Minst tíggju fólk eru deyð í álopi við hjálparmiðstøð í Gaza

Borgaraverjan í Gaza sigur, at skot frá ísraelskum akførum hava dripið í minsta lagi tíggju fólk.

Myndir frá hósdegnum vísa hópin av fólki í Gazageiranum, sum savna neyðhjálp á einum av útbýtisstøðunum hjá Gaza Humanitarian Foundation. (Arkivmynd). - Mynd: Eyad Baba/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi tíggju fólk eru dripin eftir ísraelsk skot vórðu latin av nærhendis eini hjálparmiðstøð í býnum Rafah í Gaza.

Tað sigur talsmaðurin hjá borgaraverjuni í Gaza, Mahmud Bassal, við tíðindastovuna AFP.

- Í minsta lagi tíggju palestinar doyðu og fleiri enn 100 onnur fingu skaða orsakað av skotum frá ísraelskum akførum móti túsundtals sivilfólkum, sigur hann.

Hetta er ikki váttað, og Ísrael hevur ikki gjørt viðmerkingar til frágreiðingina.

Fráboðanir um talið av deyðum og særdum eru ymiskar.

Sambært tíðindastovuni Reuters eru í minsta lagi 26 fólk deyð eftir álopið nærhendis einum stað, har felagsskapurin Gaza Humanitarian Foundation, GHF, sum er stuðlaður av USA, býtir út hjálp.

Eitt Reyða Kross sjúkrahús nærhendis boðaði frá, at 21 fólk eru deyð, skrivar Reuters. Palestinska tíðindastovan Wafa boðar frá, at í minsta lagi 30 fólk eru deyð.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at fráboðanir eru um skottilburðir á hjálparbýti hjá GHF.

Týsdagin vórðu 47 fólk særd av skotum, meðan tey býttu út hjálp til palestinar á eini býtismiðstøð í Gaza, upplýsir mannarættindaskrivstovan hjá ST sambært Reuters.

Skotini vórðu latin av ísraelska herinum, upplýsir ST. Ísraelski herurin hevur noktað, at sivilfólk vórðu skotin.

GHF er farin undir at býta út hjálp sum partur av nýggjari skipan.

Ísrael vónar, at hetta fer at forða fyri, at hjálpin kemur til hernaðarliga palestinska bólkin Hamas, meðan ST finst at GHF fyri at umganga vanligar skipanir í Gaza.

Ísrael hevur seinastu dagarnar verið fyri vaksandi altjóða atfinningum av menniskjaligu støðuni í Gaza.

Í næstan tríggjar mánaðir hevur ein ísraelsk sperring av neyðhjálp gjørt longu sera ringu menniskjaligu støðuna í Gaza enn verri, sambært ST.

Stongsulin er linkaður, eftir at hjálparfelagsskapir leingi hava ávarað um hungursneyð, sum stendur fyri framman.

GHF fær stuðul frá amerikansku stjórnini og Ísrael og hevur fingið atfinningar fyri at politisera býtið av neyðhjálp í Gaza.

Atfinningarnar fevna millum annað um, at palestinar ikki hava verið við í avgerðum um arbeiðið hjá felagsskapinum í Gaza.

 

/Ritzau/

 

Myndir frá hósdegnum vísa hópin av fólki í Gazageiranum, sum savna neyðhjálp á einum av útbýtisstøðunum hjá Gaza Humanitarian Foundation. (Arkivmynd). - Mynd: Eyad Baba/Ritzau Scanpix