og tá gingu bankarnir á odda við at stuðla. Á Várframsýningum verður lítið selt. Niðurgongdin byrjaði við kreppuni, men hóast vit meiri og minni eru komin burtur úr henni, eru fólk ikki farin at keypa [...] rópandi. Hyggja vit at eini mynd, hon gjørdi fyri tveimum árum síðani, síggja vit eitt fuglaberg, har ein fuglur situr einsamallur á eini rók, kagandi yvir á hinar. Hvørki litir ella figurar eru hetjukendir [...] Næsta mánaðin sýnir listakvinnan Astri Luihn fram í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Á framsýningini, sum lat upp hósdagin, eru 30 verk, ið øll eru gjørd seinasta árið. Astri Luihn hoyrir til tað nýggja rákið í
hví tørvur er á einum nýggjum uppfinnilsi ? og er nakað eftir at uppfinna, nú vit eru farin inn í eitt nýtt túsundáraskeið, har teldur og tøkni eru partur av allari menning? Maðurin, vit tosa um, er s [...] Bech. Sosialurin var inni á gólvinum hjá honum og konuni, Hannelis, í síðstu viku. Kaffi, vælsmakkandi kaka og karamellur vóru sett á væl dekkað borð í hugnaligu stovuni, tá ið vit sessaðust. Konan sigur [...] ein hægri prís, liggur uppi á ovastalofti! Ein treyt fyri at vera virkin á uppfinnaraøkinum, er, at tú veit, hvør tørvurin er ? og tørvin kennir tú best, um tú ert aktivur, har á stendur og dugir at síggja
og øll sum so ella so eru um stjørnuliðið, sum vit øll eru so errin av – og sum vit av fullum og heilum hjarta stuðla. Tað hevur verið heilt ótrúliga stuttligt at fylgt tykkum á longu ferðini her til. [...] veruleikanum tað vit vilja. Lat okkum ongantíð noyðast við at venda tað á høvdið og siga, at vit vilja tað vit kunnu. Tað er júst øvugt. Eg veit væl, at tit vildu vinna í gjár. Tað ynsktu vit øll. Men altso [...] vera her – og inn í okkara hjørtu. Vit eru so errin av tykkum. At fólk fylkjast um tykkum og vilja vera við tykkum sæst eisini av stóru fjøldini av áskoðarum, sum eru komin hendan vegin. Berlin er millum Føroya
Ognarfelag Tryggingartakaranna er nú fyribils av, men líkt er til, at talan einans er um ein stuttan steðg í stríðnum. Longu um góðan mánað skal nevndin skipa seg av nýggjum. Á nevndarfundinum í fjør skipaði [...] var avgerandi, tá á jøvnum stóð. Skráseting Føroya hevur, sambært Arna D. Brattaberg, tikið málið upp av sínum eintingum og hevur kannað tað seinastu mánaðirnar. - Skrásetingin er so komin til ta niðurstøðu [...] peikaði annar parturin í nevndini á Arna D. Brattaberg, sum tók av. Aftur í ár býtti nevndin seg í tveir javnbjóðis partar og tí var tað lutakastið, sum bleiv avgerandi. Vit skulu tó ikki vænta stórar broytingar
Intersport Summar Cup. Vit vóna tó, at føroysku liðini í størri mun fara gista komandi ár, sigur Andrass Thomsen. Intersport Summar Cup 2019 verður á skránni 6. og 7. juli 2019. Vónin er nú at seta luttakaramet [...] Farna vikuskifti var Intersport Summar Cup 2018 á skránni á vøllinum í Gundadali, Argjum og Hoyvík. Ikki færri enn 296 dystir vóru avgreiddir og tilsamans vóru 1488 mál skotin av teimum 120 liðunum, ið [...] feløgini í Føroyum luttóku við einum ella fleiri liðum, samstundis sum 3 lið vóru komin úr Danmark og 2 lið úr Noreg. - Vit hava fingið góðar afturmeldingar frá útlendsku gestunum, ið serliga hava verið ófarin
