Hanus Johansen fer í morgin um tey hálvthundrað árini. Sama dag kemur út fløga við honum og klassiska bólkinum Aldubáruni. Fløgan nevnist Bouqet og eina slíka bukett hevur Hanus uppiborið á runda degnum, tí tað er nevniliga so, at hóast mong havast at, at røddin er ikki líka nógv at hoyra nú sum áður, so er Hanus ein hin fremsti mentanarumboðsmaður Føroya í grannalondum okkara, har hann oftani er á ferð, uttan at størri hóvasták verður gjørt burturúr tí.
Hanus G. Johansen sá dagsins ljós í Klaksvík fyri 50 árum síðani. Mangar eru søgurnar um spælimannin kring gøturnar í klaksvík og ikki minst á posthústrappuni í 70' árunum, tá Bob Dylan átti heiðurspláss. Eisini var Hanus partur av rockpallinum í býnum, tá hann saman við Ólavi Presley og hinum í Dirthy Rag Rags átti pallin. Tað er, sum fáa klaksvíkingar eitt ávist og ikki sørt droymandi eygnabrá, tað teir minnast aftur á hesa tíð.
Hanus hevur roynt sjólívið. Men tað var, sum hvarv hann, eftir at hava verið kendur í heimstaðnum í sjeytiárunum og tað stóð ikki við greiðum bókstavum í stjørnunum, at sami Hanus seinni skuldi gerast kendur um alt landið og so sanniliga eisini í grannalondunum.
Hanus fór til Danmarkar og búðleikaðist eitt skifti í Struer. Har fekst hann við ymiskt fyrifallandi. Seldi m.a. fisk. Føroyingar seta av onkrari løgnari orsøk altíð fiskasølu í samband við smartar, ungar og sólgrillaðar menn í slipsi. Tað var nú ikki júst soleiðis, at dagarnir hjá Hanusi fóru. Heldur mundi tað vera ein spann ella tvær av fiski, kanska nakrir kassar, ið skiftu eigara, ella okkurt í den dur, fyri at vera í tónleikamálinum.
Men ein klaksvíksbólkur, ið nevnist Frændur, stakk høvdið fram fyrst í áttatiárunum og næsadjarvi oddamaðurin Steintór Rasmussen gjørdi ikki vandari, enn at hann sendi boð eftir Hanusi um at koma aftur til Føroya, tá bólkurin skuldi innspæla sína fyrstu plátu. Soleiðis kom Hanus aftur á klettarnar.
Og boð vóru eftir honum, eftir útlegdina. Barnaplátan Nósi kom á marknaðin og brátt ljómaði Omma Ludvík í hvørjum króki í landinum og allir føroyingar, stórir og smáir, høgir og lágir, kendu nú Hanus.
Sjálvur var eg so heppin at vera ein av teim 4 føroyingunum, sum í 87/88 gekk á Norðurlendska Fólkaháskúlanum í Kungalv í Svøríki. Hanus var ein. Hann gekk á nýstovnaðu vísulinjuni, har vísusangarar úr Norðurlondum gingu og Hanus gjørdist skjótt ein høgt mettur og miðsavnandi persónur í hesum høpi.
Heimkomin fór hann í holt við at leggja tilrættis plátuna við løgum, sum hann hevði smíðað til yrkingar hjá Poul F. Hanus metti sjálvur, at teir báðir vóru ikki so ólikir á mangan hátt. Hanus var nærlagdur og vildi hava gott og flott úrslit. Tað fekk hann eisini og plátan gjørdist fólkaogn og bæði Hanus og Poul F komu til sín rætt.
Síðani gjørdist Hanus nærum fast innbúgv, tá størri og smærri tónleikatiltøk vóru. Seinnu árini hevur tó minni verið at sæð og hoyrt til hansara, men rødd og streingir eru ikki tagnað. Hanus eigur manga ferðina í útlond, har boð eru eftir honum, og er hann ein hin fremsti umboðsmaður Føroya á mentanarøkinum.
Tónleikurin hjá Hanus er ofta beinrakin og einfaldur. Ofta finnur hann beina leið inn í føroysku og norðurlendsku hjørtuni. Og tað er, sum hevur hann á guitaranum funnið 7. streingin. Tann, ið hevur henda eyðkenda føroyska og kvæðakenda. ljómin.
Nú Hanus fyllir 50, fær hann eina Bouqet, sum er úrslit av samstarvinum við Aldubárina. Tillukku Hanus. Ikki kann sigast, at "Fanin, olmussudýrið, nú skinklar í skræðuni tú". Poul F yrkti eisini um reystar kappar og heldur er tað millum teirra, at Hanus G. Johansen eigur sess.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.
Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.
Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.
Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.
Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.