Stuart Bernstein er maðurin hjá Bush í Danmark. George W. Bush, forseti nummar 43 í USA, hevur útnevnt Bernstein til sendiharra í Danmark, og varð hetta í 2001.
- Eg kenni serstakliga væl Bush-familjuna, og eg havi stuðlað teimum síðani miðskeiðis í 80?unum, sigur Bernstein við Sosialin.
Beint aftaná Ronald Reagan varð afturvaldur til forseta í 80?unum, byrjaðu Bernstein og hansara menn at stuðla Bush eldra, sum so stillaði upp aftaná Reagan.
Bernstein hevur givið nógvan pening tilsamans til Bush yngra og eldra í samband við valstríð teirra. Men Bernstein er ikki politikari sjálvur og hevur ongantíð verið tað. Hann er nevniliga vinnulívsmaður.
Stuart Bernstein stovnaði Bernstein Companies í Washington, har hann byrjaði at selja hús og ognir. Felagið hjá honum bleiv størri og størri, og Bernstein endaði sum ein múgvandi maður.
Kennedy setti í gongd
So hví er hann brádliga blivin sendiharri fyri Amerika, ístaðin fyri framhaldandi at vera vinnulívsmaður? ? Eg havi altíð havt ein brennandi hug at politikki, sigur Bernstein, og leggur aftrat, at tað var Kennedy, sum veruliga kveikti hesa kensluna.
- Eg haldi, at Kennedy hevur haft nógv at siga fyri Amerika og amerikanskan politikk, og eg meini, at amerikanskir politikarar er nógv ávirkaðir av honum. Kennedy setti í øllum førum nakrar kenslur í gongd hjá mær, sigur Bernstein afturlítandi.
Kennedy var tann yngsti forsetin í USA nakrantíð, tá hann kom fram fyrst í 60?unum. Bernstein sigur í hesum sambandi, at tað varð okkurt við hesum unga og inspirerandi manni, sum rørdi hann. ? Kennedy varð ímyndin av ungdómi og styrki, sigur Bernstein, og leggur aftrat, at tað var tað, sum setti gongd í eitt heilt ættarlið.
Men Kennedy var forseti fyri Demokratiska flokkin, meðan Bush er forseti fyri Republikanska flokkin, so hví stuðlar Bernstein ikki heldur Bill Clinton ella Al Gore?
Samkennandi konservativur
Stuart Bernstein sigur um hetta, at eftir at Kennedy hevði kveikt politiska tevið, so byrjaði Bernstein sjálvur at lesa um ymiskar politiskar hugsjónir. ? Eg eri komin eftir, at eg eri samkennandi konservativur. Tað vil siga, at eg vil hava lægri skattir og alt tað, sum hoyrir til eina høgrahugsjón, men hinvegin stuðli eg kvinnuni, og hennara rætti til at velja. I?m pro choice, sigur Bernstein.
Men George W. Bush heldur ikki, at kvinnur skulu hava loyvi at fremja fosturtøku, og tískil er ein greið linja millum Bush og Bernstein. Men tað forðar teimum ikki í at vera av bestu kammeratum, og Bernstein er altíð við á gestalistanum hjá George W. Bush, tá forsetin bjóðar inn. ? Mær dámar ógvuliga væl Bush-familjuna, sigur Stuart Bernstein.
Bernstein ferðast nógv runt í heiminum, og honum dámar eisini væl at ferðast heim til USA. ? Eg plagi at fara til Washington D.C. einar fýra ferðir um árið, sigur Bernstein, sum annars hevur nógv at gera á sendistovuni í Keypmannahavn.
- Eg taki mær eisini av føroyingum
Stuart Bernstein skal røkja sínar uppgávur sum sendiharri fyri USA, og kann hetta ofta verða strævið arbeiðið. ? Serliga tá Amerika er í kríggj, er nógv at gera, og tá ræður um at vera í samband við leiðararnar. Tá vit fóru inn í Irak, hevði eg tætt samband við Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra í Danmark, og vísti hann sín stuðul, sigur Bernstein um viðurskiftini við Danmark.
- Men tað eru ikki bert viðurskiftini við Danmark, sum skulu røkjast. Eg skal jú taka mær av øllum kongaríkinum, sigur Bernstein smílandi og lýtir yvir Havnina frá matstovuni á Hotel Føroyum.
- Mær dámar ógvuliga væl Føroyar. Hetta er fyrstu ferð, eg eri her, sigur Stuart Bernstein. Spurdur um tað serliga er náttúran, sum honum dámar væl, sigur Bernstein, at føroysku fjøllini eru pen og vill, men at tað eru fólkini, ið hann hevur lagt merki til.
