Í Sosialinum, sum er komin á gøturnar í dag, er eitt serblað um steypafinalurnar hjá monnum og kvinnum í fótbólti. Talan er um eitt innlegg upp á 12 síður, har tú kanst lesa bæði upptakt, men eisini øðrvísi greinar um steypafinaluna.
Les eisini: Sjómanstakið um løgmanssteypið
Í hesum døgum munnu tað verða fleiri arbeiðspláss, har stemningurin er meiri spentur enn vanligt, nú B36 og HB eru í steypafinaluni fyri fyrstu ferð síðani 1991. Høvðusstaðurin verður nú deildur upp í tvey – í eina tíð í hvørtfall.
Beinta Bendix Laursen er fysioterapeut hjá B36, og tað hevur hon verið í nøkur ár, meðan hetta er triðja árið, har Jóan Magnus Lamhauge Dalbø er partur av HB-toyminum, men fyrsta árið, har hann er við til dystirnar eisini. Sosialurin hevur verið og vitjan tey í hølunum hjá Havnar Fysioterapi, sum eru stutt frá Tórsvølli, har steypafinalan verður spæld.
Tey greiða frá spenta stemninginum til arbeiðis, men eisini um lutin sum fysioterapeut hjá einum felagi í bestu deildini. Somuleiðis greiða tey frá muninum á at viðgera ítróttarfólk og vanlig fólk.
Frá 1991 til 2018: Sjómanstakið um løgmanssteypið
Sosialurin hevur eisini endurskapt tiltiknu myndina undan steypafinaluni í 1991, har Tummas Eli Hansen og Kaj Leo H. Johannesen tóku sjómnastak. Nú 27 ár seinni hevur Sosialurin endurskapt og dagført myndina. Tummas Eli Hansen og Kaj Leo H. Johannesen eru báðir við, men nú standa dagsins liðskipara, Odmar Færø úr B36 og Jógvan Rói Davidsen úr HB, fremstir.
Í steypablaðnum eru samrøður við allar fýra liðskipararnar. Eisini verður avdúkað hvør vann sjómnastakið í 1991, og mest av øllum hví viðkomandi vann. Eisini eru samrøður við Odmar Færø og Jógvan Róa Davidsen, har teir seta orð á kensluna undan steypafinaluna.
Í steypablaðnum ber eisini til at lesa samrøðu við Jákup á Borg og Rasmus Nolsøe, sum greiða frá støðuni í hópunum, umframt at Klæmint A. Olsen, sum tók móti steypinum í fjør, tippar hvør vinnur í ár. Eisini er samrøða við Heidi Sevdal og Ansy Sevdal Jakobsen. Tær skulu dystast um steypagullið í kvinnufinaluni.