at føroysku fjøllini eru pen og vill, men at tað eru fólkini, ið hann hevur lagt merki til. - Tað er eitt ótrúliga gott og dugnaligt fólk, sum búleikast á hesum oyggjum. Øll eru so innbjóðandi, at tað [...] leiðararnar. Tá vit fóru inn í Irak, hevði eg tætt samband við Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra í Danmark, og vísti hann sín stuðul, sigur Bernstein um viðurskiftini við Danmark. - Men tað eru ikki bert [...] nógvir penir bygningar eru at finna her. Serliga væl dámar mær Løgtingið, sigur Bernstein um føroyska byggilist. Og tað er júst byggilistin, sum hevur gjørt, at Bernstein er komin framat sendiharrastarvinum
Í Sosialinum, sum er komin á gøturnar í dag, er eitt serblað um steypafinalurnar hjá monnum og kvinnum í fótbólti. Talan er um eitt innlegg upp á 12 síður, har tú kanst lesa bæði upptakt, men eisini øðrvísi [...] arbeiðspláss, har stemningurin er meiri spentur enn vanligt, nú B36 og HB eru í steypafinaluni fyri fyrstu ferð síðani 1991. Høvðusstaðurin verður nú deildur upp í tvey – í eina tíð í hvørtfall. Beinta Bendix [...] Kaj Leo H. Johannesen tóku sjómnastak. Nú 27 ár seinni hevur Sosialurin endurskapt og dagført myndina. Tummas Eli Hansen og Kaj Leo H. Johannesen eru báðir við, men nú standa dagsins liðskipara, Odmar Færø
tíð. Vit kunnu vera optimistisk og vóna, at vit enn eiga summarið til góðar. Okkurt árið fellir tað góða veðrið á tann seinna helmingin, og kanska verður tað eitt slíkt summar, vit fáa í ár. Vit kunnu [...] sloppin út úr aliringum á fjørðinum. Kanska finnur fiskurin ikki útaftur, helt ein av teimum fyri. Standmyndirnar Úti á grótgarðinum sóu vit nú tær fimm standmyndirnar, sum settar eru upp har úti. Myndirnar [...] hittu vit eisini húsavørðin, sum fekst við at hanga málningarnar upp á veggin. Hampa um Á veg omanaftur gjøgnum bygdina í Fuglafirði sóust fólk, sum vóru í holt við at hampa um hús, tún og garðar, nú stevnan
Opið er allar gerandisdagar kl. 14 18. Tá ið tiltøk eru, er opið út á kvøldið.Nýtt fólk er sett fyri Maibritt Jóhannesen, sum fer at lesa.. Gert Róðá fer nú at standa fyri kaffistovuni. Hann er 35 ár og hevur [...] siga frá. Føroyskur partapolitikkur í 100 ár Ymisk sertiltøk eru hvørt hálvár. Í heyst verður fokus sett á føroyskan politikk politikk, nú tveir teir elstu flokkarnir rundað 100 ár. Hetta fer at vera gjørt [...] dansikvøldum, kafékvøldum og venja í húsinum. Kvinnufelagið hevur fleiri áhugaverd evni á skránni. Tey eru eisini komin væl áleiðis við einum minnisritið um felagið 1944 2006 og leita eftir myndum, sum kunna
sigrinum, tí klaksvíkspresturin er komin at standa sera sterkur, ikki minst, nú sonurin, Hilmar, er komin í Klaksvíkar Býráð, og er sloppin at gera vart við seg har. Tí eru tað mong, sum ikki seta alt ov nógv [...] Jákup Olsen er ikki á veg í Fólkaflokkin. Hann avsannar heilt avgjørdur tíðundunum, sum eru farin at ganga um, at hann fer at skifta flokk til komandi løgtingsval. Seinastu tíðina hava politikarar skift [...] skifta felag. Og tað hevur nú í eina tíð eisini verið tutlað í krókunum í løgtingshúsinum, og í øðrum, politiskum skýmaskotum, at eisini løgtingsmaðurin hjá KrF í Suðuroynni var á veg av skútuni hjá Lassa