Tørvur á nýggjari tjóðskaparrørslu

Formaðurin í Tjóðveldi vil hava eina nýggja tjóðskaparrørslu ella eina altjóðskaparrørslu Á flokstinginum hjá Tjóðveldi í Skálavík í dag, segði Høgni Hoydal í síni formansfrágreiðing, at tað er tørvur á eini nýggjari tjóðskaparrørslu í Føroyum:

-Tá ið bert stríðið um vald í ymsum smámálum og persónlig fáfongd ræður í landsins stýri ? so verður framtíðin koyrd í nevnd. Og tá fer ein niðurbræðing fram av fólkaræðinum og framtíðararbeiðinum. Ein líkasæla spjaðir seg allastaðni í samfelagnum.

Har standa vit í dag. Tað er hetta, sum okkara uppgáva er at berjast ímóti og at stríðast fyri at fáa okkara hugsjónir og nýggju leiðir lagdar fram.

Men vit gera tað ikki einsamøll. Hvørki sum flokkur og heldur ikki megna vit valdu politikarar at flyta nakað og skapa framtíðina, uttan at ein rørsla er, sum tekur undir, finnist at og trýstir fram.

Og tað er ein stórur tørvur á og saknur í, at fleiri tora at traðka fram í almenna orðaskiftinum. Vilja vera við at skipa eina tvørpolitiska rørslu og seta krøv um framtíðargongdina.

Ikki minst er tørvur á eini mentanarpolitiskaru rørslu.

Eins týdningarmikið og avgerandi tað var at vinna føroyska málinum og mentanini ræsur og menningarmøguleikar í skúla, kirkju í bókmentum og list fyri hundrað árum síðani. Eins týdningarmikið er tað í dag at vinna føroyska málinum og mentanini ræsur, avbjóðingar og menningarmøguleikar í elektronisku fjølmiðlunum, á internetinum, í undirhaldi, ungdómsmentan, lýsingum, handli, orðabókum, týðingum í og úr føroyskum og so framvegis.

Men vit hoyra longu atfinningarnar frá afturhaldinum: ?Júmen, hatta er bara húðaskógvamentan og ?misskilt nationalisma?, sum avbyrgir okkum frá umheiminum og ræðist ávirkan uttanífrá. Tað er alt ov dýrt og vit eru alt ov fá og smá til at megna tað?.

Júst tað sama, ið varð sagt fyri 100 árum síðani ella fyri 60 árum síðani, tá stríðið var at menna og nútímansgera føroyska málið og mentanina til tess at kunna nýtast í skúla, kirkju, á tingi, í bløðum, bókum og øðrum økjum, har tað ikki hevði sess.

Og sjálvstýrisrrørslan, sum bar hesum stríði, var á ongan hátt nalvaskoðandi, ?nationalistisk? ella fortíðarkend. Tvørturímóti var hon framsøkin, altjóðahugað og nútímans í øllum sínum verki og virki.

Tann veruliga húðaskógvamentanin var hjá sambandsrørsluni, ið helt, at tað føroyska kundi varðveitast og kanska goymast sum eitt slag av savnsmáli og savnsmentan, ið kundi nýtast tá vit fóru í grind, á fjall og við serstakar hátíðarløtur. Men okkara samband við nútímans samfelagið, teir týdningarmiklu stovnarnir í nútímans samfelagnum og okkara samband út í heim til onnur lond og mentanir skuldi ganga gjøgnum danskt og gjøgnum Danmark.

Og hetta er tann veruliga ?misskilta nationalisman?. Hetta er tann afturlítandi, verjukenda, gamaldags og sambandsnationalisman, sum verður prædikað enn. Hon sær Føroyar sum ein útjaðara í danska ríkinum, Í Evropa og í heiminum. Og hon sær føroyskt og føroyska mentan, sum undirskipaða, ógagnliga og dýra ? tí tað er so nógv lættari bara at hava eitt lítið og trongt portur út í heim ? gjøgnum Danmark. Hon livir í fortíðini og hyggur bert aftureftir.

Í hesum stríði standa vit enn sum áður. Okkara setningur og stríð, sum ongantíð endar, er at standa í støðugum samskifti og sambandi við heimin, at læra heimin at kenna, at læra heimsins mál og mentanir gjøgnum støðugt at menna og nútímansgera føroyskt og føroyska mentan. Og bert við ikki at fjala okkum og lata tey nýggju samfelagsøkini og tað nýggja og økta samskiftið upp fyri skutil, kunnu vit støðugt menna hetta samfelagið og gerast føroyskir heimsborgarar. Har føroyskt mál og mentan hvørki eru verri ella betri enn onnur mál og mentanir, men eru eru javnsett sum okkara samleika- og samskiftisamboð í øllum lívsins lutum ? og kunnu vera ein blóma í heimsins margfalda urtagarði.

Skulu vit ikki enda sum Hetland ella onnur útjaðarasamfeløg, ið missa málið, samleikan og politisku drívmegina at nútímansgera seg, so muggu vit dubba okkum mentanarliga og byggja upp tey samskiftisamboð - tað mentanarliga og málsiga infrakervi ? sum er fortreytin fyri at skapa einar burðardyggar Føroyar. Innanhýsis sum altjóða.

Okkara tjóðarbygging er eisini altjóðarbygging, segði Høgni Hoydal í formansfrágreiðing síni til flokstingið, sum hann endaði soleiðis:

Tað, sum allur heimurin skríggjar eftir í dag eru ikki køliskáp, bilar, og marglæti. Um hesi virðir vórðu javnari býtt, so nýttist ongum at líða neyð.

Tað, sum allur heimurin skríggjar eftir í dag, er samleiki, meining við lívinum, lokalsamfeløg, ið virka og fjølbroyttar mentanir og veruligt fólkaræðiu. Tað verður hetta, sum kann skapa vælferð og trivnað í framtíðini

Í hesum landi

millum hesi hús

festu mínir vinir røtur,

eitt rimaverk av fínastu træðrum

har vindurin leikar sítt sorgleysa lag

dagar við tremaðum gløsum

varligt prát í vinarligum stovum.

Uttan teir var mítt lív onki vert.

Men uttan teg Føroyar

Var einki, púrt einki

Kanska ein einsligur fuglur

Annars havið og hin stóra tøgnin

(Jóanis Nielsen)