Jóansøka við føroyskum veðurlag

Løtur við sól, sirmi, vindi og stilli settu dám á leygardagin á jóansøku á Tvøroyri.

Leygardagurin er ofta stóri dagurin, tá stevnur eru. Kappróðurin setur serstakan dám á, og soleiðis var eisini á Tvøroyri í dag, har jóansøka verður hildin.

 

 

Tá gongd varð fingin á, gekk væl at avgreiða kappróðurin. Løtur við sól, sirmi, vindi og stilli settu dám á leygardagin á jóansøku á Tvøroyri.

 

 

Eitt, ið hoyrdist í práti manna millum á bryggkuøkinum var, at fáar pisur vóru at síggja.  Og ongin loyna er, at pisurnar, ið áður sum fastan tátt vitjaðu jóansøku, hava fingið eitt alternativ í Voxbotn, ið liggur sama vikuskifti, sum jóansøkan.

 

 

Tað hevur ikki skortað við alskyns tilboðum í jóansøku skránni, bæði innan list, ítrótt og undirhald annars, so sum framsýningar og livandi framførslur í miðstaðarøkinum á Tvøroyri.

 

 

Hildið verður á, og skráin hevur dans og annað at bjóða í kvøld.

 

 

Myndin omanfyri er tikin á Tvøroyri seinnapartin, og har sæst, at sjálvsagt var eisini ymiskt til børnini.

 

 

 

Mynd. DS