Vildi bara sløkkja fyri respiratorinum

Síðan Jason Watt var 10 ára gamal droymdi hann um at gerast formel 1 koyrari. Tá dreymurin var líka við at gerast veruleiki, gjørdi ein álvarsligari ferðsluvanlukka enda á dreyminum. Hóast hann er avlamin, er hann í dag ein virkin kappkoyrari

Vit hittu kappkoyraran Jason Watt í nýggja Bygma handlinum »Hondverkarabúð« í Hoyvík fríggjadagin. Ein sera fyrikomandi persónur, sum í sínum koyristóli koyrir runt í handlinum og prátar við viðskiftafólk.


Hóast hann er avlamin, hevur hann víst ein ótrúligan stríðsvilja. Hann er positivur av lyndi og er ein fyrimynd hjá mongum, ið eru í líknandi støðu sum hann. 


Jason Watt er føddur í London í 1970. Mamman er donsk og pápin onglendingur. Hann hevur meginpartin av lívi sínum búð í Danmark.

Hansara yrkisleið sum kappkoyrari byrjaði tá hann sum 10 ára gamal var við til fleiri gokart kappingar við sera góðum úrslitum og vann fleiri meistarskap. Longu tá setti hann sær fyri, at hann ein dag skuldi verða formel 1 koyrari. 


Hann helt á at koyra kapp og fór frá gokartum til bilar. Í 1994 gjørdist hann enskur meistari og óoffisiellur heimsmeistari í Formel Ford 1800. Í 1995 gjørdist hann Europameistari í Opel Lotus, samstundis sum hann varð kosin Årets Motorsportskører av Dansk Automobil Sports Union.

Hann arbeiddi seg upp innan motorsportin, og í 1996 luttók hann í VM fyri ITC (International Touring Car). Hann koyrdi fyri Alfa Romeo í Italia og kom á eitt 3. pláss. 


Í 1997 kom formel 1 dreymurin enn nærri, tá hann byrjar at koyra í Formel 3000 fyri Team Den Blå Avis. Formel 3000 er ofta ein lopfjøl til Formel 1. Hann bleiv nr. 4 í 1998 og í 1999, sum var hansara besta ár, varð hann nr. 2. 


Lagnudagurin 


Eftir góðu úrslitini í 1999, varð dreymurin líka við at verða veruleiki. Hann var biðin um at koma til upptøkuroynd í formel 1 saman við tveimum øðrum. Bert ein av teimum kundi fáa starvið. Jason hevði sett sær fyri, at hann skuldi vinna á hinum báðum og fáa sín lívsdreym uppfyltan. Men tá dagurin kom, var Jason Watt ikki við. Hann lá tá og sveimaði millum lív og deyð á Ríkissjúkrahúsinum.

Jason koyrdi eisini motorsúkklu, og í tí sambandi skuldi ein mynd takast av honum á eini motorsúkklu til eitt MC-blað. Í sambandi við myndatøkuna kemur Jason av eini ella aðrari orsøk, við eini ferð upp á umleið 60 km/t, at koyra á eina aðra motorsúkklu við tí úrslitið at hann verður slongdur av súkkluni og dettur í eina veit so harðliga at ryggurin brotnar.

Tá hann raknar við og fær at vita, at hann er lammaður frá bringuni og niðureftir og kemur ongantíð at ganga aftur, missir hann fulkomiliga mótið og ynskir ikki at liva meira. 


Alt hvarv í einum, Formel 1 karrieran var horvin, áðrenn hon nakrantíð var byrjað, hann kundi ikki ganga, lunguni vóru follin saman, og hann lá í respiratori. Hann var so langt niðri sálarliga at ein dagin, eftir at genta hansara, sum hevði verið og vitjað hann, var farin heim, ætlaði hann sjálvur at sløkkja fyri respiratorinum. Jason sigur at tíbetur kom læknin honum til hjálpar. ”Du skal give det tid” segði læknin, og sannførdi hann um at tað var ikki óvanligt at fólk í slíkum umstøðum høvdu slíkar hugsanir.

Reistist aftur 


Jason kláraði skjótt reisa seg aftur uttan hjálp frá sínum beinum. Hann fekk lívsmótið aftur, kontaktaði sínar starvsfelagar og segði teimum at hann ætlaði sær at koyra kapp aftur sum skjótast, og hann mátti fáa ein umbygdan bil, so hann kundi koyra uttan at brúka beinini. Teir flestu ristu bara á høvdinum og hildu at hann hevði meira tørv á einum avlamisbili.

Men tað vóru tó nakrir sum trúðu upp á hugskotið og í 2000 ger Jason Watt comeback í bæði donskum og altjóða kappkoyring. Í Danmark luttekur hann í superligaini innan motorsportin "DTC" (Danish Touringcar Challenge) í einum umbygdum Peugeot 306 við sera góðum úrslitum, trimum sigrum og tveimum 2. plássum, og í altjóða kappkoyring luttekur hann SRWC (Sports Racing World Cup) og endar á einum 8. og einum 10. plássi. 


Jason Watt skriver heimssøgu, tá hann í 2002 verður DTC-meistari í einum Peugeot 307. Tað er ongantíð hent áður innan altjóða motorsportin at ein avlamin kappkoyrari hevur vunnið eitt professionelt meistaraskap. Í Onglandi verður hann heiðraður av fyrrverandi formel 1 koyraranum Sir Jackie Stewart, og í Danmark kemur hann inn á eitt 7. pláss yvir best umtóktu persónar í landinum. 


Síðan 2008 hevur Jason Watt havt sítt egna team: Team Bygma Jason Watt Racing, har hann koyrir í einum hvítum Seat Leon FR við 204 hk. Tað er danska Bygma-konsernin, sum er høvuðssponsorur hjá Jason Watt. Virksemið hjá Bygma er innan handlar í byggivinnuna. Fyritøkan er tann størsta av sínum slagi í Danmark við 1350 starvsfólkum í Danmark og Føroyum.


Tað var í sambandi við at Balslevs Timburhandil og Bygma í Hoyvík lótu upp nýggjan handil, at Jason Watt vitjaði í Føroyum. Hann helt eisini fyrilestur um sítt lív fyri umleið 300 fólkum á Hotel Føroyum fríggjakvøldið.