Er bara formaður ein góðan mánað

Nógv umrødda rokið um formansvalið í Ognarfelag Tryggingartakaranna er nú fyribils av, men líkt er til, at talan einans er um ein stuttan steðg í stríðnum. Longu um góðan mánað skal nevndin skipa seg av nýggjum.

 

Á nevndarfundinum í fjør skipaði nevndin seg við Gunnari í Liða sum formanni. Ingeborg Godtfred var eisini í uppskoti, men teir seks limirnir í Ognarfelagnum býttu seg javnt millum partarnar, so hvørt valevni fekk tríggjar atkvøður hvør. Gunnar í Liða var tá sitandi sum formaður, tí sagt var, at formansatkvøðan var avgerandi, tá á jøvnum stóð.

 

Skráseting Føroya hevur, sambært Arna D. Brattaberg, tikið málið upp av sínum eintingum og hevur kannað tað seinastu mánaðirnar.

- Skrásetingin er so komin til ta niðurstøðu, at tað kann ikki vera rætt, at atkvøðan hjá formanninum er avgerandi, og hevur tí kravt, at nevndarvalið fer fram av nýggjum, og at vinnarin verður funnin við lutakasti, um tað stendur á jøvnum í valinum, sigur Arni D. Brattaberg.

 

Valið var so hildið í gjár. Í fjør var tað Ingeborg Godtfred, sum varð skotin upp sum mótvalevni til Gunnar í Liða, meðan hesa ferð peikaði annar parturin í nevndini á Arna D. Brattaberg, sum tók av. Aftur í ár býtti nevndin seg í tveir javnbjóðis partar og tí var tað lutakastið, sum bleiv avgerandi.

 

Vit skulu tó ikki vænta stórar broytingar við ta fyrsta, sigur Arni Djurhuus Brattaberg.

- Aðalfundur í Ognarfelagnum verður í apríl, og tá skal nýggja umboðsráðið velja nýggjar nevndarlimir. So fáa vit at síggja, hvussu alt spælir av tá. Tað vildi ikki verið rætt at framt stórvegis broytingar so stutt undan einum nýggjum vali, sigur nývaldi formaðurin.