Marna Joensen 80 ár

Leygardagin 1. november fyllir Marna Joensen á Eiði 80 ár.

Tað er so løgið sum ein kann koma at kenna fólk. Ì mínum gamla arbeiði kom eg javnan á fundi í fiskivinnustovuni.

Har kom eg fyri 30 árum síðani at kenna Óluvu, dóttir Marnu. Hon var “bitin” av fiski, so hon var løtt at koma at kenna. Síðan kom eg at kenna Marnu og Jákup og Sannilenu, mammu Marnu. Hetta er blivin ein rættuligur vinskapur. Tað merkir, at tað verður ikki farið til Eiðis at vitja verforeldrini uttan at fara inn til Marnu og Jákup, har eg kenni meg sum húsfólk.

Marna er ættað av Tvøroyri, dóttir Óla hjá Pola Nolsøe og Sannu Helenu f. Djurhuus, sum var úr Sumba. Óli doyði uppá seg ungur, men Sannilenu restaði bert nøkur ár í 100. Sannilena var eitt rættuligt skilafólk, sum tað eisini var ein fragd at kenna og at vitja á Tvøroyri. Hon var fødd sama dag sum enska drotningamamman, sum gjørdist meira enn 100 ár. Sannilena fekk onkuntíð føðingardagsheilsan frá henni.

Marna vaks upp í grannalagnum hjá Ragnhild og Petur Mohr Dam. Elsta dóttirin Bjarma var nakað yngri enn Marna, so børnini í báðum húsum gingu inn hjá hvørjum øðrum, og tað hevur alla tíðina verið góð viðurskifti millum húsini. Hetta hevur givið Marnu innlit í og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og eina politiska sannføring, sum ikki verður rokkað!

Undir krígnum vóru fólk rædd fyri at búgva á stórplássum vegna vandan fyri bumbuálopum. Tá fór Marna til ættarfólk i Sumba at vera. Hon gekk eisini í skúla í Sumba, og ein av lærarunum var Arnold Nielsen, sum eitt skifti var í tinginum fyri sambandsflokkin.

Marna fór aftur til Tvøroyar í 1943, tá ið hon skuldi konfirmerast. Presturin var Erik Mejdahl. Hann var pápi Christian Mejdahl, sum var formaður fyri fólkatinginum fram til seinasta val. Marna kom eisini heim til teirra sum smágenta, og hon hevur enntá sitið undir fyrrverandi fólkatingsformanninum!

Tey hava hitst fleiri ferðir síðan tá og hava prátað um hesa góðu tíðina á Tvøroyri.

Aftaná skúlatíðina arbeiddi Marna í handlinum hjá pápa sínum, sum var áfast teirra húsum. Hon plagdi at vera arbeiðsgenta, sum vanligt var hjá gentum tá í tíðini. Hon passaða Siggu, konu sýslumannin Eiler Djurhuus, upp við trimum av teirra børnum.

Í 1954 fór Marna at arbeiða á sjúkrahúsinum á Tvøroyri.


Suðuroyakona á Eiði


Í 1955 giftist hon við eiðismamninum Jákupi hjá Elly og Edvard í Skoruni.

Spurningurin er so, hvussu ein genta av Tvøroyri finnir saman við einum eiðisdrongi!

Jú, fyri mongum árum síðani fekk N. J. Mortensen á Tvøroyri sær úthandil á Eiði. Hann sendi Olivur Øster norður at stjórna honum. Hann var ommubeiggu Marnu, og Marna plagdi at fara norður til Eiðis at ferðast hjá ommubeiggjanum. So er lætt at gita restina!

Tað sigst, at aftanfyri ein góðan mann er eisini ein góð kona. Hetta er líka so nógv eisini øvugt.

Jákup hevur verið ein rættur fiskimaður. Hann fór til skips sum ungur við Austerlitz eins og so nógvir aðrir eiðismenn. Hann arbeiddi á loranstøðini í nøkur ár, men í 1972 keypti hann saman við øðrum Norðsøka og gjørdist ein av okkara bestu útróðrarmonnum. Jákup hevur eisini arbeitt fyri útróðramenn í Eiðis Útróðrarfelag og Meginfelag Útróðrarmanna. Fyri einum 11 árum síðan varð Norðsøki seldur, men framvegis egnir Jákup fyri sín gamla bát.


Marna hevur havt “fulltime” arbeiði sum fiskimannakona, og hon hevur skapað eitt dygdarheim, har øll kenna seg væl, so blíð tey bæði eru. Hon hevur verið ein framúr stuðul hjá Jákupi, og er hon ein av teimum mongu fiskimannakonunum, sum hava verið og eru mergurin í samfelagnum.

Sigast kann um Marnu, at hon er trúføst. Hon minnist hvønn føðingardag. Marna er eisini sera vitandi, og hetta er mangan komið mær sjálvum til gagns. Men at hon er suðringur fornoktar seg ikki. Hetta er bert ein eyka sjarma!

Tey bæði Marna og Jákup hava nógv áhugamál. Tey hava verið við í fráhaldsarbeiði og hava tískil eisini eina greiða støðu á tí økinum.

Eisini eru tey sera virkin í tí norðurlendska arbeiðinum, sum fer fram á Eiði. Tey eru eisini javnan við á teimum vinarbýarstevnum, sum eru í hinum norðanlondunum. Tær seinastu ferðirnar hava tey sagt, at hetta var seinasta ferðin. Men tey hava aftur verið í ár, og tað skal ikki undra, um tey fara næstu ferð eisini, um heilsan verður.


Tískil hava tey ein stóran vinaskara ikki bert heima í Føroyum, men eisini ymsa staðni í Norðurlondum. Nógv hava eisini búð hjá teimum, tá ið Eiði er vertur.


Størsta føðingardagsgávan


Størstu føðingardagsgávuna fekk Marna hendan dagin, EB/Streymur gjørdist føroyameistari í fótbólti. Tað gjørdi ikki gleðina minni, at ein ommusonur var á vinnandi liðnum. Onnur ommubørn hava eisini verið við at vinna í øðrum liðum í ár. Annars er Marna errin um øll ommubørnini, og hon er ein ordilig ungamanna. Børnini og ommubørnini verða móttikin við opnum ørmum, og tað er ofta, at onkur teirra eru á gátt. Har er einki, sum eitur “generationskløft”. Marna er ikki minni errin av langommubørnunum, sum nú eru byrjað at koma.



Ynskt verður Marnu hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum.


ó.