fyri at standa dreingjunum umborð á Ingibjørg kurl í kappingini millum barnamanningar. Dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag vunnu á norðoyastevnu, og teir vunnu leygardagin á jóansøku. Í kvøld kappaðust teir [...] um málið. Á jóansøku var Falkur úr Hósvík nummar tvey. Í kvøld gekk tað ikki heilt so væl hjá teimum úr Hósvík, sum endaðu á fjórða plássi. Tjaldrið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ var nummar fýra á jóansøku [...] kvøld endaði Tjaldrið á øðrum plássi. Ingibjørg var tað mesta av einari bátslongd undan Tjaldrinum, og Tjaldrið var eina bátslongd frammanfyri Firild av Tvøroyri, sum var nummar trý bæði á jóansøku og í kvøld
smærru kommunurnar, sum eru komnar nógv longst á hesum øki. Men gongst sum ætlað, verða nógvar kommunur afturat lidnar um trý ár, nevniliga Eysturkommuna, Tvøroyri, Fuglafjørður, Porkeri, Kvívíka, Skúgvoy,
Jóansøkubál og felagssangur verður á Hvítanesbrúnni á Tvøroyri kl 22.30 í kvøld. Marner Lisberg og Jens Johannesen skipað sangin. Rani Nolsøe, Sámal Ravnsfjall og Joan Jakku Guttesen luttaka. Í hesum sambandi [...] sambandi er tiltakið við Rana Nolsøe, ið skuldi vera á pallinum í miðbýnum kl 23.00 er flutt inn á Hvítanesbrúnna.
stórur munur á, at vit hava havt minni at gera, síðani samarittarnir vórðu ein fastur partur av slíkum tiltøkum, sigur vakthavandi á løgregluni. Annars er ein tikin fyri at bróta rútar á Vinnuháskúlanum [...] Í gjárkvøldið og í nátt hava tvey stór tiltøk verið, jóansøka á Tvøroyri og tónleikastevnan, Voxbotn, í Havn, men løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga friðarligt. Kortini hevur løgreglan havt [...] snuddir upp á aðrar mátar og fólk, sum hava ligið avfollin. Nógv fólk eru koyrd til húsar og nøkur eru send undir læknahond. Men løgreglan sigur, at samarittarnir, sum, til dømis, vóru til staðar á Voxbotni
dám á, og soleiðis var eisini á Tvøroyri í dag, har jóansøka verður hildin. Tá gongd varð fingin á, gekk væl at avgreiða kappróðurin. Løtur við sól, sirmi, vindi og stilli settu dám á leygardagin á jóansøku [...] ar og livandi framførslur í miðstaðarøkinum á Tvøroyri. Hildið verður á, og skráin hevur dans og annað at bjóða í kvøld. Myndin omanfyri er tikin á Tvøroyri seinnapartin, og har sæst, at sjálvsagt var [...] jóansøku á Tvøroyri. Eitt, ið hoyrdist í práti manna millum á bryggkuøkinum var, at fáar pisur vóru at síggja. Og ongin loyna er, at pisurnar, ið áður sum fastan tátt vitjaðu jóansøku, hava fingið eitt alternativ
Tað er á Tvøroyri, at jóansøka er í dag. Suðuroyingar eiga jóansøkuna, og tí var tað heimasigur, tá ið vágbingar vunnu kappingina millum 8-mannaførini. Tofta Regin legði bragdliga fyri, og tað var skjótt [...] Argjabátinum av í kappingini um næstfremsta plássið. Tað var stavn um stavn, men á síðstu metrunum setti Argjabáturin Árnfirðing upp á pláss. 1 Tofta Regin 04.30.25 2 Argjabáturin 04.32.12 3 Árnfirðingur 04.33 [...] at bjóða av, men vágbingar vístu reyða bátinum frá sær. Tofta Regin rann frá kappingarneytanum, og á málinum var fjarstøðan millum tveir teir fremstu tað mesta av einari bátslongd. Árnfirðingur hevði eina
Tað var endurtøka av kappingina á norðoyastevnu, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust á jóansøku á Tvøroyri. Fípan Fagra fekk besta startin, og Fípan Fagra úr Klaksvík vann aftur í dag. Sílið hjá [...] var Fípan eina bátslongd undan Sílinum. Tað var meiri enn ein bátslongd aftur til vágsdreingir umborð á Royndini Fríðu, sum vunnu bronsuplássið. 1 Fípan Fagra 05.06.21 2 Sílið 05.08.30 3 Roydin Fríða 05.11
Ingibjørg vann eisini á norðoyastevnu barnaróðurin hjá gentum. Tá var Sílið næstfremst. Í dag gekk ikki so væl hjá Sílinum, sum endaði á sjeynda plássi. Næstfremst í dag var Firvaldur av Tvøroyri, sum var eitt [...] eitt stórt sekund aftanfyri Ingibjørg. Falkur endaði á triðja plássi. 1 Ingibjørg 02.37.28 2 Firvaldur 02.38.48 3 Falkur 02.39.47 4 Frúgvin 02.40.16 5 Svalan 02.42.20 6 Spógvin 02.43.88 7 Sílið 02.45.33 8
verður hon hildin á Tvøroyri. Jóansøkuskráin byrjaði hósdagin við tiltøkum við list, tónleiki ítrótti og øðrum. Men í dag er óivað ein av stóru jóansøkudøgunum, tí í dag er kappróður á skránni. Byrjað verður [...] verður kl. 13.30 við barnaróðuri og kl. 15 er FM róðurin á skránni.
sekundið. Og eftir tí, vit frætta, eru høgættirnar góðar, bæði á Tvøroyri og í Havn. Men eini góð ráð eru kortini at vera í heitum klæðum á jóansøku og á Voxbotn, tí tað verður ikki meiri enn 10 hitastig um dagin [...] kortini fyri, at veðrið ikki verður so galið á Jóansøku í Voxbotni, sum eru tey bæði stóru tiltøkini hetta vikuskiftið. Serliga longur tað líður út á dagin, og út á kvøldið, fer veðrið at batna. Í dag er fitt [...] við heglingi. Í morgin árini er framvegis nakað av vindi við ælingi og eisini heglingsælum, men út á dagin snarar hann norður um og vindurin fer at minka, tað verður turt, og kanska fer sólin at kaga fram