Ikki so galið veður á Jóansøku og Voxbotni

Tað er ruskveður í dag, men hann batnar í morgin

Tað er illsligt í dag, men útlit eru kortini fyri, at veðrið ikki verður so galið á Jóansøku í Voxbotni, sum eru tey bæði stóru tiltøkini hetta vikuskiftið. Serliga longur tað líður út á dagin, og út á kvøldið, fer veðrið at batna.

 

Í dag er fitt av vindi, upp í 23 metrar um sekundið av útsynningi, og í nátt sigur hann frá vindi lágt, við regni, og kanska enntá við heglingi.

 

Í morgin árini er framvegis nakað av vindi við ælingi og eisini heglingsælum, men út á dagin snarar hann norður um og vindurin fer at minka, tað verður turt, og kanska fer sólin at kaga fram.

 

Hann minkar so líðandi niður í 10-11 metrar um sekundið norðaneftir, og eftir midnátt sunnunáttina minkar hann enn meiri, kanska niður í sjey metrar um sekundið. Og eftir tí, vit frætta, eru høgættirnar góðar, bæði á Tvøroyri og í Havn.

 

Men eini góð ráð eru kortini at vera í heitum klæðum á jóansøku og á Voxbotn, tí tað verður ikki meiri enn 10 hitastig um dagin í morgin, men í annaðkvøld minkar hann niður í seks stig.