Tað er á Tvøroyri, at jóansøka er í dag. Suðuroyingar eiga jóansøkuna, og tí var tað heimasigur, tá ið vágbingar vunnu kappingina millum 8-mannaførini.
Tofta Regin legði bragdliga fyri, og tað var skjótt, at tað sást, at vágbingar ætlaðu sær at vinna. Argjabáturin royndi at bjóða av, men vágbingar vístu reyða bátinum frá sær. Tofta Regin rann frá kappingarneytanum, og á málinum var fjarstøðan millum tveir teir fremstu tað mesta av einari bátslongd.
Árnfirðingur hevði eina løtu hug at bjóða Argjabátinum av í kappingini um næstfremsta plássið. Tað var stavn um stavn, men á síðstu metrunum setti Argjabáturin Árnfirðing upp á pláss.
1 Tofta Regin 04.30.25
2 Argjabáturin 04.32.12
3 Árnfirðingur 04.33.24
4 Knørrur
FM
1 Argjabáturin 13
2 Tofta Regin 13
3 Árnfirðingur 10
Knørrur 8