nir eru nógv professionellari enn vit. Tvs, at vit, sum ³framkomin3 fiskivinnutjóð, vit sum brúka hvørt høvi, vit fáa at reypa av okkara egnu dygdum, vit koma ikki uppá knøini á teimum, sum vit í mangar [...] klokkan 12, tí tá eru teir farnir. Og so koma endurgjaldskrøvini. Í hesum føri er fiskurin ikki komin fyrrenn í gjáramorgunin. Tvs, at nógvir komu at liggja innibrendir við fiskinum. Ella vit mugu tosa um [...] so tann føroyska loysnin, vit fingu afturfyri, spyr hann. Tvær, tríggjar ferð Hann sigur, at hann vit mugu hava samband við marknaðin tvær, tríggjar ferðir um vikuna, so at vit kunnu hava eina javna tilgongd
merkir við øðrum orðum, at útreiðslurnar eru hækkaðar alt ov nógv í teimum góðu tíðunum, uttan at inntøkurnar eru hækkaðar samsvarandi. Og nú er rokningin komin, eftir at tann globala fíggjarkreppan sló [...] fáa nakrar størri reformar í hús á hesum sinni, tí jú longri vit bíða, jú truplari verður tað, sigur formaðurin í Búskaparráðnum. Gerið okkurt nú! Thomas Dam er ivaleysur um, at eitt undirskot uppá 800 milliónir [...] Hvørki tær almennu ella privatu Føroyar hava nakra serliga skuld at dragast við, og tí hava vit her og nú ráð til politisk inntriv, sum í longdini kunnu tálma kreppuna. - Men tað krevur altso ein politiskan
Óluvá hevur mist sambandi við jarðarflatuna, nú hon er komin aftur í heimliga umhvørvið. Tá vit hittu hana á málið, var tað júst hin sama jarðbundna gentan, sum vit tosaðu við fyri hálvum ári síðani, og hetta [...] tikið til, at føroysku genturnar eru millum vakrastu sprundini í heiminum. Onkur hevur kanska hildið, at hetta at kallað bert hevur verið eitt slag av tjóðskaparkenslu, men nú tykist vera staðfest, at tað [...] mánaðum síðani høvdu vit her í blaðnum samrøðu við Óluvá. Hon greiddi tá frá, at hon sum so ikki væntaði sær nakað av ferðini, men at hon bert tók hetta sum eina stóra uppliving. Nú er í øllum førum staðfest
vøksturin er, at bilførarar eru blivnir herviligari at tosa í fartelegfon nú, enn teir vóru fyri nøkrum árum síðani. Heldur er hann av teirri áskoðan, at orsøkin til, at fleiri eru tikin fyri hetta lógarbrotið [...] leggur dent á, at í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, hava tey ikki viðgjørd spurningin so gjølliga, at tey eru komin til eina niðurstøðu. Men sjálv heldur hon, at tað kann vera ein gongd leið at hækka bøturnar. - [...] løgreglan hevur gjørt nógv meiri fyri at kanna bilførarar hesi seinastu árini. - Hesi síðstu árini hava vit raðfest tað ógvuliga frammaliga at kanna, um bilar koyra ov skjótt og um bilførarin tosar í telefon
lógir og reglar, sum eru galdandi, men feilirnir og skeivleikarnir eru gjørdir av teimum kvinnum og monnum sum ráða og valda í hesum landi. Lat okkum taka eitt, av fleiri dømum, sum eru farin fram. Ein hálvrotin [...] segði, at tað var nakað galið í hesum, vit høvdu bara tað einu uppgávuna, tað var at fáa mest møguligan fisk og harvið fortjenastu til skip og manning, meiri vit kundu fiska har, meiri var at fortjena [...] tá hava teir ráðandi politikkararnir havt rygg til at handla, og Bankin er komin fyri seg aftur, men hava teir rygg til tað nú. Eg skal enda sum eg byrjaði, at teir sum fiska har úti, tað veri seg trolarar
tíðina hava tey ilt við at nýta sítt vit og skil, tí kenslurnar um uppsøgnina fylla nógv. Sorg Tá starvsfólkini á Føroya Tele komu til arbeiðis í morgun, eru tey óivað komin til fleiri tóm arbeiðsborð. Brádliga [...] Tað tekur dygt, tá ið fólk verða søgd úr starvi. Bæði tey, sum verða send heim, og tey, sum eru eftir til arbeiðis, verða hart rakt, og tað tekur tíð, at fáa lagið á arbeiðsplássinum uppaftur. Í gjár segði [...] starvi, og aðrar stórar fyritøkur hava eisini verið úti fyri at skula senda nógv fólk heim samstundis. Vit hava spurt sálarfrøðingin, Eyðun Joensen, hvussu ein óvæntað uppsøgn ávirkar, og hvussu eftirsitandi
fýra bakarar í Eysturoynni. Ein á Skála, ein í Gøtu, ein í Fuglafirði og so vit. Tann í Gøtu er nú givin, meðan bakarí enn eru í Fuglafirði og á Skála. Vøra varð koyrd út til kundarnar við hýruvogni, greiðir [...] dag verður vøran eisini koyrd út til kundarnar, men nú er tað bara upp aftur longri teinur. Heilt til Eiðis og Norðskála verður nú farið. Í dag eru 14 fólk í føstum starvi á bakarínum, umframt onnur, sum [...] verið í hesum húsinum síðan 1978 og fer framhaldandi at verða í sama stað, hóast eigararnir nú verða nýggir. Vit spyrja eftir bakaranum, og fáa at vita, at hann er har inni aftanfyri. Jú, hann er við at
ítróttur, konsertir, ráðstevnur, gransking, mentanartiltøk o.m.a. Vit síggja og hoyra longu nú, at eftirspurningarnir eru sera nógvir, so vit gleða okkum, tí hetta er ein høll, sum ongantíð má standa tóm. [...] at Tjarnir fær ein góðan og sunnan fíggjarrakstur. Hetta skal gerast uttan almennan stuðul. Nú vit lata upp, eru hesi starvsfólk sett til at umsita høllina:Regin W. Dalsgaard, stjóri, Súsanna Sondum, samskipari [...] verkætlan, sum nú er liðug. Hjartaliga vælkomin, hugnaligt og hugaligt at síggja tykkum øll her við Tjarnir í dag. Dagurin í dag er ein stórur dagur fyri okkum øll, ja fyri alt Føroya land og fólk. Nú nevndin
Fær fuglurin ikki frið, so rýmir hann, sigur Petur Simonsen. Á flot – og skera torv Vit halda fram til vit eru komin runt Enniberg og aftur hava Viðareiði fyri eystan. Men á vestursíðuni er eingin lending [...] Við er eisini ein italiensk kvinna, sum júst er komin á vitjan í Føroyum. Hetta er ikki ein túrur fyri ferðafólk sum so, men Sámal Bláhamar og konan eru við, og hann hevur tikið sær loyvi at bjóða Francesku [...] fitilendi fyri ein veðr ella báðar tveir. Vit síggja eisini lítla húsið, sum er bygt inn í skráningin, men við onkum kikara ber ikki til at siga, hvar sessirnir eru. Ella kanska teir gera sum í Mykinesi og
Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini. Hvat fer at henda? Og hvat er tað, sum [...] talan sum so ikki er um nakað spildurnýtt stig, sum bankin nú hevur tikið: - Vit hava í eina tíð verið við í BankInvest, men tað er ikki fyrr enn nú, at samstarvið er rættuliga formaliserað, greiður stjórin [...] og væl 60%. Samstundis veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er