Sum nakað nýtt, høvdu vit á in.fo í gjár nøkur uppskot til tipparar. Talan var um eitt veddimál í øllum av teimum trimum dystunum sum vóru spældir, umframt at vit eisini royndu at tippa úrslitið á teimum trimum dystunum.
Meðan tað manglaði eitt mál í veddimálunum til teir báðar fyrstu dystirnar, eydnaðist betur við tí triðja og seinasta dystinum, har vit mæltu til at spæla beinleiðis á úrslitið 2-0 til Frakland, sum gav 6 ferðir pengarnar aftur. Í yvirtíðini eydnaðist eisini Fraklandi at vinna 2-0, soleiðis at bæði tað sum vit mæltu til at spæla uppá, umframt at tippingin riggaðu í tí dystinum.
Í dag eru aftur tríggir dystir á skránni í EM-endaspælinum.
Ongland - Wales (Byrjar klokkan 14:00)
Klokkan 14:00 verður eitt satt brak av einum dysti, tá grannatjóðirnar Ongland og Wales bresta saman í Lens.
Meðan Wales fekk ein sigur í sínum fyrsta dysti, er størri trýst á Onglandi til dystin í dag. Hóast Ongland til tíðir vísti gott spæl í dystinum móti Russlandi, mátti Ongland noyðast við heldur skuffandi javnleik í fyrsta dystinum. Ein sigur er tí mestsum eitt krav hjá Onglandi, um teir ætla at gera seg galdandi til hetta EM-endaspælið.
Bæði liðini eru fullmannaði til dystin í dag.
Vit viðmæla at spæla: Ongland hevur vunnið tær seinastu fýra ferðirnar tá Ongland hevur møtt Wales innanhýsis. Vit mæla tí at spæla uppá Ongland at vinna til odds 1,55.
Vit tippa: At Ongland vinnur dystin 2-1 móti Wales.
Ukreina - Norður Írland (Byrjar klokkan 17:00)
Klokkan 17:00 møtast Ukreina og Norður Írland í næsta dystinum sum verður spældur í dag. Tey taptu bæði sínar fyrstu dystir, sum vóru móti ávikavist Týsklandi og Póllandi. Allíkavæl verður Ukreina mettur sum ein favorittur í dystinum móti Norður Írlandi.
Vit viðmæla at spæla: Seks tær seinastu ferðirnar at Ukreina hevur spælt í antin EM-endaspælinum ella EM-undankappingini eru undir 2,5 mál komin í dystunum sum teir hava spælt. Vit mæla tí til at spæla uppá at tað koma undir 2,5 mál í dystinum til odds 1,57.
Vit tippa: At Ukreina vinnur dystin 2-0 móti Norður Írlandi.
Týskland - Pólland (Byrjar klokkan 20:00)
Seinasti dysturin í kvøld verður spældur klokkan 20:00. Og eins og tann fyrsti dysturin í dag, er talan eisini um grannauppgerð millum Týskland og Pólland, sum eru oddalið í bólki C.
Verandi heimsmeistararnir úr Týsklandi vera tó mettir sum ein favorittur móti Póllandi.
Ein týskur leikari er ikki tøkur til dystin í kvøld. Tað er verjuleikarin, Mats Hummels, sum situr uttanfyri við skaða.
Vit viðmæla at spæla: Um vit telja venjingardystir frá, og telja EM-endaspælið og EM-undankappingina við, hevur Týskland skora minst tvey mál í sjey av átta dystum. Og tá Pólland hevur Robert Lewandowski í álopinum, verður mælt til at spæla uppá at yvir 2,5 mál koma í dystinum sum gevur 1,80 ferðir pengarnar aftur.
Vit tippa: At Týskland vinnur dystin 2-1.