- Tað er eitt ótrúliga gott og dugnaligt fólk, sum búleikast á hesum oyggjum. Øll eru so innbjóðandi, at tað er ein fragd at møta fólki í Føroyum, sigur Bernstein um sína fyrstu ferð til Føroyar.
Amerikanski sendiharrin kom til Føroyar týsdagin, og endamálið við ferðini er fyrst og fremst at kunna seg um Føroyar. Bernstein vil síggja tann føroyska "way of life," sum hann tekur til.
Og føroyskan livihátt hevur Bernstein sæð nógv til, nú hann hevur verið her. Til dømis hevur hann fingið lunda til matna, og tað dámdi honum væl.
- Men tað vóru serliga nakrar pannikøkur, sum eg fekk í einum føroyskum heimi, ið mær dámdi ógvuliga væl, sigur Bernstein vælnøgdur við góðan, føroyskan mat.
Dámar væl Løgtingið
Bernstein gav sær eisini far um onnur viðurskifti enn føroyskan mat. Sum áður nevnt, so selir Bernstein hús og ognir, og kennir hann tí nógv til byggilist.
- Føroyingar hava megnað væl at fingið eina ávísa samanrenning av gomlun og nútímans arkitekturi, og eg haldi, at nógvir penir bygningar eru at finna her. Serliga væl dámar mær Løgtingið, sigur Bernstein um føroyska byggilist.
Og tað er júst byggilistin, sum hevur gjørt, at Bernstein er komin framat sendiharrastarvinum í Danmark. Hann sigur nevniliga, at eftirsum hann stuðlaði Bush-familjuni við peningi, sum hansara hús og ognir hava givið honum, so hevur hann fingið hetta arbeiðið, sum verður nevnt ein "karrrieru-ambassadør postur." Tað vil siga, at hann er komin beinleiðis úr vinnulívinum og inn í diplomatiska heimin, og er hetta vanligt í USA. ? Umleið 30 % av øllum sendiharrum hjá USA eru karrieru-sendiharrar, sigur Stuart Bernstein.
- Havi altíð veri oddamaður
Men Stuart Bernstein er ikki bara karrierumaður, tí hann hevur trý børn og tíggju abbabørn, sum hann er ógvuliga glaður fyri. ? Tað eru jú tey, sum skulu bera alt víðari, sigur Bernstein og leggur aftrat, at elsti sonurin longu hevur yvirtikið felagið hjá honum í Washington D.C.
Tað sæst eisini, at Bernstein er glaður fyri fólk, og at hann er vanur við at hava nógv fólk rundanum seg. Hann smæðist heldur ikki burtur millum fólkini, og hann hevur eina ávísa útstráling. ? Eg havi altíð veri ein leiðari, hvar eg so enn eri, sigur Bernstein.
- Tá eg spældi amerikanskan fótbólt í mínum ungu døgum, tá varð eg altíð liðskipari. Og frá tí eg var smádrongur, varð eg altíð oddamaðurin, sigur Stuart Bernstein, sum altso nú er ovasti maður á amerikansku sendistovuni í Danmark.
Stuart Bernstein sigur í samband við sendiharra virksemið í Danmark, at sendistovan hjá honum er ein tann týdningarmesta hjá USA. ? Danmark er, aftaná Stóra Bretland, eitt tað týdningarmesta landið, sum USA hevur samstarv við. Danskarar eru okkara vinir, sigur Bernstein.
Danmark var eitt tað fyrsta landið í heiminum at viðurkenna Sameindu Statirnar í Amerika sum eitt fullveldi, og tískil er óbrotna diplomatiska sambandið hjá USA við Danmark longri, enn við nakað annað land USA hevur havt diplomatiskt samband við.
Føroyingar munnu eisini metast at vera vinir hjá amerikanarum, og Bernstein sigur, at hetta er millum annað orsøkin til, at hann vitjar í Føroyum. ? Eg má royna at koma út til alt samfelagið og koma í samband við føroyska fólkið, sigur Bernstein.
Meðan vit royna at eta tað síðsta av máltíðini uppi á Hotel Føroyum, spyr Bernstein um føroyskan politikk, og hvussu støðan er. Undirritaði greiðir eitt sindur frá um hugsjónarligu munirnar millum flokkarnar og serliga um ósemjuna, tá tað snýr seg um, hvørt Føroyar skulu verða fullveldisríki ella ikki. Bernstein svarar diplomatiskt, at tað man fara at ganga við tí heila.
Vit reisa okkum frá borðinum og blaðmaðurin takkar fyri samrøðuna.
- Ring til mín, tá tú ert "in town," sigur Stuart Bernstein, í tí hann gevur mær navnakortið. So er spurningurin bara, um tað er samband, tá man fer at ringja.
Stuart Bernstein, amerikanski sendiharrin, fór aftur til Danmarkar hósdagin.