...] Síðan kom eg at kenna Marnu og Jákup og Sannilenu, mammu Marnu. Hetta er blivin ein rættuligur vinskapur. Tað merkir, at tað verður ikki farið til Eiðis at vitja verforeldrini uttan at fara inn til Marnu
tal í støddfrøði. Lív dugur óføra væl at orða seg, og hon forklárar, at millum næmingarnar er ein sunn kapping um at fáa bestu úrslitini. Og tey brúka nógva tíð til at hjálpa hvørjum øðrum, eisini aftan á [...] fakligar og persónligar trupulleikar at dragast við. Úrslitið var, at Lív sum 13 ára gomul varð tikin úr heiminum og sett í fosturfamilju úti á bygd. Tá dugdi hon nóg illa at skriva sítt egna navn. Heldur ikki [...] lítil bati at hóma nakrastaðni. Men Lív var ikki býtt. Hon var ein still og góð genta, sum kláraði seg væl sosialt og í fimleiki og í køki. Tað var bara hetta, at hon hevði ikki frið í sinninum at læra. Kortini
nevniliga so, at hóast mong havast at, at røddin er ikki líka nógv at hoyra nú sum áður, so er Hanus ein hin fremsti mentanarumboðsmaður Føroya í grannalondum okkara, har hann oftani er á ferð, uttan at størri [...] men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna [...] roynt sjólívið. Men tað var, sum hvarv hann, eftir at hava verið kendur í heimstaðnum í sjeytiárunum og tað stóð ikki við greiðum bókstavum í stjørnunum, at sami Hanus seinni skuldi gerast kendur um alt landið